Danska fótbóltslandsliðið kann fara í summarfrí við greiðum sigri í taskuni.
Tað var klassamunur,tá Danmark møtti Litava, og uttan at spæla tað trygt, vann Danmark vinardystin 5-0.
Stórsigurin byrjaði við trimum donskum málum millum 12. og 23. minutt. Mika Biereth, Christian Eriksen og Kasper Dolberg stóðu fyri fyrstu málunum, meðan Rasmus Nissen Kristensen og Anders Dreyer skoraðu í seinna hálvleiki.
Hóast landsliðsvenjarin Brian Riemer kom út í hvønn krók í hópi sínum og borðreiddi fyri áskoðarunum í Odense við eini málveitslu, so skal er úrslitið hjá landsliðsvenjaranum í stóru myndini heldur avmarkað.
Tann longu ójavni vinarardysturin misti ítróttarliga virði, tá Litava fekk mann útvístan fyri at brúka neyðbremsuna móti Mika Biereth.
Tað gav nakað av venjing í at bróta niður eitt veikt og lágtseetað mótstøðulið, men kann næstan ikki brúkast til nakað í mun til tær heldur truplaru uppgávurnar, sum bíða í HM-undankappingini í heyst.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##