Kanska neyðugt at avmarka fiskiskapin næsta ár

?Tað kemur ógvuliga dátt við, at fiskiskapurin er versnaður so nógv í ár, afturímóti í fjør. Verður hettta gongdin, kann tað ikki útihýsast, at tiltøk mugu verða sett í verk, fyri at avmarka sigur Heini O. Heinesen

? Hetta er eitt ordiligt varskó til okkum politikarar. ? Tað verður neyðugt at fylgja ógvuliga gjølla við gondini. Og verður neyðugt at seta tiltøk í verk, má tað gerast.

Heini O. Heinesen, formaður í vinnunevndini hjá løginginum, dylir ikki fyri, at tey nýggjastu hagtølini, sum vit avdúkaðu í Sosialinum leygardagin um fiskiskapin hjá føroyskum skipum, koma ógvuliga dátt við hjá honum.

Næst eftir landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen, sum er burturstaddur, er Heini Heinesen fremsti talsmaður hjá samgonguni í fiskivinnumálum, og vit hava spurt hann, hvat hann heldur um gongdina í fiskivinnuni sambært hesum nýggju hagtølunum.

Tølini vísa, at fyrsta ársfjórðing í ár er fiskiskapurin minkaður 13% í nøgd afturímóti fyrsta ársfjórðingi í fjør.

Men tað er stórur munur á gongdini í teimum ymsu fiskasløgunum.

M.a. er fiskiskapurin eftir toski minkaður heili 28% og fiskiskapurin eftir kongafiski er minkaður heili 50%.

Tilsamans hava vit fiskað 2.930 tons minni fyrsta ársfjórðing í ár, enn vit fiskaðu fyrsta ársfjórðing í fjør.

? Tað, sum so dánt bjargar hagtølunum, er, at fiskiskapurin eftir hýsu er batnaður 22% og fiskiskapurin eftir upsa er batnaður 24% fyrsta ársfjórðing í ár afturímóti somu tíð í fjør.

? Tað er einki at ivast í, at hetta eru tøl, sum vit eiga at taka í størsta álvara, sigur Heini O. Heinesen.

Hann sigur, at hetta sær ikki gott út, tí januar, februar og mars skuldi annars verið besta fiskitíð.

? Verður hetta gongdin í alt ár, er einki at ivast í, at fiskiskapurin fer at minka nógv túsund tons, tá ið alt árið verður gjørt upp, sigur formaðurin í vinnunevndini.

? Og tað merkir, eina minni inntøku til fiski- og útróðrarmenn upp á milliónir, eina minni inntøku til arbeiðsfólk á landi uppá milliónir og eitt uppaftur nógv størri fall í útflutningsvirðinum.

? So alt í alt er tað eitt stórt, samfelagsligt bakkast, at fiskiskapurin versnar so nógv, sum hesi tølini benda á.

Heini O. Heinesen sigur, at tað vísir seg sum um, at tað eru eisini rættiliga stórar forskjótingar ímillum teir ymsu bólkarnar.

? Eitt nú hava lemmatrolaranir fiskað 181% meiri tosk, 316% meiri hýsu og 72 meiri upsa í fyrsta ársfjórðingi í ár, enn teir gjørdu í sama tíðarskeiði í fjør.

Hinvegin er fiskiskapurin hjá partrolarum eftir toski og hýsu minkaður ávikavist 39% og 27%.

Hjá línuskipum er fiskiskapurin eftir toski minkaður 34% og hann er minkaður 5% eftir hýsu.

Alt í alt hava línuskipini fiskað yvir 1.600 tons minni fyrsta ársfjórðing í ár, enn tey gjørdu fyrsta ársfjórðing í fjør

Hjá útróðrabátum yvir 15 tons er fiskiskapurin eftir toski minkaður 37% og eftir hýsu er hann minkaður 12%. Í tonsum hava stórir útróðrarbatar fiskað 1.110 tons minni fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár, afturímóti í fjør

Hinvegin stendur fiskiskapurin eftir toski at kalla í stað hjá teimum minnu útróðrarátunum, men fiskiskapurin eftir hýsu er vaksin 5%. Samanlagt er teirra fiskiskapur vaksin 2%.


Serliga lemmatrolarar

Heini O. Heinesen sigur at tað serliga vísir seg sum um at lemmatrolararnir fáa munandi meiri tosk og hýsu nú, enn teir hava fingið.

Og tað dámar honum einki.

? Tað er ein sera óheppin gongd og tað kundi bent á, at eftirlitið við økisfriðingunum er ikki nóg gott.

? Ella er hetta ein avleiðing av, at teir nú hava fingið hjáveiðikvotu av toski og hýsu, har teir frammanundan hava havt hjáveiðiprosent.

Tilsamans er fiskiskapurin hjá lemmatrolarunum batnaður 7%, meðan fiskiskapurin er minkaður munandi hjá línubátum og teimum størru útróðrarbátunum. Hjá partrolarunum er minkingin heldur minni

? Heini O. Heinesen heldur heldur eisini, at hetta er dømi um, at kreppan, sum lemmatrolararnir siga seg vera í, ikki er verulig.


Mugu kanska avmarka

Formaðurin í vinnunevndini sigur, at tilsamans heldur hann, at tølini eru tekin um, at fiskiskapurin er minkaður.

?Nú er tað neyðugt hjá okkum politikarum at fylgja gjøllag við gongdini.

Hann heldur, at enn er tað ov tíðliga at siga nakað um, antin tað verður neyðugt at seta avmarkingar í verk komandi fiskiár, hóast hann ásannar, at tølini eru ljót.

? Her er talan um ein heilan ársfjórðing í bestu fiskitíð, at fiskiskapurin er versnaður so nógv og tað eigur heilt avgjørt at fáa teir reyðu lampurnar at lýsa hjá okkum politikarum.

? Tí hetta verður trupult at rætta uppaftur, so eg ivist ikki í, at 1999 verður eitt munandi verri fiskiár, enn 1998 var.

Heini O. Heinesen sigur, at verður hetta gongdin, verður tað neyðugt at umhugsa tiltøk til komandi fiskiár, sum byrjar 1. september.

? Spurningurin er bara, hvussu vit avmarka fiskiskapin.

Hann sigur, at í øllum førum er hann hart ímóti at lækka fiskidagarnar yvir ein kamb. Tí tað er ongin avmarking í, heldur hann.

? Tað er ongin avmarking og ongin meining í at skerja teir, sum bara hava einar 80-90 dagar frammanundan.

? Tað skerst heldur ikki burtur, at óbrúktir dagar er stovnsrøkt í sær sjálvum.

Heini O. Heinesen ivast eisini stórliga í, um tað ber til at friða fleiri øki, enn tað longu eru friðað. Hinvegin hevur tað stóran týdning at friðingarnar verða hildnar og tað er sumt, sum bendir á, at tað knípur, tí vit hava bara eitt vaktarskip.

? Skulu avmarkingar gerast, er tað hinvegin neyðugt at skerja har, sum veiðitrýstið er størst.

? Tvs, at hagtøl mugu gerast upp fyri hvønn bólk sær.

? So fáa vit at síggja, hvussu nógv, hvør bólkur fiskar uppá hvønn fiskidag. Nettupp tað heldur hann hevur størsta týdningin, skulu vit tosa um at tálma fiskiskapin.

Formaðurin í vinnunevndini sigur, at tað var júst endamálið við seinastu broytingunum í lógini um vinnuligan fiskiskap, at neyvari hagtøl skulu útvegast fyri fiskiskapin og hvønn bólk sær.

? Eitt nú hevur tað onga meining at trola á landleiðini eftir flatfiski, um høvuðsveiðan er toska- og hýsumurtur.

Hann heldur eisini at tað hevur stóran týdning, at flotin verður lagaður til tilfeingi.

? Og tað gerst ikki við at geva reiðarum rúmari ræsur at keypa og selja fiskidagar. ? Tað kann bara gerast politiskt, sigur Heini O. Heinesen.