Taptu ein dyst og sluppu ikki at spæla tveir

VB gentur 16 ár í hondbólti vann føroyameistarskapin trygt. Tær, sum mannaðu liðið eru, aftast f.v.: Sára Winther, Vígdis Jacobsen, Leila Jespersen, Gurið Mortensen, Siri Hovsgarð og Bogi Mortensen, venjari. Fremst f.v. eru tær Sunnvá Mortensen, Jóna Leo, Yngva Vestergaard, Sólrun Jacobsen, Hjørdis Hjaltadóttir og Joan Joensen. Helena Nielsen og Julianna Rasmussen mangla á myndini

Tær hava leingi verið nær við. Men ikki fyrrenn í ár eydnaðist tað gentur 16 liðnum hjá VB at verða føroyameistari í Hondbólti.

Longu tá ið tær spældu gentur 14 ár sást, at dygdirnar til eitt FM heiti vóru til staðar, men tað manglaði tað síðsta., Eisini táið tær spældu í bólkinum fyri gentur 16 í fjør, lógu teir heilt framvið, men eisini tá vóru tær ov stuttar tá ið samanumkom.

Men hesuferð stóð ongin teimum kurl.

Frammanundan varð greitt, at tær fóru at fáa kapping frá VÍF og Neistanum.

Men vágsgenturnar taptu bara ein dyst tepurt alt kappingarárið og hann var júst ímóti VÍF - í Vági.

Annars vunnu tær allar dystirnar.

Og sostatt vunnu tær eisini FM heitið, hóast tær ikki sluppu at spæla teir báðar síðstu heimadystirnar.

Bæði STíF og SÍF skuldi til Vágs at spæla, men tí setti verkfallið á almenna arbeiðsmarknaðinum fót fyri.

Ferðsambandið varð kvett og tí vórðu dystirnir ongantíð spældur.

Av tí sama fingu vágsgenturnar ikki heiðursteknini beinanvegin, tey vóru ikki handað fyrrenn seinasta vikuskiftið. Summar av gentunum flyta nú upp í 2. og 1. deild, men aðarar halda fram í gentur 16.

VB kvinnurnar vórðu eisini nr. 2 í 3. deild og flyta sostatt upp í 2. deild. (Mynd av 3. deild verður í blaðnum í morgin).

Bogi Mortensen í Vági sigur, at tað átti at givið eitt breiðari grundarlag til komandi kappingarár, at VB hevur bæði 1. deild og 2. deild og vann FM í bólkinum hjá gentum 16 ár.

Hann sigur, at størsta avbjóðingin hjá hondbóltinum í Vági verður at fáa ein venjara uttaneftir, sum kann geva nýggjan íblástur, helst ein spælandi venjara.

Tað hevur víst seg at vera sera trupult at fáa føroyska venjara og vágbingar hava nú vent eyguni út í heim.

Hann sigur, at tey hava fingið onkur sambond, sum eru verd at kanna nærri.