framvegis slætt og vakurt. Onki er sum at ferðast í toki. Her sær tú nakað, her hevur tú stundir at hugsa um tað tú sær. Áðrenn eg skrivi tað næsta, so má eg líka minna meg á, at mín sannleiki er ikki neyðvendigvís [...] aðalmál er at gera uppihaldið sunnanfyri so líkt tí heima sum møguligt. Hjá mongum dønum hevur tað líka nógv at siga um ein kann fáa frikadellur og fleskasteik á hotellinum í Spania, sum tað at sólin sær [...] í september í 1974. Eg trúði heilt erligt, at mín seinasta løta var komin og hevði absolutt ongar vónir um at lenda aftur heilskapaður. Kanska var tað tí , at deyðin var so nærverandi og óskiljandi í lívi
tí ber jú til at gera nyttu av tí fyrimuninum báðar vegir, og eg dugi væl at síggja fyri mær, at onkur føroyingur, sum arbeiðir her, kanska fær hug at royna eitt hálvt ár í Istanbul, fyri at uppliva nakað [...] tú ert partur av eini størri heild. At áhugin hinvegin er fyri at koma til Føroya at arbeiða, heldur Ósbjørn kanska komast av, at Føroyar hava eitt potentiali í tí, at útlendingar fegnir vilja koma higar [...] Ósbjørn dylur ikki fyri, at í sambandi við Hörpu ber helst til at síggja, at tað hevur sett sín dám á verkið, at hann er føroyingur, og hann heldur tað vera nakað sum við listafólkum, at tað sterkasta úttrykkið
hjá sær at siga frá sínum illgruna. Hetta hevði stjórin ongan hug til at gera nakað við. Hann kundi jú koma í vanda fyri at missa ein sera góðan kunda. Leiðslan í reiðarínum royndi at fáa Morel at tiga, [...] eg tók kloddan av, sá eg at vinstra hondin var kvett av, og at tað vóru merkir av skotum longri uppi á forarminum. Drongurin segði, at hann kallaðist Epondo. Hann greiddi frá, at ein vaktarmaður hjá nevndu [...] fingið Epondo at taka ákæruna aftur. Nú var søgan tann, at drongurin var bitin av einum villsvíni, og at kolbrandur var komin í hondina, sum so mátti takast av. Hetta varð nýtt sum grundarlag at sáa iva ikki
ndi at lesa nærum dag fyri dag, hvussu tað gongur niður á bakka uttan at hann tykist at missa mótið. Dagbókin byrjar við, at Egil er komin til Danmarkar at fáa viðgerð fyri sína sjúku. Vit fara at endurgeva [...] Henning, at hann ikki skuldi vera andaliga fullførur. Tað kann staðfestast, at einki er meira skeivt enn tað. Aftaná nevndu grein fingu vit upplýst, at tað lá eftir Egil ein dagbók, sum hann byrjaði at skriva [...] fóru so inn á eina kafé at drekka kaffi. Síðan fóru tey í ballet í Paladsteatrinum. Kl. 10 fóru tey út at eta, so tey endaðu gamla árið við at eta, og byrjaðu tað nýggja vit at drekka champagnu. Tað
hetta UNESCO í 2003 at meta tey vera av so unikkum slagi, at tey høvdu uppiborið varðveitslu. Tí má tað undra, at størri vilji ikki er at hóma hjá almennu føroysku mynduleikunum at tryggja hesum serstaka [...] freistandi at ivast í, um tey yvirhøvur fara at yvirliva. Men hesum er onki nýtt í. Í nýggju bók síni Endurreisn kvæðanna vísir søgufrøðingurin Sólfinn Hansen á, at sambært gomlum keldum, tykist tað sum at kvæðini [...] 2001 um at kanna, hvussu vit skulu gera, so føroyski dansurin verður ein nátúrligur partur av tí at vera føroyingur. Sólfinn heldur tað vera ilt at siga við vissu, hví løgtingið soleiðis hevur valt at taka
familjuni, nakað heilt annað er at skula standa fram fyri vinfólkunum. Tina sigur, at hon satt at siga væntaði at missa nøkur vinfólk. Men so var ikki, tíbetur. Vinfólkini vístu seg at vera sera stabil og eingin [...] konufólki, sum stuðla okkum og siga, at tað er gott, at vit tora at standa fram. Mannfólkini koma sum oftast við fløtum viðmerkingum, sum mest av øllum handla um kynslívið, t. d. at teir høvdu viljað verið fluga [...] Og tað er av tí einu orsøk, at henni dámar at gera mat, meðan eg ikki kann tola tað. Hon kann ikki fordraga at vaska klæðir, men tað haldi eg vera ok. Tað er ikki so, at ein okkara hevur átikið sær k
Allarhelst fer hetta at føra við sær, at sølan av rúsdrekka fer at minka, og Billeftirlitið fer at reypa sær av illusiónini av at høgu prísirnir ella totalt bann av alkoholi vóru orsøkin til at fólkini, sum ganga [...] eitt nú ecstacypillarum er 2-5 pund. Hetta hevur við sær, at nógv fólk velja at taka ecstacy frammum alkohol, tí at her eru pengar at spara, og tí at rúsurin av ecstacy gevur eina meira umfatandi kenslu av [...] eru væl vitandi um, at tað ikki er klókt, at fara út um í ódnaveðri, men tó so standa fimm djarvir manns fram og siga, at teir nokk skulu fara út at tálma ódnini, við tí endamáli at basa henni med Allah
saman, at eg átti øgiliga fitt børn. Jú, eg veit, hugsaði eg við mær sjálvari, men tær nýtist ikki at siga tað alla tíðina. Klokkan gekk og nú helt eg, at eg kundi ikki bíða longri og gjørdi tí av at fara [...] yvirum. Tað gekk so skjótt fyri seg, at eg fekk ikki tíð at hála Árna við mær. Setti klappvognin frá mær, og so stóð eg og bíðaði eftir, at Árni varð yvirkoyrdur. Eg visti, at hann bleiv yvirkoyrdur. Eitt suff [...] var so gløgg, sum nógv fólk á bygd eru, ið liva so nær at lívinum. Hon plagdi at siga við meg, at børnini vóru ein gáva, eitt lán. Tí eg kendi til at missa, havi eg ongantíð tikið tey sum eina sjálvfylgju
árin at lesa um, hvussu forfedrarnir og tey, sum undan fóru, stríddust fyri at vinna til dagsins uppihald, og hvussu tað viðhvørt ikki gekk, sum tað var ætlað, og hvussu bygdir kendu ræðuleikan av at missa [...] ár ímillum, at vit eru á sjónum. Tað var annars sjógvurin, sum bant bygdir og oyggjar saman. Ólíka lagaligari var tað ofta at seta seg í bátin og verða fergaður upp á pláss í staðin fyri at leggja á fjøllini [...] hann kom undan Nesinum, fór hann at ýla og ýldi allan vegin inneftir, til hann tók frá uttan fyri lendingina. Vit skiltu øll, at nakað álvarsamt var áfatt. Menn fóru umborð at vita, og eina løtu seinni sóu
semjan ber í sær, at vit føroyingar – Fólkið í Føroyum – staðfesta á skrift, at vit eru samd um, at vit eru tjóð og land. Hetta ber í sær at vit í sjálvari stjórnarskipanini hava møguleikar at taka avgerðir [...] stjórnarskipan hava vit, fyri at slóða fyri semju um stjórnarskipanina, roynt at sett orð á verandi skipan og á mannagongdir at broyta hana. Hetta merkir at vit samtykkja, at: •Føroyar eru land •Føroyar [...] takka fyri at verða boðin til at siga nøkur orð á kvinnudegnum 8. mars. Tað er ikki fyrstu ferð, at eg havi verið uppi í haldinum av kvinnudegnum, tí fyri mongum árum síðani var eg við til at gera eina