Fyrst og fremst eri eg bara Tina

Orðini eigur 28 ára gamla Tina Jacobsen av Sandi, sum í fjør spretti sum samkynd. Hon sigur seg ikki vera broytta nakað stórvegis, bert tí hon nú livir saman við eini kvinnu. Har afturímóti heldur hon, at mong síggja hana við øðrum eygum nú.
? Eg eri so ótrúliga nógv onnur ting enn bara samkynda Tina, sigur hon. ? Fyrst og fremst eri eg bara Tina, persónurin, við somu eginleikum sum áðrenn eg spretti. Og eg vil verða góðtikin fyri tað sum eg eri, á jøvnum føti við øll onnur í landinum.

Kærleikssøga


23. apríl í fjør hevði Tina havt ein ringan dag. Ein tílíkan dag, tá alt bara er av hundunum til. Hon hevði verið í skúla á fróðskaparsetrinum og fór ein túr niðan í SMS, haðani hon ringdi til vinkonuna og bað hana koma niðan í matstovuna Sunset at eta við sær. Meðan Tina bíðaði eftir vinkonuni, gekk hon runt og hugdi í handlar. Sum ikki einaferð endaði hon uttan fyri bókasøluna. Men hon ætlaði sær ikki inn, tí hon hevði ikki ráð at keypa nakra dýra bók, og hon fann næstan altíð okkurt, um hon fór inn at hyggja. So hon stóð uttanfyri og hugdi í kassarnar, sum standa framman fyri vindeyguni í bókasøluni. Men einaferð hugdi hon upp.
? Tað var sum at verða rakt av snarljósinum. Innanfyri stóð eitt konufólk, sum eg fyri ein og hvønn prís mátti tosa við. Eg fór inn í handilin, men tordi ikki bara at fara brestandi yvir og heilsa upp á hana, tí eg hevði aldrin sæð hana fyrr og visti einki um hana. So eg gekk runt inni í handlinum og skeitti at henni, meðan alt innan í mær var kaos. Eg visti ikki, hvat gekk fyri seg, og eg var púrasta forvirrað, sigur Tina smílandi.
Brádliga hoyrdi hon vinkonuna siga hey og vendi sær fyri at heilsa aftur. Tá sá hon, at vinkonan als ikki hevði heilsað upp á seg, men at hon stóð og prátaði við hina gentuna. Tað gingu ikki nógv sekund, áðrenn Tina stóð har hjá teimum við sínum størsta charmusmíli.
? Eg mátti tosa við hana, so eg skeyt upp, at vit fóru at fáa okkum ein kaffimunn. Eg sat og skeitti eftir henni allatíðina, meðan eg royndi at finna útav, hvat hetta vóru fyri kenslur. Eg hevði onkuntíð fyrr verið hugtikin av konufólki, men als ikki á henda hátt, minnist Tina.
Tina og vinkonan koyrdu gentuna heim, og hon beyð teimum at vera vælkomnar at vitja seg onkran dagin.
? Eg búði í Hósvík tá, men eg hevði ikki hug at fara heim. Tað einasta eg hugsaði um var hina gentuna. So vinkonan koyrdi meg til Hósvíkar eftir onkrum tingum, sum eg hevði brúk fyri. Ávegis til Havnar aftur hugdi eg upp á vinkonuna og segði henni, at eg helt eg var samkynd, tí eg var fullkomiliga burtur í gentuni, eg hevði sæð. Vinkonan noyddist at steðga bilinum, sum hon flenti, greiðir Tina frá.
? Hon segði mær, at hin gentan hevði verið gift, men at tey fóru frá hvørjum øðrum, og at hon nú var sprett sum samkynd.
Tá tær komu aftur til Havnar, fóru tær beint á vitjan hjá hesi kvinnuni, sum broytti verðina hjá Tinu. Tær sótu leingi og prátaðu, og tá vinkonan fór heim, varð Tina verandi eftir.
? Vit hava so at siga verið saman líka síðan, endar hon søguna við at siga.

Reaktiónirnar
Tveir dagar eftir hetta ringdi Tina til mammu sína og segði henni, at hon var samkynd.
? Hetta eru sjálvsagt eini øgilig boð at fáa gjøgnum telefon, men mamma góðtók tað beinanvegin. Hon flenti bara og spurdi um eg veruliga var heilt vís í tí. Og tað var eg. Eg ivaðist ikki eina løtu, sigur Tina.
Men eitt er at siga tað fyri familjuni, nakað heilt annað er at skula standa fram fyri vinfólkunum. Tina sigur, at hon satt at siga væntaði at missa nøkur vinfólk. Men so var ikki, tíbetur. Vinfólkini vístu seg at vera sera stabil og eingin av teimum tók seg burtur.
? Tvørturímóti eru tað ógvuliga nógvar positivar viðmerkingar. Vit verða ofta steðgaðar serliga av konufólki, sum stuðla okkum og siga, at tað er gott, at vit tora at standa fram. Mannfólkini koma sum oftast við fløtum viðmerkingum, sum mest av øllum handla um kynslívið, t. d. at teir høvdu viljað verið fluga á vegginum í kamarinum, sigur Tina meðan hon ristir við høvdinum.
? Vit plaga at svara, at um tú var fluga, hevði eg viljað havt ein flugusmekkara, sigur hon flennandi.
Men hóast hon næstan bara hevur fingið positivar reaktiónir, so eru hóast alt nøkur ting, sum hon heldur seg frá.
? Eg havi t. d. aldrin verið og svomið síðan eg spretti. Tí eg eri bangin fyri reaktiónunum har. Eg skilji væl, um onkur hevði kent seg ótrygga at verið nakin framman fyri mær. Og eg hevði eisini verið bangin sjálv. Tær høvdu verið bangnar fyri, hvat eg hugsaði, og eg hevði verið bangin fyri, hvat tær hugsaðu. Sjálvt um eg havi sæð nógvar naknar kvinnukroppar fyrr, so er støðan broytt nú, eftir at eg eri sprottin, sigur Tina.
Men hon leggur samstundis stóran dent á, at hóast hon hyggur eftir konufólki, so er tað als ikki á sama hátt, sum tá flestu mannfólk hyggja.
? Vit seta ikki focus á tað sama sum mannfólkini gera. Eg hyggi mest eftir einum vøkrum andliti ella penum eygum. Mótsatt monnunum eru afturparturin og bringan ikki tað, eg í fyrstu atløgu hyggi eftir, leggur hon flennandi afturat.

Støðan verri hjá gjeikarunum
Tina greiðir tó víðari frá, at positivu reaktiónirnar ikki eru galdandi fyri øll samkynd. Tað er nógv verri hjá samkyndum monnum at verða góðtiknir, í øllum førum her á landi.
? Tað er sera umráðandi hjá menniskjanum at kunna bólka onnur fólk í kassar. Fyri líkasum at kunna hava skil á verðini og umheiminum. Menn eru menn og konur eru konur, og menn og konur hoyra saman. Men vit í Friðarboganum kunnu ikki bólkast á sama hátt, tí vit fella uttan fyri vanliga mynstrið. Vit skapa kaos í ein annars vælskipaðan heim, greiðir Tina frá.
Hon heldur munin á lesbiskum og gjeikarum vera so stóran, tí fólk hava nógv lættari at síggja ímillum fingrar við tveimum konufólkum enn við tveimum mannfólkum. Vanliga hugsanin tykist vera, at »konufólk eru so fitt og mild, tær leiðast, klemmast og kelast bara« og tað er í lagið. Men tá tað kemur til gjeikararnar gerst myndin beinanveg ráð og meira fokuserað á sexualaktina sjálva. Ein mynd, sum ikki fæst at passa í nakran kassa.
? Tí haldi eg nógvir av teimum yvirdríva sína femininu síðu so nógv. Tú veist, við leysum handliðum og krosskastaðum beinum. Sjálvt um teir eru samkyndir eru teir framvegis mannfólk, teir skifta ikki kyn. Men tá teir uppføra seg feminint, er tað eitt sindur lættari at síggja ímillum fingrarnar við teimum. Fólk hava heilt einfalt lættari við at góðtaka teir. Tá teir eru kventaligir og neyðarsligir fáa teir frið, tí tá verða teir sæddir sum »konufólk« og hava automatiskt minni at siga. Fólk kenna seg líkasum minni hótt av teimum tá, sigur hon.

At liva við eini kvinnu
Mannfólk og konufólk eru so ótrúliga ymisk. Tí heldur Tina ofta, at tað er lættari hjá sær og damuni at liva saman, samanborið við vanlig tvíkynt paraløg. Tær skilja hvørja aðra nógv betur enn mannfólk og konufólk hava nakran møguleika til at gera. Men hinvegin eru eisini trupulleikar, sum vanlig pør ikki hava at stríðast við.
? Fólk spyrja ofta, hvør ið er kvinnan og hvør ið er maðurin í forholdinum. Men tað eru aftur hasir vælsignaðu kassarnir, sum fólk hava tørv á. Vit eru báðar kvinnur. Tað snýr seg ikki um kyn, men um persónligheit og áhuga. Í øllum paraløgum átaka partarnir sær ávísar rollur. Í nógvum hinkyndum paraløgum er tað í veruleikanum konan, sum er í buksunum, meðan maðurin er í »kjólanum«. Hjá okkum eri tað t. d. eg sum vaski klæði og hon sum ger mat. Og tað er av tí einu orsøk, at henni dámar at gera mat, meðan eg ikki kann tola tað. Hon kann ikki fordraga at vaska klæðir, men tað haldi eg vera ok. Tað er ikki so, at ein okkara hevur átikið sær konurolluna og ger alt tað húsliga arbeiðið, men hin hevur mansrolluna, drekkur kaffi og hyggur í sjónvarp.
Tina sigur víðari, at summar samkyndar tilvitað velja at gerast eitt sindur minni femininar fyri at markerað seg. Hetta er tó als ikki galdandi fyri allar.
? Eg havi ikki skift stíl, eftir at eg eri sprottin. Eg nýti t. d. ikki sminku, men tað havi eg aldrin gjørt. Tað er bara soleiðis, eg eri. Tað hevur einki við mítt kynslív at gera.

Bíblian?
Tina sigur seg ikki vera nakað serliga trúgvandi.
? Eg trúgvi heldur, at tað finnst okkurt gott í menniskjanum, sum er drívkraftin í lívinum. Eg síggi søguna um Adam og Evu, sum eina mynd uppá, at mannalívið byrjar. Ikki sum eitt modell upp á tað einasta rætta. Trupulleikin við tí kristna vinklinum her á landi, er, at hann er so fordømandi. Men her eru eisini nógvir profilsterkir persónar, sum hava sera negativa ávirkan. Tað eru so nógv vers í bíbliuni, sum kunnu tulkast upp á nógvar ymsar mátar. Tað er lætt at pilka nøkur burturúr, sum kunnu nýtast til argument móti okkum. Tað er júst hetta, sum hevur gjørt Bíbliuna til besta terroramboð í søguni.
? Her á landi haldi eg, at bíblian virkar meira lívsavmarkandi enn lívsjáttandi. Aðrastaðni, í øðrum kristnum samfeløgum, verða samkynd góðkend uttan nakran trupulleika. Men her vilja tey hava, at vit skulu broyta okkum. Summi taka tað veruliga persónligt, sum um teirra lívsvirði minkar, bara tí at vit eru til. Tað einasta vit ynskja er at verða góðtikin, sigur ein álvarsom Tina.
Summi halda eisini, at ert tú samkyndur, so ert tú sjúkur. Og fleiri eru bangin fyri, at tað kann smitta ella ávirka tey í nærumhvørvinum hjá teimum samkyndu. Men Tina flennir bara, meðan hon ristir við høvdinum.
? Hatta er nakað forferdiligt fjas. Umhvørvið kann ikki broyta fólk, hvørki á ein ella annan hátt. Um sexualitetur smittaði, so høvdu eingi fólk verið samkynd, tí vit eru jú ein so ógvuliga lítil bólkur í samfelagnum. So høvdu vit sjálvandi verið sum øll hini. Men hon leggur so afturat, at tey kanska kunnu ávirka fólk til at gerast meira opin, soleiðis, at tey tora at lurta eftir sær sjálvum og sínum kenslum. Og so gera tað, sum er natúrligt fyri tey.

Vón fyri framman
Hon roknar tó við, at tað um nøkur ár fer at vera lættari at verða góðtikin sum samkyndur her á landi. Um skúlar og barnagarðar góðtaka tey samkyndu, og tosa natúrligt við børnini um tað, so verður skjótt at fáa útruddað alla fordøming. Børn eru opin og taka til sín tað, sum verður lagt niður í tey. Tað eru tey vaksnu, sum avgera, hvønn hugburð børnini fara at hava.
? Tað er stórur munur á, hvussu mítt ættarlið tók ímóti mær, tá eg spretti, og hvussu summi av teimum eldru í Friðarboganum vórðu móttikin, tá tey trinu fram. Um nøkur ættarlið verður tað vónandi gjørligt at verða góðtikin, sjálvt um tú ikki kanst koyrast í nakran kassa, sigur Tina at enda.





( Hugsaði, at hetta kundi setast í ein grønan kassa onkustaðni á opnuni)

Fakta:
oUmleið 10. hvør persónur sigst vera samkyndur.
oAt spretta merkir, at standa fram sum verandi samkyndur.
oFriðarbogin, felagið fyri sam- og tvíkynd her á landi, var stovnaður 18. oktober 2003.
oSíðani tá er limatalið níggjufaldað. Eisini eru fleiri stuðulslimir.
oAðalendamál felagsins er at arbeiða fyri politiskari, mentanarligari og sosialari frígering hjá sam? og tvíkyndum í Føroyum.
oTey vilja arbeiða fyri, at tað skal vera óneyðugt hjá sam- og tvíkyndum at rýma av landinum. Serliga samkynd mannfólk kenna seg trýst til hetta.
oTey vilja arbeiða fyri at stovna ráðgeving til sam- og tvíkynd og til familju og vinir hjá hesum.
oØll, sum eru sam- og tvíkynd kunnu gerast limir.
oØll, sum taka undir við endamálum felagsins kunnu gerast stuðulslimir.