viðtikið at gera kaminu í húsinum og at seta upp ein kolovn. Valdemar Lützen hevði boðið sær til at lata tilfarið til kaminina ókeypis. Tað kann verða nevnt her, at Thomas Juul arbeiddi í fleiri ár hjá Valdemar [...] av 20. øld. Nú fer sjálvsagt at minka við tilfari, men enn er tilfar til í minsta lagi 10-15 greinir afturat. Hetta er rúgvismikið tilfar. Tilsamans verður talan um meira enn 500 tekstsíður, umframt fleiri [...] orsøkin til, at Leopold II kongur í Belgia mátti geva Congo frá sær sum sína persónligu ogn í 1908. Hin bókin er um Petur Alberg, sum skapti søgu í Føroyum millum annað við at gera lagið til tjóðsangin
lærari í Klaksvík fram til í 1987, tá ið hann fór úr starvi. Hann er framvegis byrgur og sæst ofta við súkkluni á veg heim í býin ella út eftir Oyravegnum. Ofta er hann eisini á ferð til og úr høvuðsstaðnum [...] árini var hann lærari í Bø og í Gásadali, eitt stutt skifti var hann lærari í Leynum, og frá 1950 og til í 1956 starvaðist hann í Norðdepli. 1. september í 1956 varð hann settur í fast starv í Klaksvík, har [...] meðan hann var lærari. 1977?78 hevði hann verið á ársskeiði á Føroya málsdeildini, og síðani las hann til exam. art í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum. Seinni fór hann undir høvuðsgreinalestur
Saknið tungan harmin vekur, syngur skaldið. Henda regla rann mær til hugs allahalganardag á Sjómansheiminum, tá skipað varð fyri minningarhaldi teirra sjólætnu. Í ár var minnisløtan eisini ognað øllum [...] ikki vunnu upp aftur land. Henda illfýsna heystardag vóru á sekstiára minningarhaldinum nakrir teirra til steðar, sum høvdu siglt undir krígnum. At sita í fjøld, har saknur og sorgblýdni merkti løtuna, gav [...] fjórðelst av 11 systkjum, og eru tey nú bert tvey eftir á lívi. Í 1939, júst fyltur 15 ár fór Tummas til skips, og har byrjaði hansara lívsleið sum sjómaður. Eftir krígslok tók Tummas setskiparaprógv og í
Tummas til skips við "Sea King", og har byrjaði hansara lívsleið sum sjómaður. Í 1940 fór Tummas til Grønlands við "Miguenette". Heimafturkomin fór hann at rógva út, men í 1944 fór hann aftur til sjós við [...] (seinni Norðstein). Tummas tók setiskiparaprógv í 1946. Haðani fór hann við "Vesturleið" sum bestimaður, til hann í 1948/49 tók longdina. Í 1949 var Tummas við "Jórun" sum bestimaður, men sama ár gjørdist hann [...] "Hólmi", sum hann átti í. Í 1959 fór Tummas aftur upp á skúla at taka nýggja skiparaprógvið. Frá 1960 og til fyrst í sjeytiárunum var Tummas skipari á "Hólmi". Í sjeytiárunum sigldi hann sum supercargo fyri
Anna Trondine Joensen, dóttir Ludda í Dali. Hon giftist við Joen Paula Joensen, prentsmiðjustjóra. Tey fluttu til Noregs. Marie Magdalene Joensen. Hon giftist við Johannes Joensen av Selatrað. Hon kom í [...] dugnaskap í handarbeiði. Tað lá til fólkaslag hennara. Fyri genturnar hevur tað verið ein stórur fyrimunur, at tær eisini í skúlanum fingu høvi til at læra at nýta hendurnar bæði til at skapa hent pløgg, prýðiligar [...] Mortensen kom til Øravíkar-Fámjins. Tær báðar høvdu tikið prógv saman. Thora var allar dagar kallað lærarinnan, tí hon var einsamøll lærarinna á Tvøroyri tey 33 árini, hon hevði starv í bygdini, til hon í 1926
úr íslandi til bretska marknaðin undir heimsbardaganum. Í 1943 giftist Thorbjørn við Andreu, f. Sørensen, úr Grundini í Trongisvági. Stutt eftir at tey giftust, fóru Andrea og Thorbjørn til Íslands at [...] ungdómar tá í tíðini fór Thorbjørn sum 14 ára gamal til skips, og mann hann í dag nokk teljast millum teir fáu føroyingarnar á lívi, sum hava verið til fiskiskap við deyðsiglara. Tá ið løgtingið undir seinna [...] landinum. Og óteljandi eru teir sangir sum Thorbjørn hevur yrkt til veitlsuhald av ymiskum slag. Hann sum ikki veit betur, heldur ikki tað ber til at Thorbjørn er náddur "kempualdur", so virkin sum hann er
landi. Thorstein arbeiddi eina tíð við fiskavirkinum Saké í Hósvík. Hann var við til at byggja virkið upp og var stjóri har, til hann í 1988 yvirtók tubbakshandilin, Oscar F. Arge, á Kongabrúnni í Havn. Ella [...] 1938. Hann handlaði so á Kongabrúnni, til hann í august 2002 flutti niðan í Niels Finsensgøtu 31, har sum hattahandilin hjá Minu Wilhelm var fyrr. Thorstein giftist við Marin, f. Christiansen, úr Mattalág [...] sonur Oliviu, f. Augustinussen, ættað úr Vági, og Jákup Andreas Arge, úr Havn. Hann fór fyrstu ferð til skips sum 16 ára gamal. Hann var útbúgvin stýrimaður og skipsførari og sigldi í Mærsk flotanum í mong
tilbúgvið øllum menniskjum. Um Thorstein var blindur, vildi hann ikki bara sita hendur í favn. Hann lærdi til bustbindara, og hevði egið virki. Í 1960 fór hann á víðkaða háskúlan í Haslev í Danmark. Í 1962 kom [...] landið. Hesin ídni og vinsæli Harrans tænari hevur givið mongum føroyingi troyst og góð minni. Í 1963 giftist Thorstein Kirsten og eiga tey dóttrina Evu. Vinir og kenningar ynskja føðingardagsbarnum hjartaliga
og hvønn dag gekk hann teinin millum Borðina og bygdina. Í novembur 1966 flutti hann til Klaksvíkar, har hann giftist við Elin Sofíu Joensen, Elin hjá Skós, sum var einkja eftir Thorleif Joensen. Elin hevði [...] Barnabørnini eru 7 í tali. Í Klaksvík fór Thorstein at arbeiða á Kósini, og var hann har í 32 ár, til hann fór frá í 1998, 67 ára gamal. Dagurin verður hildin fríggjadagin 10. novembur í heiminum á Ziskagøtu
fórst við Garden Star í 1940, og Elisabeth giftist uppaftur við Olafi Joensen úr Skopun. Tey fingu Daniu, sum býr í Havnini. Elisabeth doyði í 1983. Thórmundur giftist í 1951 við Margith fødd Hansen og ættað [...] Hedehusene. Thórmundur fór blaðungur til skips, og alt sítt arbeiðslív var hann sjómaður, inntil hann fyri einum fýra árum síðani legðist uppi. Hann var messur, tá ið hann fór til skips, og luturin hjá honum var [...] Thórmundur, sum avgjørt hoyrir til tey stillu og trúføstu í landinum, er ættaður av Hvítanesi. Foreldrini vóru Elisabeth og Dánial Joensen. Tey fingu seks børn: Esmar, Thórmundur, Irena, Fríðbjørg, Hi