Saknið tungan harmin vekur, syngur skaldið. Henda regla rann mær til hugs allahalganardag á Sjómansheiminum, tá skipað varð fyri minningarhaldi teirra sjólætnu. Í ár var minnisløtan eisini ognað øllum teimum mongu sum undir seinna heimsbardaga ikki vunnu upp aftur land.
Henda illfýsna heystardag vóru á sekstiára minningarhaldinum nakrir teirra til steðar, sum høvdu siglt undir krígnum.
At sita í fjøld, har saknur og sorgblýdni merkti løtuna, gav djúpa kenslu av lívsins álvarsemi, og ikki minst av mangan baldruta gerandisdegi hjá sjómonnunum okkara, har "bert er ein fjøl millum teirra og grøv", ið er úr sanginum "Gud signi várt fólk", og sum vit sungu henda seinnapart.
Hugsaði hesa løtu, at var verfaðir so frægur, so hevði hann óivað luttikið í minningarhaldinum. Men soleiðis skuldi ikki vera. Sama kvøldið legði hann árarnar inn fyri seinastu ferð, og var hansara fjørður rógvin, 81 ára gamal.
Thomas Pauli Jacobsen var ættaður úr Nólsoy og var hann fjórðelst av 11 systkjum, og eru tey nú bert tvey eftir á lívi.
Í 1939, júst fyltur 15 ár fór Tummas til skips, og har byrjaði hansara lívsleið sum sjómaður.
Eftir krígslok tók Tummas setskiparaprógv og í 1949 longdina. Sama ár gjørdist hann medeigari av Grønlandsfarinum, sum hann seinni førdi.
Í 1956 bleiv hann stýrimaður við Hólmi, sum hann átti í. Seinast í fimmtiárunum fór Tummas aftur uppá skúla at taka nýggja skiparaprógvið. Aftaná lokið prógv gjørdist hann skipari á Hólmi, og var hann við Hólmi til fyrst í sjeytiárunu. Haðani sigldi hann sum supercargo fyri Fiskasøluna, umframt at hann í seinnu helvt av sjeytiárunum av og á sigldi sum skipari við Star Shipping.
Tummas legðist uppi í 1979, og arbeiddi hann í nógv ár hjá Tórshavnar Havn. Seinastu árini, áðrenn pensiónsaldur, arbeiddi hann á Bacalao.
Tummas var sjómaður av náttúr, og royndist hann sum sannur álitismaður á sjónum. Útróðrarmaður var hann eisini av teimum bestu. Tá hann legðist uppi, gjørdust roktúrarnir við 10-mannafarinum Borðuni ótaldir. Tað var tí sonn fragd at vera á floti við honum. Vitugur um mið og streymviðurskifti gjørdi, at hann altíð rakti við fisk. So sjálvt tá mangir komu sørir aftur at landi, so átti Tummas altíð munin. Tá onkur hevði hetta á munni, bar hann seg undan, men brosið í eygnakrókum hansara avdúkaði, at hann mundi vera tilvitaður um sín dugnaskap.
Men tað var ikki bert á sjónum, at Tummas skaraði framúr. Ótaldu lundabyrðurnar hann veiddi og bar heim úr Urðini í Nólsoy, siga frá um mann, sum hevði sera dygg veiðievni. Somuleiðis var hann hendingamaður tá ráddi um at hagreiða veiðuna. Um tað so var at flekja, skrædla, royta e.a., so var tað gjørt við handalagi, sum var ein fragd at skoða.
Gávurík fólk duga mangan annað enn at røkja sítt lívstarv. Soleiðis var eisini við Tummasi. Fittur í hondunum og hegnigur gjørdi, at mangan vóru boð eftir honum at taka hond í har tað tørvaði. Millum túrarnar fekst hann tí ofta við húsasmíð umframt annað, har brúk var fyri hegnismanni.
Sum ein av ellivu systkjum, har peningaliga rásarúmið mundi vera avmarkað, visti Tummas hvat skuldi til fyri at lívbjarga sær. Og hansara lutur lá ikki eftir. Taldis millum teirra, sum ikki kravdi av samfelagnum, men harafturímóti var tað hansara sannføring, at virkaðu øll við sínum íbornu evnum, so var ríkiligt til øll.
Tummas hevði sum aðalmál at svara hvørjum sítt og annars at seta tering eftir nering. Hesin hugburður hevur eyðkent aldrandi ættarliðið, sum nú er um at søkka undir mold. Tey eiga heiðurin av, at vit liva í einum tryggum samfelag. Tummas var eitt livandi eyðkenni fyri hetta ættarlið -
at arbeiða fyri felagsskapin, at virka uttan at vera kravmikil.
Mangan hevði hann á munni, hvussu gott føroyingurin hevur tað, og frøddist hann um framburðin, sum hann hevði upplivað í sínum æviskeiði, har hansara lutur ikki lá eftir.
Tummas giftist í 1958 við Sigbjørg Hansen, eisini úr Nólsoy. Tey bæði fingu tvær døtur, Janet, sum býr í Danmark og Eydnu, sum býr í Hoyvík. Báðar eru giftar og eiga børn.
Tummas var vertskapsmaður, og var stak fryntligur at vitja. Mong eru tey sum hava notið góðar løtur hjá honum og Sigbjørg. Hansara livandi áhugi fyri samfelagsviðurskiftum gjørdi, at tú altíð fekk eitt áhugavert kjak við hann um tað, ið var uppi í tíðini. Annars var stóri frítíðaráhugin hjá Tummasi var telving. Hann luttók í talvkappingum um vetrarnar, og altíð var hann fúsur at seta talvfólkið upp tá fólk kom a gátt.
Nú var so hansara æviskeið runnið. Afturlatin er grind, nú Tummas fór heim í ævinleikan, har vit øll hittast aftur ein dag.
Eitt hendingaríkt lív, har gott vit og skil, ágrýtni og arbeiðssemi skaptu úrslitini, er lokið.
Æra verður minnið um verfaðir og álitismannin Thomas Paula Jacobsen, skipara.
Bjarni Djurholm