Thórmundur, sum avgjørt hoyrir til tey stillu og trúføstu í landinum, er ættaður av Hvítanesi. Foreldrini vóru Elisabeth og Dánial Joensen. Tey fingu seks børn: Esmar, Thórmundur, Irena, Fríðbjørg, Hildibjartur og Jarmundur. Eftir á lívið eru Fríðbjørg, sum býr í Rituvík, Jarmundur, sum býr í Greve, og so Thórmundur. Hann var tólv ára gamlur, tá ið hann misti pápan, og tí var hann sum barn og ungur nógv hjá ommuni og abbanum úti á Reyni. Dánial fórst við Garden Star í 1940, og Elisabeth giftist uppaftur við Olafi Joensen úr Skopun. Tey fingu Daniu, sum býr í Havnini. Elisabeth doyði í 1983.
Thórmundur giftist í 1951 við Margith fødd Hansen og ættað úr Gerðinum á Nesi. Tey bygdu sær hús í Flatabø á Nesi, og tey fingu eina dóttur. Hon eitur Fríðgerð og er gift við Andrassi Poulsen av Skipanesi. Tey búgva í Hedehusene á Sjællandi. Tey eiga fimm børn: George, sum býr í Havnini, Margith í Fuglafirði, Gunnleyg og Tórun í Taastrup, og Thórmundur, sum býr hjá foreldrunum í Hedehusene.
Thórmundur fór blaðungur til skips, og alt sítt arbeiðslív var hann sjómaður, inntil hann fyri einum fýra árum síðani legðist uppi. Hann var messur, tá ið hann fór til skips, og luturin hjá honum var øll síni ár á sjónum at vera kokkur. Tá ið toftamenn í 1976 lótu Mascot byggja, mynstraði Thórmundur við sum kokkur, og har var hann kokkur, inntil hann legðist uppi.
Frammanundan hevði hann siglt við fleiri trolarum, eitt nú Vesturvón og Magnusi Heinason. Síðani Thórmundur, ið er sera røkin og fittur í hondunum, legðist uppi, hevur hann gjørt línu til fyri Teymavirkið.