Thorstein Thomsen 75 ár

Mánadagin 13. november fyllir Thorstein Thomsen í Klaksvìk

75 ár.

Thorstein er føddur í Nólsoy tann 13. november 1931. Í 13 ár
arbeiddi hann á Borðini, har hann passaði fýrin, og hvønn dag
gekk hann teinin millum Borðina og bygdina.
 
Í novembur 1966 flutti hann til Klaksvíkar, har hann giftist við
Elin Sofíu Joensen, Elin hjá Skós, sum var einkja eftir
Thorleif Joensen.
 
Elin hevði 3 børn í fyrru giftu: Jógvan Páll
sum býr í Klaksvík, Siggvard, sum er giftur við Aud, tey eiga 3 børn og búgva í Havn, og Torgunn, sum er gift við Peter, tey eiga eitt barn og búgva í Danmark.
 
Saman eiga Thostein og Elin døturnar Margreth, sum er gift við Róa Vang, og Sigrun, sum er gift við Ingolf Joensen. Tær búgva báðar í Klaksvík. Barnabørnini eru 7 í tali.
 
Í Klaksvík fór Thorstein at arbeiða á Kósini, og var hann har í 32 ár, til hann fór frá í 1998, 67 ára gamal.
 
Dagurin verður hildin fríggjadagin 10. novembur í heiminum á
Ziskagøtu 10 frá kl. 19