fram umborð á Smyrli, og orsøkin til at viðurkenningin varð handað her, var at júst umborð á Smyrli hevur SL gjørt eitt munagott arbeiði í hesum sambandi. Betraðar umstøður Inni í cafeterianum á Smyrli eru [...] gjørt rúmligari. Umframt ábøturnar á Smyrli, so vóru eisini aðrar grundgevingar fyri at handa SL hesa viðurkenning, segði Doris Hansen, sum vegna MBF bar fram eina røðu. Á farmadeildini í Havn eru stórar [...] nýtti hann høvi til at skipabólkinum hjá MBF, við tað at hesi høvdu verið sera beinrakin í teirra arbeiði, við tað at tey høvdu víst á konkret dømi, har umstøðurnar kundu betrast, og segði hann hetta vera
og vit heilsast. Hann er 34 ára gamal, sigur tulkurin mær, men hann sær væl eldri út. Hann sær beinanvegin, at hesin bleiki europearin sveittar heldur illa í øllum hesum hitanum, og hann biður dóttrina koma [...] viftu, sum verður sett á sjónvarpið. Og tað var rættiliga svalandi. Tað er einki uttanumtos, tá Fernando fer at greiða frá. Hann er so opinskáraður, at tulkurin aftan á segði mær, at hann øtaðist við, at Fernando [...] klistrar hann tað, hann tekur, inn at kroppinum. Vanliga innanlærs. So fer hann í súkklubuksurnar og síðan tær víðu cowboybuksurnar uttaná. Tá sæst ikki so væl, hvussu tjúkk lørini eru vorðin, sigur hann. -
fór nú til verka á annan hátt, og hann metti tíðina fullbornað. »Eftir at Guð í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann við endan á hesum døgum talað [...] flýgur ein lítil fuglur og útaftur ígjøgnum hin. Meðan hann flýgur ígjøgnum høllina hevur hann ljósið og hitan, men hann kemur frá myrkrinum, og hann fer aftur í myrkrið og kuldan. So er lív manna«. Kristnin [...] setti Gud hini stóru ljósini á himmalhválvið. Sólin ber ljósan dag, og mánin lýsir upp á myrkari nátt. Hesi bæði ljósini áseta hátíðir, dagar og ár. Mong støð í skriftini vísa á, at tíðin alt frá upphavi
ártúsund, har hann er hin sami, sum valdar og hevur alt í síni almagtshond. Tað eru ikki umstøðurnar uttan um teg, sum eiga at hava vald á tær, men umstøðurnar innaní tær, tú fert ikki til botns uppi á landi, [...] úti, dagarnir taldir. Men áin har vit ansaðu neytunum rennur við sama lag, skundisliga rennur hon í tíðarinnar hav, og minnir okkum á tíðina, sum skundisliga fer sama veg uttan mun til, hvat hendir rundanum [...] og tyrva hana til veturin, tá vit við leypi á baki bóru til húsa, og tað reyk úr mongum skorsteinum í bygdini. Henda bygdamyndin er horvin, og mann við leypi á baki er sjáldan sjón um okkara leiðir. Tað
gjørdi á tíðindafundinum týsdagin var ógvuliga ódemokratiskt. Hann átti á tíðindafundinum at sagt fólki, hvat Helena Dam á Neystabø hevði gjørt skeivt, men tað gjørdi hann ikki. Í staðin legði hann eftir [...] fer at bróta upp um armar og vera konsekventur í førum, har hann skal vera tað. Løgmaður segði á tíðindafundi í Tinganesi týsdagin, at hann metti, at tingfólk í samgonguni ikki høvdu sett seg nóg væl inn [...] valdi eg at svara aftur og vísa á, at tað ikki var tingið, men landsstýriskvinnan, ið bar seg skeivt at. Áttu at víst málinum aftur Finnur Helmsdal ásannar tó, at hann átti at gjørt ógvusligari vart við
ÁSTSKOTIN Í MÁL-TÍÐARFLÓÐ 1. (1. táttur) Kvæðamál Vilja tær nú líða á, meðan eg man kvøða um teir tríggjar tættirnar, sum eg vil nú umrøða. Grani bar gullið av heiði. 2. Tógva eru verurnar í hvørjum tátti búgva [...] fótaferð hagar skal kvæðið snúgva. 3. Tveggja vuksu ungdómar upp á bygd í forum. Fljóðið eingin vænari sá - fríð sum blóman í skorum. 4. Hann var sær ein menjarbaldur við alskins mekt og meingi, ástskotin [...] kring tey. 12. Hann var í rankari vøgu - ein sigulmagnaður flytil. Hetta var ein ilsvíggja støða at koma í. 13. Hjørtu teirra hamraðu sum uppblástir skroyvibjølgar. Hon var tó so biðlavond, hann slapp sær heim
vera fyrivarin. Tí leggur hann stóran dent á, at hann mælir avgjørt frá at eta seyð, sum vísir tekin til, at hann hevur ridluskriða. Somuleiðis mælir hann frá at eta heila og mønu á seyði. ? Er tað talan um [...] i eru, at seyðurin klórar sær illa, hann vinglar og lyftir fram- ella afturbeinini høgt upp, tá ið hann gongur. Hann kann eisini missa ullina og yvirhøvur ber hann seg undarliga at. ? Verður ein sjúkur [...] einum lesarabrævi vísur á, at nú kann mestsum við vissu siga at fólk kunnu fáa ólekiligu og ódeyðiligu Jacob- Creutzfeldt sjúkuna av at eta kjøt av neytum við neytaøði. Hann vísir á, at ridluskriði hjá seyði
upplivdi eina rúgvu, kom at kenna meira til tónleikaheimin og havi møtti nógvum spennandi fólki. Men tað bar ikki til at halda fram, greiður Sigrid Rasmussen frá úr Oslo, har hon býr. Orsøkin til, at Grace datt [...] tær endanum. Boðini frá Sony vóru, at so mátti samstarvið heldur steðga. - Eg eri als ikki firtin inn á Sony, sjálvt um eg haldi, at teir skuldu havt satsa meira uppá okkum. Vit hava einki umboðsfólk havt [...] an hjá Grace, David Erikssen. Men aðrir møguleikar eru eisini. - Tá ein hurð verður latin aftur, letur onkur onnur hurð seg upp. Soleiðis er eisini í mínum førði. Nú Grace er upployst, kann eg finna mær
limur í Svenska Akademinum, at hann vildi strikast sum føroyskt evni, tí hann skrivaði á donskum. Skuldi ein føroyingur fáa hesa virðisløn, mátti tað vera ein sum skrivaði á føroyskum. Hetta bræv kann tykjast [...] mentafólk gingu á hann, at tað mátti ikki henda, at ein føroyingur sum skrivaði á donskum, fekk Nobelvirðislønina. Seinni, einaferð í 1980?unum, skrivaði William til Svenska Akademiið, at hann tók afturtøkuna [...] ferðir upp á mál, at William átti at skrivað skaldsøgur, men hóast hann putlaði við prosa, so svaraði William vanliga, at hann føldi seg sum lyrikara og ikki sum prosaist. Hinvegin hevði hann hug at gerast
loysn hevur fullveldi á øllum spurningum her í verðini. Merkti mær at hann helt at fullveldi mundi fara at hjálpa uppá demokratiið og fáa hesi tingini aftur á beint. Tað er ikki eiti á gandakraft sum er í [...] stýrisskipanin var ætlað at vera eitt stig á leiðini til eina nýggja sjálvstýrisskipan. Ístaðin eru komin í eina støðu, sum á ódemokratiskan hátt skal trýstast inn á okkum. Tað er møguligt, at fólk skjótt [...] segði ósatt fyri almenninginum og løgtinginum og tá hann innanfyri tveir dagar megnaði at geva tríggjar ymsar frágreiðingar um orsøkina til at hann segði landsverkfrøðingin úr starvi so tvær av hesum eyðsæð