Okkara móðurmál, tað tosaða málið, er sum øllum kunnugt málið frá móðurtungu, sum ein er alin upp við og hevur lært sum barn. Tað er ein integreraður partur av einstaklinginum, og myndar støðið í okkara málsligu tilvitsku. Móðurmálsbúnin kann vera líka so ymiskur sum klædnabúnin, og ymiskleikin ella frábrigdið nýtist ikki at vera spilla men kann vera málsligt fjølbroytni ella nuansa. Skrivaða føroyska samskiftismálið er í ávísan mun eitt móðurlíkismál, ið enn er ov stirvið og klerkakent til, at tað nøktandi kann endurgeva móðurmálið við tess breidd, dýpd og nuansum.
Okkara móðurmál er ikki ólíkt einum grasvølli har grasið í nátúrugivnan mun festir rót óheft av danafobum ella íslandufilum prævalensi. Graslíkisvøllurin harafturímóti er meiri líkur móðurlíkismálinum, eitt meiri statiskt ?teknisk? produkt, hvørs eginleikar ein kann stýra á kensluleysum pappíri.
Hóast okkara móðurmál er fult av vælhóskandi altjóða orðum, bæði praktisk funktionellum og teimum meiri abstrakt háfloygdu, so hava hesi altjóða orð ofta ilt við at sleppa uppí part, har sum skrivaða móðurlíkismálið ræður. Hetta ger, at vit hava trupulleikar við tí skrivaða málinum, serliga á tí meiri abstrakta økinum. Sjálvt altjóða fakorð og staðarnøvn verða latin í rotuskógvar, skornir til eftir atavistiskum eingjagarðsleisti. Málið verður eins og ein rebus, har fólk skulu sita og gita um hesi nýyrði. Hetta er stórt spell, tí tað er alneyðugt við stórum viðkomandi og orðaríkum málbasa, um fólk skulu kunna velja kompetent. Tað er alment viðurkent, at abstrakt hugsan er neyvt knýtt at málinum, og skal ein sita og gita sítt egna ?móðurmál?, verður hugflogið hareftir. Á flótandi máli gongur tað annars skjótt fyri seg. Í eini vanligari samrøðu brúka vit um 4-5.000 orð um tíman, og vit lesa um 15.000 orð um tíman.
Tað skrivaða málið er í dag so mikið væl fyri og kjølfest í góðum orðabókum, at tað uttan stórvegis trupulleikar eigur at kunna fevna um ein nógv størri part av okkara móðurmáli, tí tosaða málinum. Hetta letur seg væl gera um okkara lingvistar, sum fyrst og fremst taka støðu í tí tosaða málinum, gerast meiri sjónligir í málrøktingarbólkinum. Skal vanligi føroyingurin kenna seg heima í tí skrivaða málinum, má tað gerast meiri móðurmálsliga viðkomandi, samstundis sum tað verður gjørt meiri einfalt at skriva føroyskt. Móðurmálið er fyrst og fremst ein samskiftismiðil og ikki bert ein pyntidukka hjá puristum.
Dagsins málspilla ?
Tað kann mangan undra, at móðurmálslig fynd ikki vinnur á tí viðhvørt sjálvuppgjørda móðurlíkismálinum. Eitt nú tá forlornar tenn í tí annars frálíku ?móðurmálsorðabókini? verða róptar ?handilstenn? enntá sum tannlæknafrøðisheiti. Heitið er niðrandi og tillátursgerandi. Høvisku heitini eru forlornar tenn ella (tann)protesa, men tey eru als ikki við í bókini.
Í einum málspillutátti varð sagt, ?at binda hund við smørleyp? er tað sama sum ?at seta rev at ansa gæsnum?. Fyrra var føroyskt og tí var nóg mikið at hava tað. Hesi orðatøk geva heilt ymiskar assosiatiónir (hugmyndasambond). Í seinna hevur ein skálkin aftan fyri oyra. Um smørleypin veit fáur frá at siga í dag, men revurin og gásin eru vælkend, eisini frá barnaspølum og mugu roknast at vera eins føroysk og kamelurin og nálareygað í halgubók.
Eisini (danski) peikifingurin stóð fyri skoti, tí tað eitur fremstifingur, varð sagt. Áhugavert, tí fyri at hava ein fremstafingur, er neyðugt at tummilin ikki verður roknaður sum fingur. Danir rokna ?tommelfinger? fyri fingur og hava ikki orðið fremstifingur, men ?pegefinger?. Vit og eingilsmenn hava tummil (thumb) og fremstafingur (forefinger) ella peikifingur (index finger). Í hesum føri er kanska als ikki talan um danismu, men um somu funktionellu loysn sum eingilmenn hava.
Kampagna bleiv til herferð, og á Argjum fóru tey í herferð fyri at fáa børn at ganga í sunnudagsskúla, segði Útvarp Føroya. Annars hava vit bæði sjampo og sjampanju við í orðabókunum, so hví ikki kampagnu eisini? Sagnorðið, at brúka, er tagt burtur, tað hoyrist í hvussu er einki til tað longur. Kanska liggur tað ov nær tí danska, at bruge. Nú hoyrist bert, at nýta. Hetta er óheppið, tí tað fellur í mongum førum saman við sagnorðinum, at njóta, ella lýsingarorðinum, nýtt/(gamalt). Mong hava spurt hví, men ongin fær svar.
Latið ár 2000 verða byrjanina til eina lingvistisk nøktandi tillaðing millum móðurmálið og móðurlíkismálið, og eina einfaldgering av skrivimálinum, soleiðis at eisini móðurmálsligu Marsanna og Palliba kunnu føla, at tey eiga eitt virðiligt móðurmál - tosað sum skrivað. Men ikki minst vil hetta viðføra, at føroyskt sum samskiftismál verður hópin lættari og rættari handfarið av teimum sum dagliga brúka tað. Farvæl dagsins málspilla, vælkomin dagsins málrøkt!
Regin Eikhólm
ÁSTSKOTIN Í MÁL-TÍÐARFLÓÐ
1. (1. táttur) Kvæðamál
Vilja tær nú líða á,
meðan eg man kvøða
um teir tríggjar tættirnar,
sum eg vil nú umrøða.
Grani bar gullið av heiði.
2.
Tógva eru verurnar
í hvørjum tátti búgva,
og um tað málsligu fótaferð
hagar skal kvæðið snúgva.
3.
Tveggja vuksu ungdómar
upp á bygd í forum.
Fljóðið eingin vænari sá
- fríð sum blóman í skorum.
4.
Hann var sær ein menjarbaldur
við alskins mekt og meingi,
ástskotin í beygalín
- vær bíðum ikki leingi.
5.
Álvardansur í skýmandi høll
greppur søkir drós,
rúnarbundust í setandi sól,
tá ongin hani gól.
6.
Freia ástbindur drós og grepp
við miklum frumástar skrúð.
Høggur so droyri í kroppi hans?
sum brandar í randargný.
7.
Akslagrein yvir sprundið sló,
drósið seg undan dró.
Fyrst sjá mær tína eggjateinsfynd
- eg gerist tín leikalind.
8. (2. táttur) Setursmál
Nú skal lætta ljóðið av
og taka upp annan tátt.
Setursfrøðis máliskur
seta húnarhátt.
9.
Pílika og pílikur
við skiftilin høvdu starv.
Gjørdust síðan ástskotin
tá skammfuktin hon hvarv.
10.
Komið út í torra
men nakað undan gø,
hittust sveinur og ungmoy
tætt við desastøð.
11.
Føldu seg sum ravhúsalað
í einum siguløki, (sigul=magnet)
sendu rin av sigulmagni,
sum fór fløkt kring tey.
12.
Hann var í rankari vøgu
- ein sigulmagnaður flytil.
Hetta var ein ilsvíggja
støða at koma í.
13.
Hjørtu teirra hamraðu
sum uppblástir skroyvibjølgar.
Hon var tó so biðlavond,
hann slapp sær heim til høldar.
14. (3. táttur) Gerandismál
Nú skal taka upp triðja tátt
og leggja brátt í vaðið.
Um tann forelskaða Palliba
hagar vendi eg kvæðið.
15.
Marsanna og ungi Palliba,
tineygjarar tveir.
Ikki vil eg nevna fleir,
men halda meg til teir.
16.
Í diskodans tey djollaðu sær,
og vóru ei sjalu,
um tú hugdi annan veg
og kanska hevði hug.
17.
Ei á diskotekunum
tú finnur lekrari steik,
og heldur ikki í klubbanum
tú finnur flottari sjeik.
18.
Eg tími ikki at vera her,
sjálvt um tú ert ker.
Eg ætli mær við AFS
- út í ta stóru verð.
19.
Hann sum kovboy fór avstað
og sá ta stóru verð.
Hon fór í tað langa rað
og arbeiddi sum au pair.
20.
Kvæðamál og Setursmál
og Pallibasa tunga
eiga øll hvør sína sál,
sum júst her hevur rungað.
21.
Málið er títt og málið er mítt
- móðurmálið breiða.
ORÐIÐ, tað er altíð frítt
- um tú torir tað eiga.
Grani bar gullið av heiði.
(á Kyndilsmessu 1996)
Regin Eikhólm