Hámarkið hjá hvørjum báti sær verður tikið burtur

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur nú broytt skipanina í hummaraøkjunum sunnanfyri Streymin, á Kollafirði, Tangafirði, Skálafirði og á Kaldbaksfirði

Tilfeingis- og vinnumálaráðið hevur gjørt av at taka burtur hámarkið hjá hvørjum hummarabáti sær í omanfyrinevndu økjum.

 

- Bátarnir, sum hava loyvi at royna eftir hummara í hesum økjum, hava felagskvotu við hámarki fyri hvønn bátin.

 

Tølini hjá tilfeingis- og vinnumálaráðnum vísa, at higartil í ár eru fiskað stívliga 37 tons av felagskvotuni á 54 tons.

 

- Men, nú fiskiárið fer at halla, verður ikki mett, at øll felagskvotan verður fiskað. Tí hevur landsstýrismaðurin gjørt av at taka burtur hámarkið hjá hvørjum báti.

 

Lagt verður aftrat, at við hesi broyting kunnu tey, sum hava loyvi at royna eftir hummara í økjunum sunnanfyri Streymin, á Kollafirði, Tangafirði, Skálafirði og á Kaldbaksfirði, halda fram restina av árinum.

 

Eisini, um bátarnir longu hava fiskað upp til hámarkið.

 

Broytingin, har hámarkið fyri hvønn bátin sær verður tikið burtur, fær gildi frá í dag, 16. desember 2025, at rokna.