Ymiskt á leiðini

-

Tað var í hesi øldini, at eg gekk um garðaliðið við kúnni, har eg fekk loyvi til at fylgjast við frægum monnum, sum í dag hvíla undir grønu torvu, ikki tí at teir doyðu av elli, nei tíðin var úti, dagarnir taldir. Men áin har vit ansaðu neytunum rennur við sama lag, skundisliga rennur hon í tíðarinnar hav, og minnir okkum á tíðina, sum skundisliga fer sama veg uttan mun til, hvat hendir rundanum okkum.

Tað var í hesi øldini, eg var við at skera torv, bera burtur og seta upp bera til krónna og tyrva hana til veturin, tá vit við leypi á baki bóru til húsa, og tað reyk úr mongum skorsteinum í bygdini. Henda bygdamyndin er horvin, og mann við leypi á baki er sjáldan sjón um okkara leiðir.

Tað var í hesi øldini, teir róðu út við árabáti, og tað var ikki á Glyvragrynnuni teir hálaðu av, men tað var í Vesturhavinum og á Norðhavinum, teir drógu fisk av grunni.

Tað var í hesi øldini, at seglið var álitið hjá okkara forfedrum, tá teir rundaðu Eystnes og løgdu leiðina Yvir á Suðurlandið og Vestur í hav, har teir drógu fisk av grunni við teini og tveimum húkum. Tað var eisini í hesi øldini, teir fyrstu motorarnir avloystu seglið, ikki vóru teir nógvar hestakreftir eini 30 HK, men framburðurin var rættuliga merkbarur. Nevnast kann at tað nýggjast fiskifarið í flotanum í dag hevur gott 7.000 HK.

Tað er í hesi øldini, at veiðimøguleikarnir eru munandi skerdir hjá fiskimonnum okkara, men har afturímóti hava fiskaprísirnir ongantíð verið so høgir sum nú.

Tað er í hesi øldini, at tveir heimsbardagar hava verið, sjálvt um eg minnist hvørgan, settu teir djúp spor eftir seg, eisini hjá okkara siglandi fólkið. Hugsi serliga um skipini, sum blivu søkt á bankanum, sum mentan í mínari tíð hava fortalt so rørandi frá í Sjónvarpi Føroya.

Tað var í hesi øldini, at bardagin um hitt ófødda barnið tók seg upp, og er í dag hin størsti víðvøllurin, har hitt verjuleysa barnið er offrið, ein frágreiðing fyri 1998 nevnir talið 60 milliónir abortir, hetta er skelkandi, hvar er verjan?

Vit eru á veg inní ein heilt nýggjan heim, sum letur dyr upp fyri alskins møguleikum, telduheimurin, har tú kanst hava samskifti tvørtur um øll landamørk bæði til ilt og gott, valið er títt og mítt.

Ígjøgnum sjónvarpsgluggan fært tú allan heimin bornan inn í stovuna, og ert tú ikki nøgdur við tað føroyska, ja so kanst tú seta tær bæði ein og tvær parabolir upp, og sita afturá allar 24 tímarnar av døgninum, valið er títt og mítt.

Jú, broytingarnar eru eins og ein flóðalda, sum skolar inn yvir bygdalívið, og tekur nógv góð virðir við sær, sum hava verið dýrabar fyri fólk okkara. Hvussu bygdasamfelagið fer at síggja út, tá eitt hundrað ára skeið aftrat er runnið, er ilt at meta um.

Ja, men hvat er tað sum ikki broytist? Jú, tað er jólaboðskapurin, hesin ævigt afturvendandi boðskapur, sum stemmar hjørtuni til hátíð ár eftir ár, øld eftir øld. Henda boðskap kann tíðarinnar á ikki taka við sær í gloymskunnar hav. Har sum kristin menniskjur eru, er og verður hesin boðskapur tíðarleysur ætt eftir ætt.

Kvoteringar eru ókendar, tykkum er í dag ein Frelsari føddur, sum skal verða fyri alt fólkið óansað húðalit og landamørk.

Við hesum førningi kunna tú og eg fara við góðum treysti um nýggjárs gott inní eitt nýtt ártúsund, har hann er hin sami, sum valdar og hevur alt í síni almagtshond. Tað eru ikki umstøðurnar uttan um teg, sum eiga at hava vald á tær, men umstøðurnar innaní tær, tú fert ikki til botns uppi á landi, men tá tú loypur á bláman, har tú ikki grynnir.

Við hesum tankum ynski eg øllum eitt eydnuríkt nýttár, við Guð ríku signing inní eitt nýtt ártúsund.

Malmberg D. Olsen