burtur úr stáli og glasi. Sum flest vita hevur hann teknað Fríðríkskirkjuna og lampurnar, ið hanga í skipinum. Hesar lampurnar verða nú gjørdar í Svøríki og fýra av teimum verða hongdar upp í Kvívíkar kirkju [...] fekk innivist í hølum hansara á Argjum, einum stórum bygningi, ið hóskar rættiliga væl til endamálið. Í aftursvari frá landsskúlafyrisitingini fekk hann at vita, at áðrenn farið verður í holt við ein slíkan [...] gjølla lýstir. Og tað er í hesum sambandi, at ein arbeiðsbólkur er settur, mannaður við fimm limum, ið allir á ein og annan hátt hava vitan og innlit um hesi viðurskifti. Í viðtali í blaðnum við Henzar El
ymiskar í longd eins og í grannalondunum. At fáa starvsløn í 3-6 mánaðir fáa vit ikki betri skaldskap av. Grønlendingar arbeiða nú av øllum alvi at fáa sett eina bókmentalóg um bókmentaráð í gildi í Grønlandi [...] av orkuni í. Og í september fekk Lydia barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs. Í grundgevingini fyri at veita Lydiu Didriksen virðislønina segði nevndin fyri barnabókavirðislønina, at hon hevur í bókum sínum [...] hevur í grundini einki við pengar at gera. Eg havi tað soleiðis, at okkurt, eitthvørt eg síggi ella hoyri fær nakrar tankar í gongd. Soleiðis verður ein mynd hangandi í høvdinum og huginum á mær í langa
skemtandi frá. - Tað mundi vera í 1947 ella '48, at vit hittust, sigur Kinna, sum tó hevði verið einar tvær ferðir í Dímun, áður enn tey giftust. Stein í høvdið Janus er føddur í 1924 í Skúvoy og kom 3 vikur gamal [...] kom til Dímunar í 1949. Tá var tað motorur og battarí, sum vit áttu sjálvi í Dímun. Í 1974 kom Dímun so upp í SEV, tó enn við motori, greiðir Janus frá. Telefonsamband var nærum einki í byrjanini. - 4 ferðir [...] børnini eisini í skúla í Vági. - Men tungt var, tá børnini fóru burtur at ganga í skúla, minnist Kinna. - Tá vóru vit tveyeini frá meimánað, til børnini komu í summarfrí, sigur Janus. Fyrst í sjeytiárunum
undir at lesa norrøna málfrøði. Eitt skifti las hann í Íslandi. Tá ið hann hevði tikið magistaraprógv í norrønari málfrøði í 1966 við universitetið í Keypmannahavn við serritgerð um føroyskar fólkanavnasiðir [...] itstjóri á Den Arnamagnæanske Kommisions Ordbog í Keypmannahavn, síðan starvaðist hann eitt ár á universitetinum í Illinois í USA, har hann undirvísti í norðurlendskum serliga norrønum máli. Og síðan 1968 [...] navnafrøði umframt undirvísing mest í norrønum og í málrøkt og týðing. Hann undirvísti á ársskeiðum í føroyskum, og eisini hevði hann eitt langt skifti ábyrgdina av summarskeiðunum í føroyskum fyri útlendskar studentar
Baldvinsson fekk læraraprógv í 1982. Hon var eitt stutt skifti lærari á Sandi, men hevur síðani arbeitt áVenjingarskúlanum í 16 ár. Á skjótt gamla arbeiðsplássi hennara, hava lærarar nú í tvey ár arbeitt eftir [...] letur hurðaranar upp í flokshølinum, og ber í sær m.a. at lærarin ikki er so einsamallur í sínum arbeiði. Nú noyðast vit at samstarva, og tað haldi eg vera spennandi og góð gongd í skúlanum. Tað er eisini [...] sum skúlastjóri í einum av størstu skúlunum í Føroyum. Seks umsøkjarar vóru til starvið, og av teimum var Eyðdis Baldvinsson einasti kvinnuligu umsøkjari. Hóast stórur partur av lærarunum í fólkaskúlanum
ferðsluskelti og ferðslureglur. - Jú yngri tey eru, jú verri eru tey fyri. Tá ið vit eru í ferðsluni, nýta vit í høvuðsheitinum tveir sansir, nevniliga sjónina og hoyrnina. Hoyrnin einsamøll kann vera svikalig [...] hvussu skjótt hann koyrir. Við hesum skilst, at tað at nýta eyguni í ferðsluni, er ikki bara sum at siga tað og - als ikki hjá børnum. Í veruleikanum eru evnini at síggja og tulka ikki fult ment fyrr enn [...] at seta seg í støðuna hjá øðrum og hava tí ilt við at skilja, hvussu ein ávís støða kann kann vera, t.d. hjá einum bilførara. ? Fyri tað um eitt barn hevur lært, hvussu tað skal bera seg at í einum ávísum
hús, men hvussu tey rigga í føroyska veðurlagnum er ein onnur søga. Skiftandi veðurlagið í Føroyum kundi givið nakrar trupulleikar, tí húsini og allur tingsalurin eru í glasi, sigur Finnur Helmsdal. - [...] fram sum modell, ber betri til at gera sær eina mynd av, hvussu húsini fara at síggja út í umhvørvinum í miðbýnum í Havn. Ein teirra, ið var hjástaddur fríggjadagin seinnapartin, tá ið arkitekturin aftanfyri [...] tingfólki betri og um tær skulu vera í samsvari við tingstaðir aðra staðni. Finnur Helmsdal veit ikki, um undirtøka er millum tingfólk at fara í holt við at gera eitt nýtt tinghús í samsvari við uppskotið sum vann
fólk eru í Føroyum, so halda vit, at tit væl kundu sent nógv meira andaligt tilfar. Vit vilja vísa á eina grein, sum Eyðun Joensen, sálarfrøðingur og táverandi formaður í filmseftirlitinum skrivar í blaðnum [...] standa til, hvat børn síggja í sjónvarpi«. Har sigur hann m.a.: »Umfatandi vísindakanningar seinnu árini kunna benda á, at samband er millum eitt nú at síggja grovar harðskapsfilmar í massavís og so menning [...] húsmóðir, Kollafjørður. Malan Rasmussen, húsmóðir, Søldafjørður og Miriam Rasmussen, lærari, Toftir. Fyri Kelduna í Skálafirði: Oddvør Jacobsen, heilsusystir, Glyvrar. Fyri Heimamissiónina: Leila Højgaard
. Kári P. er ofta í fløgusavninum hjá fólki, men er annars sjáldan í útvarpi í Íslandi. Kári P búleikaðist eitt skifti í Íslandi og fyrra pláta hansara er eisini upptikin har síðst í sjeytiárunum. Jens [...] hevur heitið ?Heita Norður?, tí í víðu verð verður filmurin uppfataður eksotiskt. Fýra lond eru við í filminum, sum eisini hevur náttúrulýsingar. Í Cannes Í januar hittast í Cannes umboð fyri forløg úr øllum [...] Vinfólkini kallaðu hann Jens Guð og hetta varð hangandi. Jens Guð hevur verið lærari í kaligrafi í 18 ár og hevur júst verið í Føroyum og hildið kaligrafiskeið. Tó byrjaðu skeiðini ikki, fyrr enn tey áttu
Tróndur Patursson hevur nógv jørn í eldinum. Í ár skal hann luttaka á fleiri framsýningum uttanlands, m.a. í Paris, har hann hevur sýnt áður, men verður hetta fyrsta stakframsýning hansara har og er hann [...] spentur uppá hesa framsýning. Harumframt eru á skránni í ár m.a. framsýningar á Det Fri og Den Gyldne, ið er listafólkafelagsskapur, ið Tróndur er limur í. Tróndur sigur náttúruna verða sítt útgangspunkt og [...] við. Fái eg kki uppgávurnar í Føroyum, so má eg kanska uttanlands at arbeiða, sigur Tróndur Patursson, meðan vit standa uttanfyri Gøtu Kirkju, ið hann hevur prýtt við glasi. Meðan vit standa uttanfyri