Hey Føroya fólk!

Hetta er eitt skriv, sum verður sent til Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya, har vit mótmæla sendingar við siðloysi, harðskapi og gandi.

Fyrst vilja vit takka Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya fyri tær góðu og áhugaverdu sendingar, tit senda. Vit vilja serstakliga takka Útvarp Føroya fyri tær mongu sendingar við andaligum innihaldi, s.s. sendingarnar hjá Armgarð Arge, Víngarðurin og aðrar sendingar við góðum og uppbyggjandi innihaldi. Men vit vildu ynskt, at Sjónvarp Føroya sendi fleiri sendingar við andaligum ella kristiligum innihaldi. Sjónvarp Føroya sendir millum 40-50 tímar um vikuna og 1-2 tímar er andaligt tilfar, (tá hugsa vit um gudstænastur/møtir og andaktina, sum eru hvønn sunnudag). Tá ið vit hugsa um, hvussu mong trúgvandi fólk eru í Føroyum, so halda vit, at tit væl kundu sent nógv meira andaligt tilfar.

Vit vilja vísa á eina grein, sum Eyðun Joensen, sálarfrøðingur og táverandi formaður í filmseftirlitinum skrivar í blaðnum »Úr Luftini« tann 18. okt. 1996, við yvirskriftini »Lata foreldur bara standa til, hvat børn síggja í sjónvarpi«. Har sigur hann m.a.: »Umfatandi vísindakanningar seinnu árini kunna benda á, at samband er millum eitt nú at síggja grovar harðskapsfilmar í massavís og so menning av hugburði til harðskap og møguliga eisini beinleiðis harðskap«.

Eisini vilja vit vísa á løgtingslóg nr. 22 um kringvarp v.m. - harundir kemur eisini Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya. (§ 5 stk. 1 og § 17 stk. 1).

Har verður víst til § 33 stk. 3: »Loyvishavarin skal ansa eftir, at sendingar ikki kunna skaða likamligu, sálarligu og siðalagsligu menningina hjá børnum og ungum undir lógaraldur, eitt nú við ónærisligum ella ógrundaðum harðligum innihaldi«.

Vit vilja tí heita á Sjónvarp Føroya um, at filmar við harðskapi og siðloysi ikki verða vístir áðrenn børn eru farin til songar - neyvari ásett kl. 23.00. Tað er jú ásett við lóg, at slíkir filmar ikki skulu vísast fyri børnum.

Eisini vilja vit heita á Sjónvarp Føroya, um ikki at senda barnasendingar við óhugnaligum innihaldi ella við gandi. Slíkar sendingar halda vit væl kunna skaða bæði likamligu og sálarligu menningina hjá børnum.

Í Útvarp Føroya eru eisini sendingar við gandi, sum er óhóskandi at læra børnini. Vit heita á fjølmiðlar okkara, um heldur at senda meira uppbyggjandi og lærandi tilfar, sum ikki skaðar okkara uppvaksandi ættarlið, men virkar fyri, at kristna siðalæran verður hildin í hevd.

Vinarlig heilsan


Fyri Brøðrasamkomuna: Helen Joensen, skrivstovukvinna, Saltangará. Elsa Petersen, húsmóðir, Kollafjørður. Malan Rasmussen, húsmóðir, Søldafjørður og Miriam Rasmussen, lærari, Toftir.

Fyri Kelduna í Skálafirði: Oddvør Jacobsen, heilsusystir, Glyvrar.

Fyri Heimamissiónina: Leila Højgaard, barnaráðgevi, Toftir.

Fyri Frelsunarherin: Eyð Højgaard Dam, sjúkrahjálpari, Tórshavn.

Fyri Hvítusunnusamkomurnar: Liss Jakobsen, sjúkrasystir, Tórshavn

Fyri adventistarnar: Sonja Danielsen, lærari, Tórshavn.


Fyri at verða hoyrdar, ynskja vit at fáa so nógvar undirskriftir sum gjørligt frá kvinnum monnum omanfyri 18 ár, og hava valt at leggja listar út til omanfyrinevndu kristiligu samkomur um alt land okkara.

Farið í samkomur tykkara og setið undirskriftina á blað, sum liggur frammi, ella setið tykkum í samband við ein av omanfyrinevndu persónum.

Listin verður liggjandi frammi til jóla.