Rockfjeppari og skreytskrivari

Íslendingurin Jens Kristian Gudmundsson, Jens Guð, hevur verið í Føroyum og lært føroyingar skreytskrift, kaligrafi. Umframt hetta, so hevur hann tikið stig til eina norðurlendska fløgu við hørðum rocktónleiki, sum Tutl gevur út. Rock from the cold seas, er ætlanin at nevna fløguna.

Fýra føroyskir bólkar luttaka á fløguni. m.a. Hatespeech, sum Jens Guð sigur eru rættiliga kendir í Íslandi.

Tað tók Jens Guð tó nærum eina viku at koma til Føroya.

Jens Kristian Gudmundsson er tann langa versiónin, men Jens Guð er tann, ið verður nýtt, sigur Jens, tá eg spyrji hann hvussu hetta við navninum hongur saman.

Vinfólkini kallaðu hann Jens Guð og hetta varð hangandi.

Jens Guð hevur verið lærari í kaligrafi í 18 ár og hevur júst verið í Føroyum og hildið kaligrafiskeið.


Tó byrjaðu skeiðini ikki, fyrr enn tey áttu at havt verið, tí illa gekk hjá Jens Guð at koma til Føroya.

Mánadag skuldi hann úr Íslandi til Føroya, men flogfarið avlýsti vegna vind í Vágum. Sama hendi týsdag. Hósdag avgjørdi Jens Guð at fara til Keypmannahavnar, men ikki var lendandi har vegna mjørka. Sostatt endaði hann í Hamburg og tók hann tokið úr Hamburg til Keypmannahavnar.


Fríggjadagin royndi hann so at koma við flogafari til Føroya. Fyri starvsfólkum hjá Atlantic Airways greiddi hann frá síni neyð, og endin var, at hann slapp við til Føroya. Nærum eina viku seinkaður.

Men skeiðið í Føroyum í Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla hevur riggað væl og um hálvthundrað fólk hava luttikið. Um 75 teknaðu seg at luttaka, men rúm var tíverri ikki fyri øllum.

Sjálvur lærdi Jens skrivikynstrið í 4 ár og hann er eisini grafskur designari. Tó dámar honum betri kaligrafi og er hann eisini serkønur í hesum aldargamla skrivikynstrinum.

Tónleikur

Í Íslandi kom Jens Guð í sambandi við Føroyingar, sum fingu hann hendavegin, tí eingin kaligrafilærari er í Føroyum. Somuleiðis funnu tey útav, at Jens í mong ár hevur havt áhuga fyri føroyskum tónleiki. Hann hevur í áravís savnað LP-plátur og nú fløgur.

Jens viðgongur, at hann er tónleikari, men vil heldur tosa um virksemi sítt innan tónleikavinnuna og norðurlendskt samstarv. Hann hevur t.d. fingist við útgávuvirksemi og at fáa bólkar til Íslands at leika.


Bjørk

Jens hevur eisini verið vitni til, hvussu nógv lættari tað er hjá norðurlendskum og íslendskum bólkum at koma sær fram nú, eftir at Bjørk hevur latið upp hurðarnar.

Tað er lættari at koma í fjølmiðlarnar í USA og Bretlandi nú, enn áður. Nógvir íslendskir bólkar selja lættliga eini tvey- til tríhundraðtúsund eintøk av fløgum sínum, uttan tó at koma nærhendis hittlistum.

Áhugin er so stórur og útbreiðsluarbeiðið so gott, orsakað av at Bjørk er so kend, metir Jens Guð. Í Hamburg hugdi Jens Guð í fløguhandlar og sá har fleiri íslendskar bólkar.

Jens heldur tað vera løgið, og ikki sørt argandi, at íslendingar eru so trongskygdir, tá um tónleik uttan fyri Ísland ræður.

- Tað er, sum verður bert hugt til USA ella Bretlands, meðan vit gloyma Skandi-navia. Vit gloyma t.d. Føroyar og Grønland, sigur Jens.

Sum heild metir Jens, at tað er umráðandi at tjóðirnar á okkara leiðum standa saman og geva sær far um hvat grannin tekst við. Alt nýtist ikki at koma úr USA.


Rasmus og Hatespeech

Jens Guð hevur havt tónleikasendingar í íslendskum útvarpi við eitt nú tónleiki úr Grønlandi. Fólk eru bilsin, at tað í Grønlandi eru tónleikarar, ið spæla rocktónleik. Sama sigur Jens vera galdandi fyri Føroyar. Fólk halda enn, at tað einasta, ið her er at hoyra er Rasmus, Ólavur Riddararós við Harkaliðnum ella Vikingband, ið eitt skifti ferðaðist nógv í Íslandi. Hesi løg eru ofta at hoyra í íslendskum útvarpi og eru væl dámd, men rockur úr Føroyum er sjáldan at hoyra. Hann nevnir tó James Olsen, ið veruliga hevur staðfest seg sum tónleikara innan allar tónleikagreinar.

Kári P. er ofta í fløgusavninum hjá fólki, men er annars sjáldan í útvarpi í Íslandi. Kári P búleikaðist eitt skifti í Íslandi og fyrra pláta hansara er eisini upptikin har síðst í sjeytiárunum.

Jens Guð heldur, at tá fløgurnar Rock í Føroyum 1 og 2 komu út, so vóru nógv í Íslandi, ungir dreingir, sum komu at kenna Hatespeech.

Fleiri av hesum hava ongantíð hoyrt teir, men hava gjøgnum alnótina samskift við ungar føroyingar og kenna tískil Hatespeech. Tey vita um henda góða føroyska heavy bólkin. Tíðindini um teir hava sostatt ferðast skjótari enn tónleikurin.

Jens Guð leggur afturat, at eisini bólkurin Mold er kendur í Íslandi.


Rock from the cold seas og NORA

Soleiðis kom Jens Guð fram á hugskotið um at savna bólkar úr Íslandi, Grønlandi, Føroyum, Sámalandi (Kystnorge) og eisini eru WinniPeg-íslendingar, búsitandi í Canada, við. Hann hevur tikið stig til fløguna og arbeiðir nú við hesum. Tutl gevur út. Ætlanin er at marknaðarføra fløguna í hesum londum, ið eru umboðað, men eisini so vítt gjørligt á altjóða marknaðinum.

Her kemur felagsskapurin Nora uppí. Nora, Nordisk Atlantsamarbejde, hevur eina verkætlan, ið hevur til endamáls at fíggja norrønar fløgur. Kjartan Hoydal, ið er á høvuðsskrivstovuni, sum er í Føroyum, hevur tikið stig til hesa verkætlan. Rakul Petersen er verkætlanarleiðari.

Her er ein møguleiki hjá ungum bólkum at gerast kendir uttanfyri Føroyar.

Jens Guð nevnir í hesum sambandi, at tað er undrunarvert, at so nógvir góðir bólkar eru í Føroyum.

Her máttu tey velja í millum fleiri, meðan aðrastaðni var kanska spurningur um at savna bólkar til ætlanina Rock from the cold seas.

Norðurlendsk plátuforløg eru eisini við í ætlanini, eins og Tutl. Tutl fløguhandilin er eisini farin at leggja seg eftir at hava sera breitt úrvæl av norðurlendskum plátum og fløgum.

Eisini eru aðrar líknandi fløguætlanir í væntu. T.d ein harmonikufløga, ið Pauli Jacobsen hevur tikið stig til.

Rock from the cold seas verður væntandi á marknaðinum í januar, ella har á leið. Luttakandi bólkarnir úr Føroyum eru m.a. Grønt, Fót, Slím. Her hoyrist føroyski dansurin aftur, heldur Jens Guð, sum heldur, at vit norðurlendingar hoyra ikki okkara egnu serkenni, men onnur hoyra tey.

Annars luttaka eisini Hatespeech, 200 og Diatribes.


Filmur

Filmur um ungdómsrock er eisini í stoypiskálini. Í Føroyum eru 3 bólkar við. Bæði ?live? og so eru eisini samrøður við limirnar. Farið verður eisini tætt uppá eina limin í bólkinum Happy?, ið var so heppin at gerast ?The Local Hero?.

Filmurin hevur heitið ?Heita Norður?, tí í víðu verð verður filmurin uppfataður eksotiskt. Fýra lond eru við í filminum, sum eisini hevur náttúrulýsingar.


Í Cannes

Í januar hittast í Cannes umboð fyri forløg úr øllum fýra londunum at birta undir altjóða sølusáttmálar og fundast um ymiskt virksemi.

Sanniliga eru vánirnar hjá føroyskum rocktónleikarum nógv broyttar. Og Rakul Petersen og Jens Guð siga, at tað er stuttligt, at tað nú er loyvi og eisini umráðandi at ganga út úr takt, at víkja burturfrá.

Soleiðis var ikki fyrr. Í dag er umráðandi at hava serstakan stíl og verður hetta lagt til merkis, eru tey bæði samd um.

Jens Guð er spentur uppá fløguætlanina og væntar sær nógv av henni.

Jens Guð fór av landinum aftur fyri jól. Og vónandi vóru veðurgudarnir við honum, so betur gekst honum á heimleið, enn á leiðini til Føroya.

Og skuldi tú verið so heppin at fingið jólakort, ið er skrivað við skreytskrift, so er tað helst ein av skeiðluttakarunum hjá skreytskrivaranum og rockfjepparanum Jens Guð, ið roynir síni nýlærdu kynstur.