at kenna. Í besta aldri, við lívinum framman fyri sær, misti hon mannin og varð einsamøll um at uppala tvey børn. Hóast mótburð og sorg, elskaði hon lívið og dugdi at síggja og virða tað góða í gerandisdegnum [...] og pannukøkur bornar niðan. So var summar í havanum hjá Hinnu. Mót vári Hví stúrir tú hjarta, móti vári, tá sól vermir blómprýddan heim, og gentan við rósum í hári sæl droymir um lukku og gleim. Tað er [...] skilti meg. Vit gingu til føroyskan dans og høvdu mong onnur felags áhugamál. Í dag leita mínir tankar aftur á góðu løturnar í urtagarðinum. Hon bíðaði ikki til ein annan dag, hon dugdi at njóta føroyska
dyggiliga hevur tapt telvingina um skipan av landsstýri. Hóast nógv hevur verið satsað uppá Høgna Hoydal í hesum, so er greitt, at tað er Anfinn Kallsberg, sum er tann tungi drongurin, tí hann hevur vunnið [...] at ómetaliga stór vælvild er víst sjálvstýrisflokkinum. Hann hevur 2000 atkvøður og hevur fingið 2 landsstýrismenn. Tjóðveldisflokkurin hevur 6500 atkvøður og hann fær tríggjar. So javnvágin er ikki góð [...] til, at fólksins vilji sæst aftur í tí politiska arbeiðinum. Og fólksins vilji er at vera verandi í ríkisfelagsskapinum. Jóannes Eidesgaard sigur annars, at kjarnan í sjálvstýrispolitikkinum hjá nýggju
kravdist ein hálv til ein mørk í jørð. Í eini samrøðu í 1977 umrøddi Heðin Brú skaldsøguna og lógina soleiðis: »?Men lívið lær? er skrivað út frá tí lóg sum bleiv gjøgnumførd í 1777, um at eingin mátti giftast [...] stuðlar hjá Duritu í hennara stríði at finna sær ein sess í samfelagnum og tilveruni. Endurreising og reingerð Foreldrini hjá Duritu búgva eisini í Kervík, og stutt eftir, at hon hevur fingið ein son, flytir [...] ímóti tí lívshatsku pietismuni, sum prestarnir hava potað niður í fólk: tú skalt ikki vænta nakað í hesum jammurdalinum, lønina fært tú hinumegin o.s.fr. Pápi Duritu umboðar hesa fatan, tá ið hann fortelur
lendir aftur í Hvalba . Kanska betalir tú skatt onkra aðrastaðni, kanska hevur tú hús og familju har eisini. Tú hevur fest rót av nýggjum. Men tað fær aldrin tikið frá tær tí uppruna, har í tú festi rót [...] uppvaksnir í eini tíð, tá ið teir ótarnaðir sluppu at varðveita síni sereyðkenni. Har ert tú rótfestur Natte segði at har tú er uppvaksin, har ert tú rótfestur og hagar vitjar tú ofta aftur í huganum, líka [...] líka mikið, hvar í landinum, ella hvar í heiminum, tú festur búgv. Eg havi verið báði í París, í London og øðrum stórum býum við og har hevur verið nógv vakurt og stórbært at síggja. Men ein fagran
fíggjarmálaráðharri. Karsten hevur fingist við politikk í nógv ár, men hevur ikki verið serliga nógv frammi í landspolitikki. Hinvegin hevur hann seinastu tíggju árini verið nógv uppi í kommunalpolitikki. Hann [...] valdur inn í Klaksvíkar Býráð fyri Tjóðveldisflokkin við valið í desember 1988 og hevur sitið har síðan. Hann hevur sitið í samgongu øll tíggju árini. Fyrstu fýra árini var hann formaður í byggi- og b [...] løgreglumaður mitt í 70-árunum og seinast í 70-árunum gjørdist hann sýslumaður og støðleiðari í Klaksvík. Karsten Hansen hevur eisini verið fakliga aktivur. Í 12 ár var hann formaður í Føroya Politistafelagnum
sjálvum her í Singapore. Longri tú er saman við fremmandum fólki, tess betri lærir tú tey at kenna og tess betri dugir tú at góðtaka teirra livihátt. Seiggið í Paturson monnunum Eg eri staddur í lufthavnini [...] síggja ljósini frá bygdum og býum í Týsklandi. Skjótt gongur eisini eystureftir. Fjarstøðan millum lond í Europa minkar burtur í einki, tá tú hevur trettan tímar fyri framman í luftini. Eg siti og hyggi út [...] Í einum handli, sum selir brúktar bøkur á Dag Hammerskjølds Allé í Keypmannahavn ein gráan og kaldan dag í apríl í ár. Hetta er ein av teimum heilt fáu antikvarhandlum, eg havi vitjað, har skil hevur verið
John Heri Dam við í 1. deildarhópinum. John Heri spældi ikki móti GÍ, tí hann í síðstu viku og í hesi vikuni er niðri í skúla, og Jan Dam, ið hevur verið mettur sum ein av lyklaspælarunum í nógv ár, situr [...] megna at koma í steypafinaluna. Gøtumenn hava verið mest vinnandi felagið í fremstu røð í nítiárunum, og teir sleppa eisini at royna seg í Europa Cup í summar, tí teir vunnu løgmanssteypið í fjør, men avrikini [...] er formaður í HB. Í ár situr hann uttanfyri og hyggur at, og sjálvandi er hann fegin um gongdina higartil: ? Nú havi eg verið í HB í nógv ár, og eg má siga sum er, at eg havi ongantíð sæð nakað HB lið
tað var sum sild í tunnu, men í dag er steindeytt um dyr okkara. Eg kann eisini minnast, at onkur segði við pápa aftaná jarðarferðina, meðan eg hoyrdi, at viðkomandi hevði ikki sæð stórt fleiri fólk til [...] til eina jarðarferð, enn fylgið aftaná mammu. Eg rokni við, tú hoyrir meg gráta nú mamma, hevði tú bara verið her og troysta meg í tínum mjúka favni. Mamma heilsaði altíð uppá fólk, tá vit gingu túr, líkamikið [...] fleiri ferðir stillaði skák mát við óhugna í samband við deyðan. Vit eru nú blivin trý ár eldri, síðani vit mistu teg góða mamma. Tú hevði verið glað, um tú sást hvussu nógv vit eru vaksin. Ronni var jú
enn í Peru. Eg havi ging-ið í einum katólskum gentuskúla í Lima. ? Eg eri ógvuliga hugtikin av nógvum í Føroyum, sum vit ikki hava í Peru. Til dømis kostar tað einki at ganga í skúla í Føroyum. Í Peru [...] Rosa Navarro. ? At fara í ball í Føroyum er heilt øðrvísi. Her dansa øll saman, ofta genta og genta. Í Peru er nógv meiri rørsla og rútma í dansinum, og tá ið tú fert í dans, dansar tú næstan alla tíðina og [...] Navarro úr Lima í Peru at búgva hjá húskinum Vilhelmsen í eitt ár. Rosa Navarro hevur nú verið í Føroyum í 10 mánaðir, og tað er við sorgblídni hon skal siga farvæl við familjuna, hon hevur búð hjá hesa tíðina
framúr væl. Hon hevur ein torføran leiklut við nógvum replikkum og hon tosaði alla tíðina. Men hon dugdi heilt ótrúliga væl. ? Hon er dominerandi í familjuni og hon undirtrykkir mannin væl og virðiliga [...] Um tað er tí at tað eru ov nógv tiltøk í høvuðsstaðnum í løtuni er ikki greitt, men tað hava verið ógvuliga fáir áhoyrarar til leikin »Brim og brúdleyp«. Jákup Olsen sigur, at tað bert hava verið millum [...] tað er spell at ikki fleiri fólk hava sæð leikin. Nakrar sýningar afturat Hvussu ofta leikurin verður framførdur afturat er Jákup Olsen, leikstjóri ikki greiður yvir í verandi løtu. ? Tað verða undir øllum