inntil fartur varð, fóru vit út á bøin. Var ivaveður, so mundi ætlanin vera at fylla ein brunn, men sá tað út fyri terra, so varð hugsað um at fáa hoyggj í løðuna. Meðan vit soleiðis eru komnir í gongd á Húsabønum [...] keldur at oysa úr, bæði úr gomlu Skálavík og teimum mongu árunum á víddunum vestan hav. So nú er morgunmatartíð, vit fara inn og børnini aftaná. Tað ráddi um at skunda sær, men eg minnist einki annað enn at [...] Skálavíkar at halda hús hjá Jóannesi í Dalsgarði, sum hon seinni giftist við. Hann var nakað frammanundan komin heim aftur úr Kanada og hevði tikið við garðinum. Stríð og strev var frá morgni til myrkurs, men bæði
tí tað herðir kappingina. - Vit síggja tað nú við Kaupthing, sum hevur sett innlánsrentuna upp, og beinanvegin eru hinir peningastovnarnir noyddir at fylgja við. Fyrr hava vit verið í eini slags monopolstøðu [...] ongin munur á føroyingum og útlendingum. Og at halda at vit hava nakran serkunnleika at reka bankavirksemi, er eisini skeivt. Allur serkunnleiki er komin aðrastaðni frá. Soleiðis er eisini í øðrum vinnum, sum [...] ein slíkur latið betri prís, enn prísurin ið fæst við at selja bankan við teimum avmarkingum, sum eru lagdar í søluleistin. Her hava atlitini frá politiskari síðu um tryggja avgerðarrættin á føroyskum
hann var fullvísur í, at alt var sum tað skuldi. Eiga vit slík flogvit í Føroyum? Nei, tað gera vit ikki, og tað mugu vit vera so frægt at okkum komin at góðtaka og virða. Tí haldi eg tað vera bæði fáfongt [...] av dagbløðum ikki. Tað er ikki synd í rithøvundum Hetta, sum eg her havi nevnt, eru skilmarkingar av tí at ummæla, sum eru meira og minni góðtiknar í øðrum londum, og sum eftir mínum tykki eisini áttu at [...] i havi eg mína egnu meining um, hvat eitt bókaummæli skal innihalda, eins og aðrir ummælarar, eitt nú Carl Jóhan Jensen, Hanus Kamban og Kim Simonsen, hava sínar meiningar um sama. Eg skal her royna at
tveita gullmerkini burtur, nú teir eru tíggju stig frammanfyri okkum, og tað eru átjan stig eftir at spæla um. Næstu ferð skulu vit spæla týdningarmiklan dyst í Gøtu, og nú fara vit at hava fokus á honum. [...] við avrikið. - Tað týdningarmiklasta var, at vit vunnu øll stigini. Harvið eru vit framvegis næstovast, og vit miðja eftir silvurkrónunum. Gullið hugsa vit ikki um, tí tað ber illa til at ímynda sær, at
á jóansøku. Nú vit eru farin um longsta dag, og jóansøkustevna verður hildin um vikuskiftið, hava 50 prosent av føroyingum fingið fyrra prikið. Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur, at nú er teinurin [...] av koppingarevni hevur verið høg, sigur bólkurin í støðulýsingini. Málið hjá Koppsetingarbólkinum er nú, at koppsetingin í Føroyum verður liðug í september.
Løgreglan sigur nú, at eftirlýsti bilurin í Havn við nummarspjaldrinum TS 327, sum varð stolin við Posta á Óðinshædd seinnapartin í gjár, nú er funnin aftur í øllum góðum. Tað var í morgun, at vaktleiðarin [...] løgreglan veit ikki í løtuni, hvør - ella um - samanhangur er. Tað einasta, sum beint nú er greitt, er, at báðir bilarnir eru komnir aftur í aftur í øllum góðum. Tá vaktleiðarin var í telefonini fyri løtu síðan [...] síðan, dugdi hann ikki at siga, hvar hesin seinni bilurin varð funnin aftur. - Vit vita heldur ikki í løtuni, um lyklarnir hava ligið í hesum báðum bilunum, men tað verður so eisini ein partur av málinum
Í Føroyum tosa vit nógv um tørvin á fleiri kommunulæknum. Tað er gott, at ein nýggj læknaviðtala verður sett á stovn í Havn, men vit mugu eisini tora at hugsa øðrvísi. Tað er ikki nóg mikið bara at seta [...] hjá læknum, men eisini gevur borgarum betri heilsu. Vit mugu eisini minnast, at fysioterapi sum fak hevur ment seg nógv gjøgnum árini. Fysioterapeutar eru í dag væl útbúnir til at screena og uppdaga reyð [...] vera væl vard. Hetta er sjálvandi eisini møguligt í Føroyum. Vit hava ov fáar læknar í Føroyum – serliga í Tórshavnar kommunu er støðan óheppin, nú nærum 800 borgarar standa uttan fastan kommunulækna. Tí er
at vita, hvar vit flóta og, hvar ætlanin liggur, sigur hon. Hon sigur sostatt, at ætlanin við hesum fundinum er at fáa eina kunning frá privata felagnum aftanfyri ætlanina. - Eitt, sum vit vilja fáa greiði [...] Nú er ætlanin at fáa gongd á arbeiðið at gera nógv umrødda undirsjóvartunnilin ímillum Streymoy og Eysturoy. Samgongan er samd um, at tunnilin skal verða verandi á privatum hondum, soleiðis sum upprunaliga [...] felagið framvegis sinnað at fremja ætlanina, fer landsstýrið at arbeiða víðari við málinum. - So fara at vit gera eitt upplegg til samráðingar og at samráðast við felagið um, hvørjar loyvistreytirnar skulu vera
gera í Sosialinum, eitt nú við at hava skrivstovu í Klaksvík og við regluligum vitjanum í økinum. Nú vilja vit fegin spenna okkum meiri út. Í Miðlahúsinum í Vágsbotni eru vit júst nú farin undir nýtt konsept [...] Vit hava móttøku í studionum, sum vit fyri stuttum keyptu frá Pegasus. Tá ið vit fingu tann møguleikan, vóru vit ikki í iva um, at tað var rætt at keypa. Vit hava leingi verið sannførd um, at tað er rætt [...] hesum økinum. Vit hava væl skúlað og roynt fólk her norðuri, og vit vóna, at tað fer at bera til at klekja nýggj journalistisk evni her á leið, nú nýggjar avbjóðingar standa fyri framman. Vit bjóða øllum
- Fleiri fiskavirki kring landið eru í svárari neyð, og eru í vanda fyri at fara á heysin. Tað sigur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Nú ein dagin spurdi hann Høgna Hoydal, landsstýrismann [...] fáa fatur á fiski og tann spurningurin verður eisini kannaður. - Fiskur, vit útvega føroyskum skipum, skal landast í Føroyum, og vit eiga at viðgera hetta sum eitt bráðmál, leggur Høgni Hoydal afturat. [...] meiri fyri tann stóra toskin, varð hann avreiddur í Føroyum. So tað er fyri eina krónur fyri kilo, at vit missa allan fiskin av landinum og fyri tann minna toskin snýr tað seg um eini 20-30 oyru. - Tað er