Orðaskiftið um einskiljingina av Føroya Banka hevur verið hart seinastu vikurnar, og stóri spurningurin, sum framvegis hongur í luftini, er, um bankin eftir verandi leisti verður »foreraður« burtur til ávísar íleggjarar.
Ongin ivast í, at avgerðin hjá Løgtingingum kostar í krónum og oyrum. Tí um selt varð til ein sokallaðan ídnaðarligan íleggjara, sum einsamallur fekk hond og hevdsrætt yvir bankanum, so vildi ein slíkur latið betri prís, enn prísurin ið fæst við at selja bankan við teimum avmarkingum, sum eru lagdar í søluleistin.
Her hava atlitini frá politiskari síðu um tryggja avgerðarrættin á føroyskum hondum talt meiri, enn at fáa mest møguligt fyri bankan.
Avgjørt er selja tveir triðingar fyrst, og avmarkingarnar liggja í, at útlendskir íleggjarar sleppa at keypa 28 prosent, føroyskir íleggjarar onnur 28 prosent og føroyski almenningurin 10 prosent. Tó so, at ongin einstakur íleggjari fær meiri enn tað, ið svarar til 10 prosent av atkvøðunum á aðalfundinum.
Fyri landsstýrismannin í fíggjarmálum hevur tað sum áður nevnt størri týdning, at ræðisrætturin verður verandi í Føroyum, enn at selja fyri hægstbjóðandi. Hesum hava 31 av 32 tingmonnum atkvøtt fyri. Og tað er júst her, at stóri brølarin liggur, heldur búskaparfrøðingurin, Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovu Føroya.
- Við teimum upplýsingum, sum Løgtingið hevði úr frágreiðingini hjá serfrøðingum frá ABN Amro Bank, Spekt og Rasmussen & Weihe, er tað ófyrigeviligt, at teir atkvøddu fyri leggja hesar avmarkingar inn. Frágreiðingin sló fast, at við at selja til ein ídnaðarliga íleggjara, kundi fáast 40 prosent meiri fyri Føroya Banka, sigur Hermann Oskarsson.
Hann heldur tað vera nakað tvætl, at ein útlendskur eigari fer skera harðari niður upp á útreiðslurnar hjá bankanum, enn keyparar við føroyingum uppií. Millum annað við at niðurleggja deildir, siga starvsfólki upp og flyta serkunnleika av landinum. Óttin fyri at lata avgerðarrætin av hondum, er høvuðsatvoldin til avgerðina hjá Bárði Nielsen og Løgtinginum, um gera ein søluleist við amarkingum.
Hetta fyrivarni gevur Hermann Oskarsson lítið fyri.
- At trúgva tað, at ein føroyskur kapitalistur fer at uppføra seg øðrvísi enn ein útlendskur, er romantikkur og hevur onki við veruleikan at gera. Ein og hvør eigari fer spara tað, ið sparast kann. Ræðumyndin um at ein útlendskur eigari fer at niðurleggja fleiri deildir, enn tað annars kemur upp á tal við føroyskum eigaraskara, heldur als ikki. Ver vísur í, at einhvør eigari sker niður upp á tað, sum ikki gevur penger. Har er ongin munur á føroyingum og útlendingum. Og at halda at vit hava nakran serkunnleika at reka bankavirksemi, er eisini skeivt. Allur serkunnleiki er komin aðrastaðni frá. Soleiðis er eisini í øðrum vinnum, sum til dømis alivinnuni og oljuvinnuni, sigur Hermann Oskarsson.
Ongin trygd fyri nøkrum
Búskaparfrøðingurin hevur fyrr víst á, at tað er fyrimunur fyri føroyingar og føroyska samfelagið, at útlendskir peningastovnar koma inn, tí tað herðir kappingina.
- Vit síggja tað nú við Kaupthing, sum hevur sett innlánsrentuna upp, og beinanvegin eru hinir peningastovnarnir noyddir at fylgja við. Fyrr hava vit verið í eini slags monopolstøðu, og monopol hevur sum kunnugt ongantíð verið gott fyri nakað, sigur Hermann Oskarsson.
Hann ivast ikki í, at keypararnir fara at ganga eftir stórst møguligum vinningi.
- Meta teir at fáa mest møguligt við sjálvir at reka bankan, ja, so gera teir tað. Fáa teir hinvegin meiri við at selja hann einaferð, ja, so verður tað gjørt. Hetta kann ongin forða fyri. Spurningurin um hvønn týdning tað fær, at ein eigari í mesta lagi fær 10 prosent av avgerðarrættinum, er eisini lættu at svara uppá. Tá bankin er seldur, kunnu komandi eigararnir altíð broyta viðtøkurnar, so her er ongin trygd fyri nøkrum sum helst, sigur Hermann Oskarsson.
Eftir ætlan skal Føroya Banki einskiljast í hesum ársfjórðinginum.