Minningarorð um Gunhild Dalsgaard 1905-1999

   

11. august andaðist Gunhild Dalsgaard mett av døgum. Hon var ættað av Velbastað, tað sjeynda barnið av teim ellivu hjá Dánjali og Súsonnu Poulsen, bóndahjúnum á Steinum. Á ungum árum var hon í Danmørk; m.a. var hon á Ollerup háskúlanum, sum man hava havt stóra mennandi ávirkan á hana. Eitt langt skeið stóð hon so fyri húsarhaldinum hjá vælafólki.

Nakað eftir kríggið kom hon heim aftur, og tá um 1950 er tað, at hon fer til Skálavíkar at halda hús hjá Jóannesi í Dalsgarði, sum hon seinni giftist við. Hann var nakað frammanundan komin heim aftur úr Kanada og hevði tikið við garðinum.

Stríð og strev var frá morgni til myrkurs, men bæði vóru arbeiðssom og dugnalig, og eftir tátíðar umstøðum fingu tey væl burturúr. Nógvir eru teir ungdómar, ið hava havt sítt fyrsta lærupláss hjá bóndanum, og eg havi bara hoyrt teir bera honum alt gott og minnast tíðina við takksemi. Sjálvur var eg mangan í Dalsgarði í slóttutíð og hjálpti teimum. Bóndin dugdi so merkiliga væl at leggja arbeiðið til rættis; og var ein løta, so fór hann eftir tí, ið mest kravdi eina bøtandi hond.

Tá ið neytini vóru ambætað, og mjólkin koyrd út í kelduna at standa, inntil fartur varð, fóru vit út á bøin. Var ivaveður, so mundi ætlanin vera at fylla ein brunn, men sá tað út fyri terra, so varð hugsað um at fáa hoyggj í løðuna. Meðan vit soleiðis eru komnir í gongd á Húsabønum, bóndin sjálvur annar ella triðji, kemur ein riðil av børnum til okkara, og øll skuldu upp í vognin ella gera okkurt annað. Sjálvandi lá ikki altíð líka væl fyri, men hann hevði eitt merkiligt hegni at fara við børnum og ungum. Í arbeiði nýtti hann fá orð; tað var ikki fyri neyðini, men hevði hann stundir, fanst ikki betri frásøgumaður, og hann hevði nógvar keldur at oysa úr, bæði úr gomlu Skálavík og teimum mongu árunum á víddunum vestan hav.

So nú er morgunmatartíð, vit fara inn og børnini aftaná. Tað ráddi um at skunda sær, men eg minnist einki annað enn at øll fingu ein bita, hóast Gunhild hevði nógv um at ver aog vildi skunda sær út at hoyggja. Hon vildi øllum væl og hevði gott hjartalag, men varð ofta ikki rætt fatað, tí hon segði sína meining bart út og hevði ikki fyri neyðini at lata sínar meiningar hella at stuðulsbólkum og fylkingum. Nei, hon dugdi at hugsa sjálv og var heil. Hon hevði ein brennandi áhuga fyri øllum, ið rørdist í samfelagnum og unti hesum landi væl. Tað gav at bíta, tá ið Føroyar taptu nógv í Estlandi: »Nei, nei, teir skuldu ongantíð verið farnir upp í FIFA!«. Ættarkenslan hevði stóran týdning fyri hana, og hóast hon kom at sita einsamøll í fleiri ár, so hevði hon kortini samband um telefonina við ætt og vinir, og mong vóru tey, ið stukku inn á gólvið at fáa eitt prát við hana. Ein tann besta løtan á degnum var, tá ið Dimma kom, tá gloymdi hon tíð og stað og settist at lesa og hevði sínar viðmerkingar. Tað var púra óhugsandi fyri hana at flyta úr Skálavík, men lagnan vildi øðrvísi, og mjadnarbrot gjørdi, at hon tað seinasta hálva árið kom at búgva á Áargarði. Har hevði hon tað gott, men tað var kortini ikki tað sama sum at vera heima fyri hetta fría og frælsa menniskjað. Seinastu samrøðurnar við hana snúðu seg ofta um at biðja hesum heimi farvæl.

Sinniliga og inniliga greiddi hon frá síni sannføring um, at einki var at óttast.

Friður verið við minninum um fastur, Gunhild í Dalsgarði.


Regin