Nú er ætlanin at fáa gongd á arbeiðið at gera nógv umrødda undirsjóvartunnilin ímillum Streymoy og Eysturoy.
Samgongan er samd um, at tunnilin skal verða verandi á privatum hondum, soleiðis sum upprunaliga ætlað og Annika Olsen, landsstýriskvinna í samferðslumálum, ætlar ikki at leggjast á boðini.
Hon hevur longu boðsent privata felagnum, sum tók stig til tunnilin á fund at tosa um møguleikarnar fyri at fremja ætlanina.
Fundurin verður í ovurmorgin, hósdagin.
Annika Olsen sigur, at talan verður ikki um ein beinleiðis samráðingarfund um hvørjar treytir, privata felagið fer at virka undir.
- Ætlanin við hesum fyrsta fundinum er at vita, hvar vit flóta og, hvar ætlanin liggur, sigur hon.
Hon sigur sostatt, at ætlanin við hesum fundinum er at fáa eina kunning frá privata felagnum aftanfyri ætlanina.
- Eitt, sum vit vilja fáa greiði á, er um hetta er ein verkætlan, sum privata felagið framvegis er áhugað at fremja.
- Tað er nógv hent seinastu tíðina og tí má fyrsta stigið vera at vita, hvar ætlanin liggur og, um felagið framvegis er áhugað í at fremja hana yvirhøvur, sigur hon.
Arbeiða skjótt
Men hon leggur dent á, at er privata felagið framvegis sinnað at fremja ætlanina, fer landsstýrið at arbeiða víðari við málinum.
- So fara at vit gera eitt upplegg til samráðingar og at samráðast við felagið um, hvørjar loyvistreytirnar skulu vera.
Og verður úrslitið av hesum fyrsta fundinum tað, at felagið er sinnað at arbeiða víðari við verkætlanini, er landsstýriskvinnan sinnað at bera skjótt at.
- Eg haldi avgjørt, at hendan verkætlanin skal verða verandi á privatum hondum og er privata felagið framvegis sinnað at fremja verkætlanina, ætli eg, at fundirnir um loyvistreytirnar skulu vera rættiliga skjótt, sigur Annika Olsen.
Hvørjar treytirnar verða, kann hon onki siga um enn, men hon sigur, at tað sjálvandi er umráðandi at finna tað bestu loysnina, bæði fyri privata felagið, men eisini fyri landskassan og tí skulu allir møguleikar kannast og viðgerast.
Ein tungur burður
Spurningurin um undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy er nú eitt gamalt mál.
Tað var longu í 2002, at einstaklingar tóku seg saman at kanna málið og í 2003 varð hugskotið lagt alment fram, har áhugin var stórur, eisini hjá politiska myndugleikanum.
Tíðliga í 2006 varð Partafelag stovnað við tí endamáli at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy og fast samband ímillum teir báðar armarnar á Skálafirði. Arbeitt hevur mest verið við eini ætlan um undirsjóvartunnil úr Streymoy í Skálafjørð við eini rundkoyring á botni og einari tunnilsgrein yvir á Strendur og einari yvir á Toftir.
Tíðliga í 2007 søkti partafelagið landsstýrið um loyvi at gera tunnilin, men síðani hevur felagið bíðað eftir politikarunum og sostatt er ætlanin at kalla ongan veg komin enn.
Samgongan, sum tá sat samtykti at taka upp samráðingar við felagið um loyvistreytirnar.
Men tað dróg út, m.a. tí at løgtingið játtaði ikki umleið eina hálva millión til neyðuga uttanhýsis, serfrøðiliga tøkniliga og løgfrøðiliga ráðgeving.
Tá ið CHE samgongan tók við í januar í ár, vendist alt á høvdið. Tann samgongan vildi ikki lata tað privata felagið gera tunnilin, tí tað skuldi landið gera, samstundis sum hann skuldi verða partur í íløguraðfestingarnar hjá samgonguni.
Men so langt kom samgongan ikki, tí hon slitnaði longu fyrr í heyst.
Nýggja ABC samgongan hevur so tikið táttin upp aftur og er sinnað at lata tað privata felagið halda fram við ætlanini og nú hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna, so sett hol á tað arbeiðið og hevur boðsent tunnilsfelagnum á fund.
Les eisini greinina: Koyrandi undir Skálafjørð í 2014.