Hava fokus á silvurkrónunum

NSÍ spælararnir vóru lættir og fegnir um heimasigurin á ÍF. Teir hildu, at tølini ikki samsvaraðu við avrikið.

- Tað týdningarmiklasta var, at vit vunnu øll stigini. Harvið eru vit framvegis næstovast, og vit miðja eftir silvurkrónunum. Gullið hugsa vit ikki um, tí tað ber illa til at ímynda sær, at EB/Streymur fer at tveita gullmerkini burtur, nú teir eru tíggju stig frammanfyri okkum, og tað eru átjan stig eftir at spæla um. Næstu ferð skulu vit spæla týdningarmiklan dyst í Gøtu, og nú fara vit at hava fokus á honum.