einum máli, sum í vavi, virði, týdningi og avleiðingum, er millum størstu mál, ið ein fyrisiting yvirhøvur kann viðgera. Í mun til føroyska búskapin, føroyska vinnubygnaðin og í mun til fólkið í Føroyum, sum [...] sum eru ásettir í lógini. Men kunngerðin setir skip og bólkar saman í heilt nýggjar bólkar, sum onga heimild hava í lógini. Tildømis er bólkur 4A, 4B, garnaskip og skeljabátar sett saman í ein nýggjan bólk [...] og fiska í sama bólki. Og kunngerðin er sostatt beinleiðis í andsøgn við allan grundbygnaðin í lógini um vinnuligan fiskiskap, og við ta rættarpraksis, ið hevur verið bygd upp, síðani lógin kom í gildi,
hetta. Hesa heilsan sendir Poul Michelsen sínum fyrrverandi floksfeløgum í Fólkaflokkinum, sum í farnu viku rættiliga kom í andglettin, tá tingmaðurin úr Havn eftir 40 ára tænastu sendi formanninum [...] il mál verið blokerað í flokkinum. Eitt dømi var revsilógin, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna, legði fyri tingið fyrr í ár, og sum mundi kostað henni hennara politiska lív í flokkinum. Dropin, ið fekk [...] bremsuni í týðandi málum. Samfelagið má telgjast til tann veruleika, Føroyar eru í nú, og tað hjálpir ikki at knarra um blokkniðurskurðin fyri skjótt 10 árum síðan, sum summir eisini gera í Fólkaflokkinum
bygningarnar tú teknaði, ofta við støði í rustikkum føroyskum byggisiði, men eisini tað, tú hevur avrikað í tekningum tey nú mongu seinastu árini í Føroyum og í útlandinum, og serliga bøkurnar um kirkjurnar [...] arkitektunum – mann sær bæði Alvar Alto og Arna Jacobsen aftur í hesum verki. Postverkið í Klakksvík er annað verk, sum eisini kemur at standa eftir seg í føroyskari byggilist, og eisini sethúsakappingina [...] sum eru komin eftir teg. Tað var fyrst í 1976 eg byrjaði hjá tær (hevði eisini undir lesnaðinum arbeitt í summarfrítíðini á teknistovuni). Tá var teknistovan í sethúsunum við Heygsvegin – teknistova
sum táttar í 80.000 krónur um vikuna. Tað er lønin, ið læknar í føroyska heilsuverkinum fáa í summum førum. - Hetta er ein løn, sum heilt órímilig, heldur John Johannessen, landsstýrismaður í heilsumálum [...] at í lógini, sum nú er, stendur, at vit hava trý sjúkrahús, men í nýggju lógini er tað tikið burtur úr? - Ja, men eg ætli at seta í sjálvan lógartekstin, at Sjúkrahús Føroya skal vera staðsett í Klaksvík [...] kommunulæknarnar í oynni, so at teir fáa betri frið uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Varð hendan skipan ikki sett í verk, hevði tað verið ómøguligt at fáa kommunulæknar at átaka sær starv í Suðuroy, tí teir
vunnu tey rættindi í øðrum londum. Í Føroyum var hetta slett ikki eitt mál, tá Vilhelm Johannesen, landsstýrismaður, í 1987 bar eitt lógaruppskot niðan í tingið um at broyta grein 266b í revsiliógini. Hetta [...] gongdin í stuttum: Tað var tann 10. desember í 1987, at landsstýrið samtykti at leggja málið um at seta lóg nr. 337 frá 3. juni 1987 um broytingar í revsilógini um forboð móti mismuni vegna rasu v. m. í gildi [...] Paula Danielsen fór Karolina Petersen í landsstýrið. Málið um grein 266b var endaliga samtykt í løgtinginum 15. desember í 2006. Og í 2016 samtykti Løgtingið, at fólk av sama kyni kunnu giftast borgarliga
veipaðu vi føroyskum fløggum á Gongugøtuni, men veruleikin í dag sigur, at meðan Jens Kristian er liðformaður á A-landsliði okkara, er Regin formaður í áskoðarabólkinum, 12. maður. Skipaði altið fyri Tó so [...] landsliðið kundi standa seg somikið væl í altjóða høpi. Í dag er støðan heilt øðrvísi, og krøvini frá áskoðarunum eru eisini væl størri. T.d. var so at siga einki í býnum mikukvøldið, sum bendi á, at vit [...] vit í prát við ein dana, sum longu var farin til arbeiðis. Hann arbeiddi við vegagerð av onkrum slag, og hann hugdi eitt sindur løgið eftir okkum, soleiðis sum vit gingu, málaðir í andlitinum og í góðum
nar í Forsætismálaráðnum hósdagin, verða við, at danski fíggjarmálaráðharrin, Mogens Lykketoft, segði, at verða liviumstøðurnar í Føroyum betri enn í Danmark, verður ríkisstuðulin tikin burtur ? í einum [...] at landsstýrið fær seg til at skjóta upp, at danir skulu fáa pant í okkara møguligu oljuinntøkum, pant í okkara arvasilvuri, pant í okkara arvi til okkara eftirkomarar. Hugsið tykkum til, at nú skal [...] Fíggjarpolitiski orðførarin hjá danska Javnaðarflokkinum, Jan Petersen, sum eisini er virkandi formaður í Føroyanevndini hjá Fólkatinginum, er ikki so avgjørdur, hóast hann ikki vil avvísa, at blokkstuðulin
hjálparfólk á dagstovnum í Føroyum tóku lut í í farnu viku. Per Bøge og Jes Dige, sum starvast hjá Kræftens Bekæmpelse í Danmark sum ávikavist pedagogiskur konsulentur og ráðgevi hjá børnum í kreppu og sorg hildu [...] fyri. Carita Björklund, sum er formaður í Føroya Pedagogfelag, hevur arbeitt við børnum í sløk tjúgu ár og er mangan komin út fyri sum starvsfólk á stovni at uppliva eitt barn í sorg. Men kunnleikan til hesi [...] barnið í veruleikanum sigur, hvat í grundini liggur aftan fyri tí, tað sigur. Og umsorgan er tað týdningarmesta. - Ver saman við barninum. Tu skalt ikki loysa trupulleikarnar hjá barninum, tí tað ber í grundini
fór hann avstað aftur við. Vann frama Í januar 1976 var norðurlendskur ráðharrafundur í Kungälv í Svøríki. Har møttu so Demmus Hentze og eg sum tann føroyski parturin í ráðharraráðnum. Niels Matthiasen var [...] sigur, at umstøðurnar í Norðurlandahúsinum kollveltu møguleikarnar hjá øllum mentunarlívi í Føroyum, og at vit als ikki hava mist okkum burtur í øllum hesum, sum onkur vildi vera við í fyrstuni. Tvørturímóti [...] Løgtingið, legði uppskot fram í 1971 í ráðnum um at byggja eitt sjónleikarhús í Føroyum, og síðani bleiv ein norðurlendsk nevnd sett at viðgera hetta uppskotið. Hetta vrakaði hon tó og segði tað ikki vera
slapp inn. Ein ketildrakt lá í bilinum og hana royndi eg at lata meg í. Men eg var so køld, at tað gekk longi aðrenn eg slapp í hana. Marianna Joensen sigur, at sendari var í bilinum, og hon royndi at fáa [...] einir 30 mans til reiðar í Lopra. Samstundis vóru boð send eftir bjargingarliðinum í Vági og eisini har vóru einir 10 mans til reiðar beinanvegin, sigur Kári Hammer, formaður í bjargingarfelagnum. Men [...] Joensen í Sumba seint gloymir. Tí henda dagin, ímeðan øll vit onnur ikki torgaðu okkum út fyri dyr fyri einum tí herviligasta kavarokinum og storminum í langa tíð, bardust hon fyri lívinum úti í óbygdum