10. desember er mannarættindadagur. Men tað er eisini ein annar merkisdagur í Føroya søgu, tí hendan dagin í 1987 samtykti landsstýrið, at tað skuldi verða bannað at happa og forfylgja fólki fyri at vera samkynd. Ein av teimum seks, sum var í landsstýrinum tá, tók kortini ikki undir við hesum. Tað var presturin Niels Pauli Danielsen, sum byrjaði stríðið ímóti samkyndum í Føroyum, sum hevur koyrt síðani tá, men sum kortini tykist fánað burtur.
Vit skulu 34 ár aftur í tíðinda fyri at finna byrjanina til tað, sum seinni vísti seg at vera stríðið fyri rættindum til samkynd í Føroyum. Føroyingar hava altíð skúgvað óbehagiligar avgerðir til viks, so sum at virða øðrvísi fólk sum part av samfelagnum. Fólk við sálartrupulleikum vórðu flutt av landinum. Fangar vórðu fluttir av landinum. Samkynd vóru als ikki umrødd – tey máttu fyri sítt egna besta flýggja av landinum.
Aðrastaðni fóru fólk og samfeløg so smátt at góðtaka, at nøkur fólk eru øðrvísi. Tí vunnu tey rættindi í øðrum londum.
Í Føroyum var hetta slett ikki eitt mál, tá Vilhelm Johannesen, landsstýrismaður, í 1987 bar eitt lógaruppskot niðan í tingið um at broyta grein 266b í revsiliógini. Hetta var ikki nakað, sum flokkarnir í landsstýrinum høvdu planlagt, men ein kongalig fyriskipan, sum kom úr Fókatinginum, sum tær plagdu, tá lógir í Føroyum skuldu tillagast.
Eingin í landsstýrinum gav hesum gætur – fyrr enn presturin í landsstýrinum, Niels Pauli Danielsen í Kristiliga Fólkaflokkinum fann út av, at hetta snúði seg um samkynd.
Og so var eldur í skálanum. Prestur vildi ikki góðtaka, at landsstýrið vildi legalisera homosexualitet – við at samtykkja eina lóg, sum gjørdi tað ólógligt at forylgja fólki vegna sína kynsligu sannføring.
Í dag ljóðar tað kanska ótrúligt, at tað skuldi vera ein trupulleiki fyri eitt landsstýri. Men tað var tað. Hetta gjørdi stevið í samgonguni sera vánaligt. So løgið tað ljóðar, so var tað ein prestur, sum byrjaði beinleiðis herferðina ímóti samkyndum fólkum í Føroyum.
Niels Pauli Danielsen, landsstýrismaður fyri Kristiliga Fólkaflokkin, og løgtingsmaður floksins, Tordur Nicalsen, vaknaðu við kaldan dreym, tá hetta málið varð tikið upp:
– Skulu vit nú blástempla slíkt siðloysi sum homoseksualitet?
Tað vildu teir ikki. Nógv kjak var, og nógvar vóru ákoyringarnar ímóti landsstýrinum, sum »vildi fremja hetta siðloysi í Føroyum«.
Politiska skipanin megnaði ikki at standa ímóti trýstinum – og endin var, at málið varð felt í løgtinginum. Bara ein atkvøða var fyri, og hana átti einasta kvinnan á tingi, Karin Kjølbro, ið sum hin einasta tordi at standa ímóti trýstinum.
Hetta málið skalaði samgognuna millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Kristiliga Fólkaflokkin illa. Og tá landsstýrið á vári í 1988 legði uppskot fram um at seta eina javnstøðunevnd, sum skuldi tryggja javnrætt millum kvinnur og menn, var aftur galið. Hetta »siðloysi« vildi Kristiligi Fólkaflokkurin heldur ikki vera við til.
Flokkurin kravdi, at løgmaður tók uppskotið aftur. Tað vildi Atli Dam ikki hoyra talan um. Vildi Kristiliga Fólkaflokkurin ikki vera við til at fremja javnstøðu millum kvinnur og menn á hendan hátt, so mátti flokkurin heldur fara.
Og so varð.
Kristiligi Fólkaflokkurin fór úr samgonguni – og hin helvtin av flokkinum, sum tá var farin í tvínginar vegna klandur, Adolf Hansen, kom upp í samgonguna í staðin.
Adolf Hansen hevði tá stovnað Framsóknarflokkin, og landsstýriskvinna fyri Framsóknarflokkin gjørdist Karolina Petersen – sum harvið gjørdist onnur kvinnan í einum landsstýrissessi.
Men javnstøðulógin mátti bíða.
Tingmenn hildu tað vera siðloysi – og ógudiligt – at fremja javnstøðu millum menn og kvinnur við lóg. Ikki fyrr enn seks ár seinni, var løgtingið búgvið til at samtykkja javnstøðulógina.
Stríðið um 266b tendraði aftur í 2005, tá Finnur Helmsdal, sáli, og Annita á Fríðriksmørk løgdu tað framaftur. Tað varð felt fyrru ferð. Men seinnu ferð, í 2006, varð tað samtykt.
Hetta málið var beinleiðis orsøk til, at Karsten Hansen vendi Tjóðveldinum bakið – sum hann hevði stríðst fyri altíð lívið – tí hann kundi ikki vera í einum flokki, sum var fyri »slíkum siðloysi«.
Restina av søguni kenna vit. 266b hevur ongantíð havt nakran beinleiðis týdning, tó at spurningurin hevur havt so stóran týdning fyri nakrar fáar tingmenn. Men lógarbroytingin hevði ein symbolskan týdning – ein týdning, sum 29. apríl í 2016 førdi til, at Løgtingið samtykti, at tvey fólk av sama kyni kunnu giftast í Føroyum.
Tey atfinningarsomu kunnu hava rætt í, at 266b var ein forleypari fyri tí, sum tey kalla »siðloysi«, og sum onnur kalla »nátúrlig borgarlig rættindi«. Ella »glíðibreytin«. Tað sum ger, at viðurskifti broytast. Lívið er alt sum tað er ein menning. Ein gongd ímóti tí, sum flestu okkara halda vera framstig.
Politiska gongdin í stuttum:
Tað var tann 10. desember í 1987, at landsstýrið samtykti at leggja málið um at seta lóg nr. 337 frá 3. juni 1987 um broytingar í revsilógini um forboð móti mismuni vegna rasu v. m. í gildi í Føroyum.
Í landsstýrinum tá sótu Javnaðarflokkurin, sum hevði løgmann, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Kristiligi Fólkaflokkurin Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokkurin.
Tá landsstýrið samtykti at leggja hesa lógarbroyting fyri tingið, vóru øll landsstýrisfólkini á fundi, eisini Niels Pauli Danielsen úr KRFFFF, sum seinni kúvendi, tá hann uppdagaði, at hendan lógarbroyting kundi vera fyri at verja samkynd.
Uppskotið kom til 1. viðgerð í løgtinginum uttan at nakar mótmælti, og málið varð sum vanligt beint í nevnd. So er tað, at Kristiligi Fólakflokkurin raknar við.
Endamálið við hesi lógarbroyting, sum per automatikk kom úr Fólkatinginum, var at verja samkynd ímóti happing. Og Kristiligi Fólkaflokkurin krevur nú, at málið verður tikið aftur.
Og nú var galið. Landsstýrið verður lagt undir bæði eitt og annað – eisini at vera ógudiligt, tí tað við hesum lógaruppskotið »verjir siðloysi«.
Kristilig Fólkaflokkurin sendir samgongufeløgunum bræv, har flokkurin sigur, at hann tilskilar sær at standa leysur av samgonguskjalinum og av annars gjørdum avtalum.
Hetta tóku Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin sum eina uppsøgn av samgongusamstarvinum.
Tordur Niclasen, løgtingsmaður og formaður í Kristiliga Fólkaflokkinum, sum tá var farin í tvíningar, kravdi av landsstýrinum, at málið varð tikið aftur. Men tað var eingin møguleiki, gjørdi Atli Dam, løgmaður, púra greitt.
Vilhelm Johannesen var landsstýrismaðurin, ið legði uppskotið fram. Tordur Niclasen legði málið út sum um, at landsstýrið við hesum vildi legalisera homosexualitet, men tað var als ikki tað, sum málið gekk út uppá, segði Vilhelm Johannesen.
Stríðið um javnstøðulóg og javnstøðunevnd var eisini drigið upp í hetta málið í 1987. Kristiligi Fólkaflokkurin og annars meiriluti á tingi stríddist við hond og fót ímóti, at setast skuldi ein javnstøðunevnd, og her var Bíblian eisini brúkt sum argument, soleiðis at løgtingið ikki við lóg fór at trýsta kvinnur fram at valdinum.
Endin av hesum stríðnum var, at Kristiligi Fólkaflokkurin fór úr samgonguni, sum harvið misti ein tingmann. Men í staðin fyri Kristiliga Fólkaflokkin kom hin helvtin av skrædnaða flokkinum, sum nú æt Framsóknarflokkurin við Adolf Hansen upp í landsstýrissamgonguna, og í staðin fyri Niels Paula Danielsen fór Karolina Petersen í landsstýrið.
Málið um grein 266b var endaliga samtykt í løgtinginum 15. desember í 2006.
Og í 2016 samtykti Løgtingið, at fólk av sama kyni kunnu giftast borgarliga.
Tá hendan samgongan varð skipað, var eitt lás sett í samgonguskjalið, so einki tingfólk í samgonguni kundi taka undir við andstøðuuppskoti um at geva samkyndum fleiri rættindi. Fleiri í samgonguni vildu rulla hjúnabandslógina aftur.
Í morgin skal slagið standa. Tá skal Løgtingið taka støðu til at geva samkyndum mammum rættindi sum sammóðir. Miðflokkurin hevur boðað frá, at verður málið samtykt, so fellir samgongan.
Av tí at Annika Olsen úr Fólkaflokkinum hevur boðað frá, at hon fer at atkøvða fyri, so er greitt, at meiriluti er fyri lógarbroytingini, sum samstundis merkir, at Miðflokkurin slítur samgonguna.
Men trupulleikin hjá Miðflokkinum er, at flokkurin hevur søguliga stórt vald í samgonguni, og tí er ikki vist, at flokkurin heldur vallyftini – og hugsandi er tí, at Miðflokkurin velur valdið fram um prinsippini, og at flokkurin harvið sleppur harðrendu støðuni, sum flokkurin hevur havt, og sum fólk í flokkinum hava víst, síðani presturin í Kristiliga Fólkaflokkinum lýsti stríðið ímóti samkyndum hendan desemberdagin, sum enntá var mannarættindadagurin 10. desember, í 1987.
Helst verður málið um sammøður samtykt í morgin. Men tað er als ikki vist, at Miðflokkurin heldur orð – og slítur samgonguna.
So er spurningurin, hvat løgtingsformaðurin Jógvan á Lakjuni sigur. Hann hevur havt djúpar kvølur av, at samkynd hava fingið rættindi. Nú situr hann á ovasta politiska palli í Føroyum. Stóri spurningurin er tí, um Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, í morgin fer at góðtaka homosexulalitet. So stóri spurningurin er tí, um bæði Miðflokkurin og Jógvan á Lakjuni bakka – ella um samgongan slitnar og val verður skrivað út...










