Millum teir glaðu føroyingar, sum fyri júst 10 árum síðani fagnaðu føroyska sigrinum á Eysturríki, vóru tveir, sum á hvør sín hátt hava sett dám á føroyskan landsliðsfótbólt seinnu árini.
Regin Egholm og Jens Kristian Hansen mundu ikki hugsa stórvegis um hetta, tá teir veipaðu vi føroyskum fløggum á Gongugøtuni, men veruleikin í dag sigur, at meðan Jens Kristian er liðformaður á A-landsliði okkara, er Regin formaður í áskoðarabólkinum, 12. maður.
Skipaði altið fyri
Tó so, hóast teir ikki kundu vita alt hetta fyri tíggju árum síðani, so vóru tá longu onkur tekin um, at so skuldi vera.
Jens Kristian heldur í øllum førum, at Regin altíð var sera dugnaligur at skipa fyri, tá okkurt var á vási.
- Tað stóð altíð okkurt serligt á skránni, tá Regin hevði føðingardag. Hann gjørdi altíð so nógv burtur úr, og honum dámdi eisini væl, tá fólk vóru nøgd við tað, sum hann hevði gjørt. Á nýggjárinum vóru vit eisini altíð heima hjá teimum, og var nakað soleiðis á vási, so var hann altíð til reiðar at traðka til, greiðir Jens Kristian frá.
Um minniliga dagin fyri 10 árum síðani heldur hann, at tað kvøldi var bara heilt fantastiskt. Allur býurin var á gosi, og hóast tað var mikukvøld, so tóktust fólk slettis ikki at vilja heim, heldur hann.
Mitt undir øllum ruðulleikanum gjørdu teir báðir vinmenninir eisini av, at tá Føroyar skuldu í Parkina at royna seg, skuldu teir eisini vera til staðar, og teir hildu eisini orð í so máta.
Um Danmarkarferðina sigur Jens Kristian, at eisini hetta var nakað heilt serligt.
- Hóast vit taptu 4-1, so kendu vit øll tað, sum um talan var um ein sigur. Meðan danir vóru heldur ónøgdir, og stillisliga fóru heimaftur, so vóru vit fleiri túsund føroyingar, sum bara hildu á fram at syngja, eins og vit høvdu vunnið dystin.
Regin og eg fylgdust eisini allan hendan túrin, og eftir dystin hildu vit leiðina oman í býin. Eisini her var lagið gott, og eg haldi at handlarnir vóru farnir at lata dyrnar upp, tá vit endiliga settu kósina heimaftur.
Tað ferðina var tað nakað heilt ófatuliga stórt, at landsliðið kundi standa seg somikið væl í altjóða høpi.
Í dag er støðan heilt øðrvísi, og krøvini frá áskoðarunum eru eisini væl størri. T.d. var so at siga einki í býnum mikukvøldið, sum bendi á, at vit júst høvdu fingið javnleik móti Slovenia.
Ikki tí, eg øvndi ikki leikarunum frá 1990 nakað. Teir høvdu heilt aðrar umstøður at arbeiða undir, og flestu teirra mistu pening av at vera við á landsliðnum. Í dag fáa leikararnir pengar fyri meista arbeiðsløn, og yvirhøvur eru allir karmarnir rundan um landsliðið nógv meira professionellir.
12. maðurin munar væl
Sum nevnt omanfyri, so heldur Jens Kristian, at Regin altíð hevur verið dugnaligur til at skipa fyri, og tí gjørdist hann ikki so øgiliga skakkur, tá hann gjørdist oddamaður fyri 12. mann.
- Eg skal ikki siga, at eg hevði væntað tað, men eg var ikki so øgiliga bilsin, tá eg fekk tað at vita. Hann skal eisini eiga, at hann ger eitt sera gott arbeiði á tí økinum, og yvirhøvur er 12. maður ein sera góður stuðul hjá okkum, sum eru á vøllinum.
Fyrr vóru t.d. als ikki so nógv fløgg og annað, tá landsliðið spældi sínar dystir, men nú er hetta gerandiskostur til dystir okkara. Eisini til útidystirnar er 12. maðurin við, og heldur ikki her liggur teirra partur eftir.
Eg vil so sanniliga vóna, at rúmd eisini verður fyri teimum, tá FSF húsið verður bygt við Tórsvøll, tí teir hava veruliga uppiborið at fáa so góðar sømdir sum gjørligt, heldur liðskiparin á landsliðnum.
Byrjaði á oyggjaleikunum
Núverandi formaðurin fyri 12. mann greiðir frá, at áhugi hansara fyri landsliðnum rættuliga tók dik á seg, tá Oyggjaleikirnir vóru í Føroyum í 1989.
- Tá var eingin ivi um, at føroyska liðið var so nógv tað besta, og vit vóru fleiri, sum royndu at gera okkara til, at dystirnir skuldu verða so stuttligir sum gjørligt.
Tá dysturin móti Eysturríki var á skránni, var lagi tó ikki so gott at byrja við. Eingin væntaði tað stóra av dystinum, og eg hevði eisini roknað við, at hetta bara var nakað, sum skuldi fáast frá hondini, so eg sat bara heima saman við familjuni.
Tá úrslitið so varð greitt, var støðan tó ein heilt onnur. Eg royndi beinanvegin at fáa fatur á nøkrum vinmonnum, m.a. Jens Kristiani, og vit fóru so beinanvegin at rigga okkum til at fara í býin. Fløggini áttu vit frá Oyggjaleikunum, og tá hesi vóru funnin fram, var bara at fara avstað. Vit flaggaðu og stuttleikaðu okkum alla náttina, og tað var eisini hesa náttina, at Jens Kristian og eg gjørdu av at fara til Danmarkar.
Eisini Regin minnist danmarkarferðina sum nakað heilt serligt, og millum annað greiðir hann soleiðis frá, tá náttin var farin væl og virðiliga at líða.
- Á veg heim fullu vit í prát við ein dana, sum longu var farin til arbeiðis. Hann arbeiddi við vegagerð av onkrum slag, og hann hugdi eitt sindur løgið eftir okkum, soleiðis sum vit gingu, málaðir í andlitinum og í góðum lag. Hann segði okkum, at nú máttu vit skjótt duga at síggja, at dysturin var liðugt leiktur, og vit hóast alt høvdu tapt. Hvussu vit kortini kundu bera okkum at, eins og vit høvdu vunnið dystin, dugdi hann so slettis ikki at skilja.
Hugsaði ikki um landsliðið
At Jens Kristian nøkur ár seinni skuldi gerast ein av berandi leikarunum á landsliðnum, hevði Regin ikki hóming av fyri 10 árum síðani.
- Vit vóru á sama unglingaliði hjá B36, og hóast hann tá var komin á fyrsta lið, var tað ikki í mínum tonkum, at hann skuldi koma somikið langt.
Hann skal tó eiga tað, at hann í nógvar dystir hevur verið millum teir stinnastu á landsliðnum, so tað er avgjørt ikki óuppiborið, at hann nú er vorðin liðskipari.
Málið hjá Toda var byrjanin
Um sjálvan 12. mann sigur Regin, at hetta var nakað, sum hann hevði hugsað um í eina tíð, áðrenn tað at enda gjørdist veruleiki.
- Eg var við landsliðnum á fleiri uttanlandsferðum, og har sá eg, hvussu áskoðararnir skipaðu seg aðra staðni, og hetta helt eg so avgjørt, at vit eisini áttu at gera.
Leingi var tað tó ikki meira enn til tos, men eftir sigurin niðri á Malta broyttist alt hetta. Kenslan eftir sigurin, sum kom í land í evstu løtu, var somikið serlig. Fólk, sum valla kendu hvønn annan klemmaðust og mussaðust, og eftir hetta tók tað ikki langa tíð. Áðrenn vit fóru heim, var semja um, at vit skuldu taka stig til at gera eitt felag, tá vit komu aftur, og knappan mánað eftir dystin hevði 12. maður stovnandi aðalfundin.
Hava gjørt Føroyar kendar
Í dag telur felagið millum 300 og 400 limir og virksemi okkara er eisini nógv økt. Vit selja keppar, turriklæði og fløgg, og tað er so avgjørt ikki bara í Føroyum, at áhugi er fyri hesum.
Millum annað kann nevnast, at Seytjan á Áarvegnum hevur roynt seg við at selja lutir frá okkum, og tað hevur ikki staðið á at selt hetta til ferðafólk. Eisini eru nógvir fyrispurningar frá útlondum, og til stuttleikar kann nevnast, at bæði í Jugoslavia og Sveis eru áskoðarar úr heimlandinum, sum allarhelst fara at rópa á Føroyar, tá okkara menn skulu royna seg í komandi mánaði.
At landsliðið - saman við Regini Vágadal ? er besta umboð okkara úteftir er Regin ikki í iva í, og alla staðni hann hevur verið eru hetta lutirnir, sum fólk seta í samband við Føroya.
At hann so sjálvur saman við barndómsvininunm nú er miðdepil fyri hetta PR-arbeiði fyri tjóð okkara er so neyvan nakað, sum Regin hevði roknað við, tá hann saman við vinmonnum sínum fór oman í Gongugøtuna at gleðast um málið hjá Torkili Nielsen.
Eitt mál, sum av álvara setti Føroyar á heimskortið.