Høgni Hoydal
Løgtingsmaður
----
Hervið verða fyrisitingarligu avgerðirnar hjá landsstýrinum í sambandi við at skipa makrelfiskiskapin fyri 2012 kærdar til Landsstýrismálanevndina.
Kært verður um:
1. Yvirskipaðu fyrisitingarligu avgerðirnar hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og hjá løgmanni í málinum.
2. Um kunngerðina um makrelfiskiskap frá 8. juni 2012:
a) At kunngerðin ikki er í samsvari við greiðar lógarheimildir, fyrisitingarligar rættarreglur ella siðvenjur.
b) At hon er greitt brot á grundreglurnar í lógini um vinnuligan fiskiskap viðvíkjandi skipabólkum og bólkabýti.
c) At landsstýrismaðurin uttan lógarundarlag ásetir sær sjálvum nýggjar heimildir at býta út og flyta kvotur og virðir millum fiskifør eftir tilvildarligum avgerðum.
3. Um vantandi eftirlit løgmans við, at landsstýrismenn fyrisita á lógligan og fullgóðan hátt, sambært Stýrisskipanarlógini §33, stk. 3.
1. Yvirskipaðu fyrisitingarligu avgerðirnar
Yvirskipað er talan um fyrisiting av einum máli, sum í vavi, virði, týdningi og avleiðingum, er millum størstu mál, ið ein fyrisiting yvirhøvur kann viðgera. Í mun til føroyska búskapin, føroyska vinnubygnaðin og í mun til fólkið í Føroyum, sum sambært lóg hevur ognarrættin til tilfeingið á føroyskum havleiðum, er talan um eitt virði uppá millum eina og 1,5 mia. krónur árliga. Hetta er á leið 10% av árligu bruttotjóðarúrtøkuni í Føroyum.
Fyrisitingin av hesum máli hevur sostatt djúptøknar avleiðingar fyri alt samfelagið, samfelagsbygnaðin, hvønn einasta borgara og rættartrygdina – ikki bert í 2012, men í mong ár frameftir.
At vanlig krøv til eitt fólkaræði og rættarsamfelag eru serliga skerpað í einum máli sum hesum, átti tískil at verið sjálvsagt. Fyrisitingin skal byggja á:
- greiðar lógarreglur og heimildir,
- grundaðar siðvenjur,
- fult gjøgnumskygni,
- neyvt eftirlit við at lóg og rættur verða hildin,
- at sakliga grundarlagið undir øllum avgerðum kann eftirkannast og kærast,
- og á at øll eru líka fyri lógini, sum skulu virka undir henni.
Men í teimum avgerðum, sum landsstýrið hevur tikið í sambandi við makrelfiskiskap í 2012, eru ongi av hesum grundleggjandi fyrisitingarligu krøvum uppfylt:
- Ongar greiðar lógarreglur og heimildir eru gjørdar.
- Grundaðar siðvenjur eru sleptar og broyttar.
- Onki gjøgnumskygni er í avgerðunum ella nakað metingargrundarlag.
- Onki eftirlit er við, at lóg og rættur verða hildin.
- Onki sakligt grundarlag at meta eftir, eftirkanna og kæra eftir.
- Onki rættargrundarlag og tilvildarligar og ymiskar ásetingar og avgerðir fyri tey, sum skulu virka undir lógini.
Týðiligt prógv um hetta er, at bæði løgmaður og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum alment hava boðað frá, at býtið og atgongdin til at reka vinnu og til virðini, eru ásett “eftir eini politiskari meting” í einum “makrelbólki”. Har talan ikki er um at fyrireika nakað lógar- ella rættargrundarlag, ið verður lagt fram. Men har bæði landsstýrisfólk og tingfólk í felag hava tikið tær fyrisitingarligu avgerðirnar og býtt ovurstór virðir eftir tilvildarligum og óásettum metingum.
Í eini slíkari skipan hava hvørki Løgtingið, aðrir eftirlitsstovnar, ella borgarin møguleika at hava eftirlit við fyrisitingini. Avgerðirnar og grundgevingarnar verða ikki niðurskrivaðar og reglurnar í fyristingarlógini ikki hildnar. Ongin kærumøguleki er hjá borgarum, ið kenna síni rættindi hótt ella gingin ov nær.
Og ongin kann meta um, hvørt tað er politiskt trýst frá áhugabólkum, partapolitiskir býtishandlar ella tilvildarlig lutakøst, ið eru grundarlag fyri avgerðunum.
Harvið er heldur ongin skilnaður millum lóggevandi og útinnandi valdið, og bygnaðurin fyri rættartrygdini í samfelagnum verður slept.
2. Ítøkiliga viðvíkjandi “makrelkunngerðini”
“Kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi fyri 2012” varð lýst 8. juni 2012.
Kært verður um:
a) Kunngerðin ásetir í §3 eitt býti av samlaðu makrelkvotuni millum fiskifør undir føroyskum flaggi. Hesi verða sambært kunngerðini sett saman í ymiskar bólkar, ið verða tillutaðir eitt ásett tonsatal við ymsum og skiftandi ásetingum.
Úr 55.000 tonsum til ein bólk við eginkvotu, til hvørt skipið, har 10% kunnu flytast millum ár. Til bólkar við millum 30.000 og 4000 tonsum, ið hava felagskvotu við hámarki, sum skal ásetast við sama tonsatali til hvørt skipið sær. Til bólk við 3000 tonsum í felagskvotu, har hámarkið er ásett til í mesta lagi 10% av felagskvotuni fyri hvørt skipið. Og til bólk við 2000 tonsum í felagskvotu, har onki hámark er sett.
Ongin lógarheimild ella rættarligt grundarlag er fyri hesum býti og hesum heilt ymisku og tilvildarligu ásetingunum fyri tey, ið skulu virka sambært kunngerðini. Ongin rættarregla ella siðvenja er, ið vísast kann til fyri tilvildarliga ásetta tonsatalið, bólkabýtið og tær ymisku reglurnar fyri hvønn bólk og hvørt farið sær.
b) Kunngerðin er greitt brot á grundreglurnar og í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum byggir á lógarásettar og greinaðar bólkar, ið hava atgongd til fiskiskap eftir lógarásettum reglum og treytum. Í lógini um vinnuligan fiskiskap eru bólkarnir m.a. greinaðir í §7a, §28 og §29, og hesir bólkar eru grundbygnaðurin undir skipanini av fiskiskapi undir Føroyum og á mið- og fjarleiðum.
Kunngerðin vísir í §3 í summum førum til skipabólkarnar, sum eru ásettir í lógini. Men kunngerðin setir skip og bólkar saman í heilt nýggjar bólkar, sum onga heimild hava í lógini. Tildømis er bólkur 4A, 4B, garnaskip og skeljabátar sett saman í ein nýggjan bólk. Onki sakligt ella løgligt grundarlag finst yvirhøvur fyri at hesi før skulu setast saman og fiska í sama bólki.
Og kunngerðin er sostatt beinleiðis í andsøgn við allan grundbygnaðin í lógini um vinnuligan fiskiskap, og við ta rættarpraksis, ið hevur verið bygd upp, síðani lógin kom í gildi, har lógarfestu skipabólkarnir eru høvuðsbulurin.
Hartil ásetir kunngerðin í §3, stk. 5, ein heilt nýggjan bólk av førum, ið fær rættindini at fiska undir Føroyum. Talan er um trolarar, ið sambært aðrari kunngerð áður hava fingið rætt at fiska í altjóða sjógvi og trolarar, sum eru avmarkaðir til bara at fiska í altjóða sjógvi.
Ongin lógarheimild finst fyri hesi áseting – og tað má metast sum brot á allar fyrisitingarligar reglur at gera nýggjar bólkar við m.a. at vísa til aðra kunngerð frá sama fyrisitingarmyndugleika.
c) Í kunngerðini ásetir landsstýrismaðurin sær sjálvum nýggjar og víðkaðar heimildir til at flyta kvotur millum skip og bólkar, uttan nakað lógargrundarlag ella nakra saklig grundgeving:
Í §3, stk. 13, ásetir landsstýrismaðurin, at um líkindi ikki eru fyri, at felagskvotan í teimum nýásettu bólkunum verða “fullnýttar”, kann hann hækka ella taka burtur hámarkini við eini “fráboðan”.
Í §3, stk. 14, ásetir landsstýrismaðurin, at um líkini ikki eru fyri, at kvoturnar verða “fullnýttar”, kann hann loyva einstøkum fiskiførum í øllum bólkunum at fiska av teimum. Eisini bara við eini “fráboðan”.
Eisini ásetir kunngerðin í §3, stk. 12 eina kvotu á 8.075 tons til “vinnuligar royndir”, sum landstýrismaðurin skal býta út. Tó er í §4 ásett, hvussu søkjast kann um at gera hesar vinnuligu royndir og at Havstovan skal viðmæla umsóknir.
Men í §3, stk. 15, ásetir landsstýrismaðurin so, at um kvotur ikki eru latnar til vinnuligar royndir ella “líkindi ikki eru fyri, at latnar kvotur verða fiskaðar”, so kann landsstýrismaðurin loyva einhvørjum fiskifari at fiska av hesum kvotum.
Her er sostatt talan um, at landstýrismaðurin við egnari kunngerð gevur sær sjálvum óavmarkaðir heimildir til at flyta kvotur millum skip, sjálvgjørdar bólkar, vinnuligar royndir o.a., uttan nakað grundarlag ella møguleika fyri at eftirkanna ella skapa rættartrygd millum tey, ið skulu virka undir lógini og kunngerðini.
3. Eftirlitsskylda løgmans
Sambært Lóg um stýrisskipan Føroyar §33, stk. 3, hevur løgmaður eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.
Men løgmaður hevur bæði alment og í Løgtinginum upplýst, at hann hevur verið formaður í einum “makrelbólki”, sum hevur tikið beinleiðis fyrisitingarligar avgerðir um, hvussu nógv tons av makreli skulu býtast millum einstøku førini og skipabólkar.
Hann hevur ikki lat nakað lógargrundarlag fram, sum tingið kann taka støðu til, men hildið fast um, at avgerðin skal ásetast í kunngerð sambært politiskum avtalum.
Eftirlitsskyldan hjá løgmanni er í sjálvum sær undirgrivin við hesi fráboðan. Tað ber ikki til hjá løgmanni at hava eftirlit við fyrisitingini hjá landsstýrismonnum, tá hann sjálvur hevur tikið stig til og verið persónliga uppi í fyrisitingarligu avgerðunum.
4. Samanumtikið
Grundað á m.a. omanfyristandandi, verður heitt á Landsstýrismálanevndina um at nýta allar heimildir sínar at fáa til vega frágreiðingar, upplýsingar og gera niðurstøður um fyrisitingarligu avgerðirnar hjá løgmanni og landsstýrismanninum í fiskivinnumálinum um at fyrisita makrelfiskiskapin í Føroyum í 2012. Herundir, hvør fyrisitingin er farin fram í heimildarloysi og um ólógligar avgerðir eru tiknar. Og hvørt teir hava sett til viks tær skyldur og ábyrgdir, sum áliggja teimum sambært stýrisskipanarlóg, fyrisitingarlóg, lóg um ábyrgd landsstýrisins og aðrari lóggávu og rættarreglum í málinum.