søgdu tey. Keypmenninir grenjaðu, tí nú noyddust teir at fáa sær bil fyri at kunna koma inn á gólvið, og teir søgdu seg vera vísar í, at vit fóru at missa nógvan handil. Men aðrar fyritøkur eltu okkum, [...] nógvastaðni tá, at eg minnist menn koma inn og biðja um at fáa 20 krónur í forskoti, sigur Sigmund. Umborð á skipunum livdu menninir heldur ikki so flott, sum teir gera nú. - Eg minnist, einaferðina, at pápi Hans [...] húkar, mat og alt annað. Ordrarnir vórðu gjøgnumgingnir fleiri ferðir fyri at vera vísir í, at alt var komið við. Menninir blivu við at koma eftir onkrum, til báturin loysti. Sum frá leið slepti fyritøkan sær
læknarnir henni, at hon kortini ikki skuldi rokna við at kunna koma at ganga aftur. ? Merkti eg tærnar - skuldi eg ganga?! Men hon var treisk. ? Tá eg merkti tærnar, hugsaði eg bara sum so, at tá eg havi fingið [...] læraraútbúgvingin - og hon hevur hugsað um at søkja inn á skúlan komandi skúlaár, tí hon heldur, at tað at vera lærari minnir um vera ergoterapeutur - og hon heldur, at tað er eitt arbeiði, hon kann klára. Eitt [...] als ikki at fáa nakra revsing, tí tað kann henda fyri ein og hvønn, at tú sovnar, meðan tú koyrir. Talan var als ikki um skilaleysa koyring, men hon ásannar at tey vóru ov nógv í bilinum, og at tey áttu
um, at hon vil hava eina skjótari loysn. Hon heldur tað vera rætt at speeda upp í hesum máli og heldur annars, at bretar uttan iva hava størri skund at fáa eina loysn í hesum máli enn vit - tó at hetta [...] Hon ivast ikki í, at málið er í tryggum hondum og vísir á, at samráðingarnevndin higartil hevur borið seg sera professionelt at. Formaðurin í Uttanlandsnevndini fegnast annars um, at bretar á seinasta [...] kann signalera, at teir veruliga eru sinnaðir at fáa eina samráðingarloysn, tí hetta er tað, sum føroyingar hava lagt seg eftir. Heldur Helena Dam á Neystabø, at tað eru tekin til, at nýggja stjórnin í
Nú røkist alt fyri, at gongd fer at koma á ætlanina um at byggja nýtt ellisheim í Klaksvík. Í oktober mánaði fara nøkur fólk til Kópavágs í íslandi at vitja fyri at kunna seg um, hvussu ellisheim har verða [...] verða tikin við, tá arbeiðsbólkurin fer at gera sítt álit. Arbeiða eisini Tað serliga við ellisbústøðunum í Kópavági er, at so stórur dentur verður lagdur á, at tey eldru skulu vera virkin sum gjørligt [...] verri hjá klaksvíkingum, at Kópavágur er vinarbýur hjá Klaksvíkini, og vinarbýarsamstarvinum fær Klaksvík her nakað ítøkiligt burtur úr. Vinarbýurin hevur nevniliga boðið sær til at vegleiða Klaksvíkini ókeypis
O.K.,Olofsson, sóknarpresti í Fuglafirði. Men teir skunda sær at undirstrika, at prestur hevur fullkomuliga rætt, tá hann sigur, at uttan at trúgva á Orðið, eru vit fyri ongum. tí Orðið er kletturin,eru [...] siga teir. Teir siga seg vera eitt sindur hugstoyttar av, at Peter Olofsson brúkar søgurnar sum grundarlag. »Hann átti at komið á møtini og so sæð, at tað gongur ikki so vilt fyri seg, sum mangan verður sagt [...] sigur, vísa teir á, at bókstavurin drepur, meðan Orðið lívgar. Og saman skapa tey lív. Men í okkara samfelag í dag stendur ikki væl til, halda teir. Vit byggja ikki á Orðið, men at tímilig virði. Tað eru
sagt, tá tú hevur okkurt ítøkiligt at venda tær til, heldur enn at senda bønina út í ta tómu rúmdina til onkran, tú ikki sært. Tað tykist lættari at fáa onkran uttaneftir at biða við fólki. Og hesi fólkini [...] sum sítt kall at koma hendan vegin at biða fyri føroyingum. Eina aðra ferð verða tað kanska føroyingar, sum fara út í heimin at biða fyri onkrum øðrum, siga tey. Guð í hjartanum Eg veit, at eg havi Guð í [...] prestur í Toronto samkomuni. Hann sipar til, at ikki øll halda líka nógv um, at teir lekja fólk á møtunum. Men tey fara at halda fram, sigur hann. Tað vísir seg, at fleiri fólk gerast frísk, tá biðið verður
helvt í oktober, at teir koma hendavegin. Jógvan við Keldu sigur, at ætlanin er at bjóða einstaklingum, virkjum, stovnum og øðrum á fund við báðar íslendingarnar. Men ætlanin er eisini at hava almennan fund [...] ringa Býráðsformaðurin í Klaksvík sigur, at ætlanin er ikki at tosa um tað tekniska viðvíkjandi undirsjóvartunlum. Ætlanin er einans at fáa tir báðar íslendingarnar at greiða okkum frá hvussu tað hevur ávirkað [...] fara aðrastaðni at keypa? Verður sjúkrahúsið niðurlagt, tí fast samband er komið. Og fara virki og verksmiðjur at flyta? Jógvan við Keldu sigur, at tær royndir, íslendingar hava gjørt, er, at handilslívið
summarferian hevur verið stutt, um ikki eingin, hjá teimum flestu. Tí er einki at siga til, at spælarar gleða seg til at fáa spælt seinasta dystin í ár, so kvøldini gjøgnum kunnu brúkast til annað enn [...] seinasta umfari. Hetta er fyrsta árið síðani 1993, at GÍ ikki kann kalla seg føroyameistari, og tað fer ivaleyst at kennast løgið hjá fleiri av spælarunum at fáa bronsumerkini hongd um hálsin, um teir vinna [...] hevur ikki vant í vikuni, og lúskan hjá Una er aftur farin at arga. ÍF hevur heldur einki at spæla um uttan æruna, og teir fara til Havnar fyri at spæla bólt og fáa so gott úrslit burtur úr sum gjørligt.
Ger hann ikki tað, so er tað tí, at bygdarmenninir hjá honum í Vági fara at vinna ímóti NSÍ, meðan GÍ ikki fer at megna at vinna ímóti FS Vágar, men tað verður mett at vera rættiliga lítið sannlíkt. [...] Simonsen, sum fer at handa teimum í HB heiðursmerkini. Tað fer hann at gera, tá stríðið ímillum HB og bygdarmenninar hjá honum úr Fuglafirði verður lokið. Tað er ikki heilt avgjørt, at GÍ fer at vinna bronsumerkini [...] Tað hevur verið lættari hjá teimum í Fótbóltssambandinum í ár at leggja ætlanir fyri, hvør skal vera hvar og handa hvat slag av heiðursmerkjum, enn tað hevur verið fleiri av undanfarnu árunum. HB hevur
B36 spælarar og viðhaldsfólk sungið í mong, mong ár, og tað hevur ikki verið frítt, at onnur hava havt lyndi til at smílast eftir teimum. Sangurin rungaði á Vágseiði, umborð á Smyrli og seinni sunnukvøldið [...] einsamallur saman við Tomislav Sivic, og tað hevur verið sjón fyri søgn, bæði í B36 og á landsliðnum, at landsliðsmaðurin hevur verið óvanliga væl fyri. John Petersen er einasti B36 maðurin, sum áður hevur [...] og hann fekk eina ferð í 2. hálvleiki bóltin í málið, men var kolldømdur fyri rangstøðu: ? Eg átti at fingið í hvussu so er eitt mál afturat, helt álopsmaðurin fyri og sipaði til ta ferðina, tá hann kom