Prestur átti at komið á møti

Fólk avnokta Guðs kraft í okkara samfelagi í dag, tí síggja tey heldur ikki undrini, halda tveir teirra, sum standa millum innbjóðararnar til Torontomøtini í Havn í vikuni


Hóast vit hava verið á møti hjá Torontorørsluni, hava vit ikki sæð nakað til tær ræðumyndir, sum altíð verða havdar frammi, tá fólk, sum ikki hava upplivað møtini, siga frá teimum.

Hetta siga tveir teirra, sum bjóða til møtini á Hálsi í vikuni, í viðmerking til tað, sum ført varð fram í Sosialinum í gjár av millum øðrum Peter O.K.,Olofsson, sóknarpresti í Fuglafirði.

Men teir skunda sær at undirstrika, at prestur hevur fullkomuliga rætt, tá hann sigur, at uttan at trúgva á Orðið, eru vit fyri ongum. tí Orðið er kletturin,eru teir samdir við presti í.

Paulus sigur, vísa teir á, at bókstavurin drepur, meðan Orðið lívgar. Og saman skapa tey lív.

Men í okkara samfelag í dag stendur ikki væl til, halda teir. Vit byggja ikki á Orðið, men at tímilig virði. Tað eru fólk, sum beinleiðs avnokta Guðs kraft í Føroyum í dag, siga teir.

Teir siga seg vera eitt sindur hugstoyttar av, at Peter Olofsson brúkar søgurnar sum grundarlag.

»Hann átti at komið á møtini og so sæð, at tað gongur ikki so vilt fyri seg, sum mangan verður sagt frá,« siga teir báðir fyrireikararnir.

Um tað, sum danski professarin, Johannes Aagaard segði um Torontorørsluna og Lívsins Orð, halda teir, at hann hevur ikki skil fyri tí, hann tosar um.

Teir halda, at líka væl, sum Lívsins Orð kann ávirka, kann Torontorørslan eisini ávirka til tað betra hinvegin.