Mortan og Jákup fara at býta út

Fótbóltur: Tað er nær um greitt hvar øll heiðursmerkini í 1. deild skulu handast

Tað hevur verið lættari hjá teimum í Fótbóltssambandinum í ár at leggja ætlanir fyri, hvør skal vera hvar og handa hvat slag av heiðursmerkjum, enn tað hevur verið fleiri av undanfarnu árunum.

HB hevur longu vunnið silvurmerkini, og tað verður Jákup Simonsen, sum fer at handa teimum í HB heiðursmerkini. Tað fer hann at gera, tá stríðið ímillum HB og bygdarmenninar hjá honum úr Fuglafirði verður lokið.

Tað er ikki heilt avgjørt, at GÍ fer at vinna bronsumerkini, men alt talar fyri tí. Mortan Poulsen fer norður til Gøtu við bronsu krónunum í skjáttuni, og ivaleyst sleppur hann av við tey. Ger hann ikki tað, so er tað tí, at bygdarmenninir hjá honum í Vági fara at vinna ímóti NSÍ, meðan GÍ ikki fer at megna at vinna ímóti FS Vágar, men tað verður mett at vera rættiliga lítið sannlíkt.