Julian: Eg havi gjørt alt fyri at røkka hesum

Fótbóltur: Miðvallarkrumptappurin hjá B36 sá meistaraheitið sum løn fyri ógvuliga stóra íløgu gjøgnum alt árið

B36, B36 í ár verða teir føroyameistarar. Soleiðis hava B36 spælarar og viðhaldsfólk sungið í mong, mong ár, og tað hevur ikki verið frítt, at onnur hava havt lyndi til at smílast eftir teimum.

Sangurin rungaði á Vágseiði, umborð á Smyrli og seinni sunnukvøldið á bryggjuni og í B36 húsinum, og nú er fynd í sanginum.

? Hetta er framúr. Vit hava vant ógvuliga nógv, og hetta er løn fyri tað, segði Julian Johnsson, miðvallar stríðsmaðurin fram um allar aðrar hjá B36. Umframt vanligu venjingina saman við hinum í 1. deildarhópinum hevur hann vant einsamallur saman við Tomislav Sivic, og tað hevur verið sjón fyri søgn, bæði í B36 og á landsliðnum, at landsliðsmaðurin hevur verið óvanliga væl fyri.

John Petersen er einasti B36 maðurin, sum áður hevur vunnið meistaraheitið. Tað hevur hann gjørt fleiri ferðir við GÍ. Hann legði upp til bæði málini hjá B36, og hann fekk eina ferð í 2. hálvleiki bóltin í málið, men var kolldømdur fyri rangstøðu:

? Eg átti at fingið í hvussu so er eitt mál afturat, helt álopsmaðurin fyri og sipaði til ta ferðina, tá hann kom einsamallur ímóti Bjarna Johansen, men legði eina óneyva sending uppá tvørs til Jens Kristian Hansen, sum var á veg fram, í staðin fyri sjálvur at fara framvið málverjanum.