missa millardaupphædd úr Danmark, so fer tað at minka um livifótin í Føroyum. Tað fer tað at gera í nógv nógv ár. Ein má tí gera upp við seg sjálvan, um tað er tað vert. Men hetta er tykkara avgerð sigur [...] Rasmussen, at tað er ein góður málsetningur at hava at gera tað føroyska samfelagið óheft og búskaparliga sjálvberandi og óheft av tilskoti frá Danmark. -Tað er ein verdugur málsetningur. Men tað krevur, at [...] føroysk ogn. Tað er mín uppfatan av hesi avtalu. Men eg vil harvið eisini minna á, at hendir tað, at Føroyar finna olju og fáa munandi inntøkur frá tí olju, sum ein hevur ognarrættin til, so hevur tað við sær
gloyma alt tað dagliga og hugna sær saman við vinum og kenningum. Sum undanfarin ár verður skráin fjølbroytt við ymsum til álvara og gaman. Mong eru tey, ið ár undan ári hava vitjað aftur til bygdina fyri [...] minnast aftur á gamlar dagar. Vónandi verður møtt fjølment og í góðum veitslulag. Latið okkum fáa eitt gott og hugnaligt kvøld saman. (Sí lýsing aðrastaðni í blaðnum).
Tað gekk javnt á í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki fingu Kyndlakvinnurnar gott pláss til at tryggja sær stigini í útsetta dystinum móti VB. Hesin dysturin skuldi verið spældur næstseinasta vikuskiftið [...] vikuskiftið, men av tí at eingir dómarar møttu til dystin tá, varð hann útsettur til fríggjakvøldið. Kyndlaliðið var komið til Suðuroyar ein tíma áðrenn dysturin byrjaði, men tær tyktust ikki vera merktar [...] hálvleiksstøðan var 12-10 til gestirnar. Í seinna hálvleiki helt VB fram við at mansverja Lotte, men fór nú eisini at mansverja Ann Hansen. Tað gav hinum á Kyndlaliðnum somikið gott pláss, at tær fyrsta korterið
skaða seinasta vikuskiftið, vóru við aftur, so var tað ikki nóg mikið. VÍF liðið var ov sterkt til at klaksvíkingar kundu gera nakað við tær og serliga var tað Ioana Rapa, sum gjørdi nógv um seg. Hon var besti [...] fýra mál í part. Tað var annars Stjørnan, sum legði best út. Tær fingu tvey tey fyrstu málini, men so kom stígur í. VÍF legði seg á odda 4-2 og eisini 5-2. Henda munin hildu tær líka fram til hálvleiks tá [...] tá støðan var 13-10 til vestmenningar. Í seinna hálvleiki hildu vestmenningar tørn hóast tað gekk eitt sindur misjavnt á. Sigurin var ongantíð í vanda. Klaksvíkingar komu ongantíð nærri enn tvey mál og tá
Ymiskt er, hvat næmingarnir halda um tað; hjá onkrum er tað gott, men hjá øðrum fellur tíðin long, sigur Oláus Jespersen. - Nakrir skúlar lata tó næmingarnar fara til tvey arbeiðspláss henda mánaðin, 14 [...] men síðani fall tað til Undirvísingarstýrið. Olaus Jespersen heldur, at sjálvsagt stinga trupulleikar seg upp, tá allir skúlarnir skulu út á arbeiðsmarknaðin í senn. Hann heldur tað vera løgið, at nærum [...] skúlarnir bert eittans ynski og tað er øðrumegin heystfrítíðina, sigur Olaus Jespersen, ið leggur afturat, at soleiðis hevur skpanin verið síðani einaferð í áttatiárunum. Áður var tað Landsskúlaráðið, ið samskipaði
Eirikur Lindenskov Jens Kristian Vang Tað var gott lív í Sjónleikarhúsinum í Havn um vikuskifitð, har leitað varð aftur í fimtiárini - og enntá longur aftur. Tað var B36 sum skipaði fyri tiltakinum, sum [...] molan í kuldanum sunnukvøldið. Men molin er ikki tað sama, sum hann var í fimti og sekstiárunum, so tá komið var út um pakkhúsið hjá Skipafelagnum vendi riðilin. ? Tí nú ganga vit á sjónum, vildi onkur [...] av teimum, ið ikki hevur upplivað hesa tíðina - uttan á líknandi tiltøkum í ítróttarhøllini - var tað sera hugtakandi at síggja allar hesar gomlu unglingarnar svinga sær á dansigólvinum - nógv lættari
»Tróndi« til Skopunar, við bussi til Sands, við »Pride« til Hvalbiar, og við bussi til Vágs. »Pride« lá umleið ein tíma í Skúvoy, men veðrið var gott, so tað gjørdi einki fyri meg; - eg hevði góða tíð [...] »Pride« kom til Havnar um morgunin, og fór norður aftur seinnapartin. »Vesturleið« kom til Havnar um morgunin, og fór vestur aftur seinnapartin. »Smyril« sigldi nakrar túrar um vikuna til Suðuroyar - tó [...] siglt rutuna. Hon hevði brúkt umleið ein tíma av Drelnesi til Havnar. Pegasus II Slíkar ferjur sigla í Skagerak, so helst hevði tað eisini borið til her. Tekningin omanfyri er av m/s Pegasus II, sum siglir
Tað sær í løtuni gott út hjá ÍF. Fuglfirðingar hava lagt seg á odda í meistaradeildini hjá monnum, og á vegnum hava teir vundið burtur úr bæði Mjølni, sum vann føroyameistaraheitið seinasta kappingarár [...] lið við í meistaradeildini, verður føroyameistari, er tað fyrstu ferð síðani oyggjaleikaárið í Føroyum 1989, og tá flogbóltskappingin endar, eru tað tíggju ár síðani seinast. ÍF a hevur, síðani kappingin [...] byrjunarstiginum, men ein góð byrjan er byrjanin til ein góðan enda, og í løtuni er a-liðið hjá ÍF væl koyrandi. Fleyr yvirhálað Fram? Fram hevði eitt gott kappingarár í fjør, men teir tykjast ikki vera
tons í ár og tað er væl minni enn í fjør. Afturat tí kemur so tað, sum tey bæði føroysku skipini, Ågot og Boada 7, hava fingið. Fyrra partin av tunfiskatíðini var harafturat lítið at fáa. Tað, sum bátarnir [...] nakað um, hvat tað merkir, at fiskiskapurin hevur verið so nógv verri í ár, enn hann var í fjør. Tað ber heldur ikki til at siga, um talið á loyvum er hóskiligt. Nú er tunfiskur at fáa niðri við Rokkin [...] Dam sigur, at tað er ilt at siga, at hví fiskiskapurin hevur verið so vánaligur í ár. Sjálvur hevur hann drúgvar royndir eftir hemara frá sekstiárunum. - Við hemaranum vísti tað seg, at tað nyttaði ikki
á Sandi. Orsøkin var, at kommunan hevur latið gjørt høli, har fólk kann hittast til prát ella annan hugna. Ofta eru tað tey tilkomnu og eldru, ið nýta slík høli. Vanliga verður hetta eisini rópt undirhús [...] og stólar eru sett upp, so tað umframt at práta eisini er møguligt at spæla kort ella annað. Talan er um rúm í einum húsum, ið hava verið sethús. Havnafútin heldur eisini til í húsinum, ið stendur nærhendis [...] nærhendis bryggjuøkinum - úti á Munkinum. At húsini standa nærhendis bryggjuni verður mett at vera gott, tí bryggjan dregur vanliga eldri menn og vanliga hittast teir har. Kommunan keypti húsini, tá ætlanir