Afturhvarv í stórum stíli

Um vikuskiftið hittust gamlir ungdómar aftur í Sjónleikarhúsinum at svinga sær eftir gomlu slagarunum

Eirikur Lindenskov

Jens Kristian Vang


Tað var gott lív í Sjónleikarhúsinum í Havn um vikuskifitð, har leitað varð aftur í fimtiárini - og enntá longur aftur.

Tað var B36 sum skipaði fyri tiltakinum, sum var sera væl eydnað, og vóru nógvir góðir slagarar at hoyra.

Sunnukvøldið sluppu allir bólkarnir á pallin: Har vóru øll tey »góðu gomlu«:

Har vóru Cream Crackers, Rúnar, Florence og Hannis, Snowflakes, Simme og Ljómlið, Tey av Kamarinum og so ikki at gloyma Aggo og Leivur, sum gjørdi »Eitt sunnukvøld í palandtasjuni« hjá Birna Dam heimskendan í Føroyum - og síðst men ikki minst Goggan.

Sum ein av teimum, ið ikki hevur upplivað hesa tíðina - uttan á líknandi tiltøkum í ítróttarhøllini - var tað sera hugtakandi at síggja allar hesar gomlu unglingarnar svinga sær á dansigólvinum - nógv lættari, enn ungdómurin ger á larmandi diskutekunum í dag.

Goggudansin hava vit mangan hoyrt um. Tá Goggan varð stovnað í 1926, so vóru upprunaligu goggurnar sjálvandi ikki við. Hetta orkestrið spældi til dans í Sjónleikarhúsinum í samfull 50 ár - fyri seinastu ferð í 1976.

Fyri rættuliga at fáa gamla dámin yvir tiltakið, varð skipað fyri kaitúri aftan á dansin, og fór ein heilur riðil út á molan í kuldanum sunnukvøldið.

Men molin er ikki tað sama, sum hann var í fimti og sekstiárunum, so tá komið var út um pakkhúsið hjá Skipafelagnum vendi riðilin.

? Tí nú ganga vit á sjónum, vildi onkur vera við. Síðan varð vent við, og riðilin tyntist, so hvørt komið varð longur niðan í býin.

Eitt stak hugnaligt vikuskifti, vóru øll á einum máli um.