Tunfiskaveiðan undir Føroyum niður í helvt

Summi skip hava ikki fingið meiri enn gott helvtina av tí, tey fingu í fjør. Men hvat vánaligi fiskiskapurin í ár merkir, er ilt at siga

Tað hevur ikki ligið væl fyri við fiskiskapinum eftir tí dýrmetta tunfiskinum undir Føroyum í ár. Og nú er so lítið at fáa undir føroyum,at tey flestu skipini eru longu rýmd.

Vónirnar til tunfiskin undir Føroyum hava verið stórar sum eitt virðismikið alternativ til vanliga fiskiskapin.

Men árið í ár hevur so víst, at tunfiskurin kann vera akkurát líka svikaligur, sum allar annar fiskur, ið hevur stert og fær svomið.

Tí í ár er gingið verri í allar mátar, enn tað gjørdi í fjør: Tað hevur báði verið nógv minni at fáa og tunfiskatíðin hevur verið nógv styttri.

Teir tríggir japansku bátarnir eru longu givnir og fara nú aðrar leiðir.

Ein bátur var á Havnini mánadagin og setti føroyingarnar av og fekk proviant umborð og ein var á Havnini í gjár.

Tilsamans hava trý japans tunfiskaskip loyvi at royna undir Føroyum. Afturat teimum eru fýra føroysk tunfiskaloyvi givin, men bara tvey teirra eru brúkt.

Sostatt hava fimm skip roynt eftir tunfiski undir Føroyum. Umramt teir tríggjar, japansku bátarnir umhugsa teir báðir føroysku bátarnir, Ågot og Boada 7, eisini at gevast, fáa vit upplýst.


Nógv verri fiskiskapur

Vónirnar til tunfiskin undir Føroyum í ár vóru annars góðar áðrenn tunfiskatíðin byrjaði.

Í fjør byrjaðu bátarnir í august, men tá var so nógv at fáa, at hildið varð, at tað loysti seg at byrja fyrr í ár, tí roknað varð við, at tunfiskatíðin kundi dragast eitt sindur fram.

-Ein japanskur tunfiskabátur kom tískil undir Føroyar í juli mánaða. Men hann fekk so lítið, at hinir komu ikki fyrrenn ta vanligu tíðina fyrst í august mánaða, sigur Jákup Reinert, fiskifrøðingur. Á Fiskirannsóknarstovuni.

Somuleiðis fiskaðu teir í fjør til hálvan november, men nú eru teir so longu givnir, heilar tríggjar vikur fyrr enn í fjør.

Fiskirannsóknarstovan hevur havt eygleiðarar við skipunum og Jákup Reinert sigur, at allir teir japansku bátarnir hava boðað frá væl verri fiskiskapi enn teir gjørdu í fjør.

Teir tríggir japansku tunfuskabátarnir hava tilsamans fingið eini 170 tons í ár og tað er væl minni enn í fjør. Afturat tí kemur so tað, sum tey bæði føroysku skipini, Ågot og Boada 7, hava fingið.

Fyrra partin av tunfiskatíðini var harafturat lítið at fáa. Tað, sum bátarnir hava fingið, hava teir fingið nú í seinast í september og í oktober.

-Tað var ikki fyrrenn um mánaðarskiftið september-oktober, at fiskiskapurin kom uppá nøkunlunda sama støði, sum í fjør,sigur Jákup Reinert.

Hann sigur, at tað er vónleyst at siga nakað um, hvat tað merkir, at fiskiskapurin hevur verið so nógv verri í ár, enn hann var í fjør. Tað ber heldur ikki til at siga, um talið á loyvum er hóskiligt.

Nú er tunfiskur at fáa niðri við Rokkin og skipini, sum nú eru givin undir Føroyum, umhugsa at fara tann vegin. Onkur umhugsar eisini at fara vestur um hav til Kanada, tí har eisini tunfiskur at fáa.


Fingu bara helvtina

Skipafelagið umboðar tann ein, japanska tunfiskabátin, Kouei Maru 58, sum var á Havnini í gjár.

Árni Dam á Skipafelagnum sigur, at hann hevur ikki fingið meiri enn útvið 62 tons og tað er ikki meiri enn gott helvtin av tí, teir fingu í fjør, tá ið hann fekk 120 tons.

Ein uppgerð frá Vaktar og Bjargingartænastuni vísir, at Kouei Maru 58 hevur fingið akkurát 61.662 kilo í ár, afturímóti 119.837 kilo í fjør.

Hinir báðir bátarnir, sum hava roynt undir Føroyum í ár, vóru Kouei Maru 8 og Shoshin Maru, og teir fingu ávikavist 50.759 kilo og 60.245 kilo.

Í fjør vóru tveir aðrir bátar undir Føroyum, Kouei Maru 88 og Khiyo Maru 8 og teir fingu ávikavist 97.893 kilo og 7.765 kilo í fjør.

Men veiðan hjá Khiyo Maru 8 kann ikki rættiliga samanberast við fiskiskapin í ár, tí hann royndi bara einar 14 dagar í fjør.

Men afturgongdin frá í fjør, til ár ár er týðilig, tí tølini vísa, at í ár hava teir bara fingið helvtina av tí, teir fingu í fjør.

Veiðina hjá teimum føroysku bátunum vil Vaktar og bjargingartænastan ikki upplýsa.


Ilt at siga

Árni Dam sigur, at tað er ilt at siga, at hví fiskiskapurin hevur verið so vánaligur í ár.

Sjálvur hevur hann drúgvar royndir eftir hemara frá sekstiárunum.

- Við hemaranum vísti tað seg, at tað nyttaði ikki at koma afturum aftur og seta í sama stað, har vit høvdu sett einaferð, sigur hann.

- Hemarin vísti seg at hava nógv ár um at koma fyri seg. Líkist tunfiskurin hemaranum, eiga vit at vera sera varin við at geva ov nógv loyvir, heldur Árni Dam.

Hann sigur, at Koei Maru hevði ikki gjørt av, antin teir fóru suðureftir til Rokkin, ella vestureftir til Kanada at royna nú.