Dagfinn Olsen
Klokkan tvey leygardagin var samkoma á Sandi. Orsøkin var, at kommunan hevur latið gjørt høli, har fólk kann hittast til prát ella annan hugna. Ofta eru tað tey tilkomnu og eldru, ið nýta slík høli. Vanliga verður hetta eisini rópt undirhús og soleiðis er eisini á Sandi.
Nærhendis bryggjuni
Á Sandi verður sagt, at húsini koma væl við og at tey eru hugnalig. Borð og stólar eru sett upp, so tað umframt at práta eisini er møguligt at spæla kort ella annað.
Talan er um rúm í einum húsum, ið hava verið sethús. Havnafútin heldur eisini til í húsinum, ið stendur nærhendis bryggjuøkinum - úti á Munkinum. At húsini standa nærhendis bryggjuni verður mett at vera gott, tí bryggjan dregur vanliga eldri menn og vanliga hittast teir har.
Kommunan keypti húsini, tá ætlanir vóru um at vaksa bryggjuøkið. Húsini fóru tá at standa av nær bryggjuni, men hesar ætlanir vórðu broyttar og bygt varð ístaðin annan veg. Húsfólkið fekk onnur hús og síðani hava húsini bert staðið. Havnafútin hevur nýtt eitt rúm og ger tað framvegis.
Undirhúsið heima á Sandi varð tikið alment í nýtslu leygardagin, har umboð fyri kommununa vóru tilstaðar, umframt at fólk høvdu leitað sær út á Munkin hesa løtuna.










