týtt. Tað skuldi vísa seg at vera nógv torførari at fáa eina tubbakslóg samtykta í Løgtinginum enn at fáa stuðul til rúsdrekkaviðgerðarstovn. Men Nanna gavst ikki. Tí vóru Føroyar at enda eitt av fyrstu londunum [...] Ogn er í slíkum fólkum. Tað er so freistandi at spyrja, hvussu hevur hon borið seg at við at liva so leingi og verða so væl fyri? Fyrsta svarið kundi verið, at hon hevur livað eftir tí, hon sjálv hevur staðið [...] fysioterapeutur í Danmark. Undir lesnaðinum gjørdist mamman sjúk og lá til at doyggja. Nanna fór heim at ansa henni og síðani niðuraftur at gera seg liðnan. Tá hon var liðug var annar heimsbardagi brostin á,
eitt sindur striltið at gera fólki greitt týdningin av einum slíkum felag. Deils var tað óttin fyri arbeiðsgevarum, at fólk kom at missa síni arbeiðspláss. Tí, sum tað bleiv sagt, at nú vóru arbeiðararnir [...] okkara at fáa innivist vóru ógvuliga vánaligir. Vit vóru noyddir at flyta úr stað í stað. - Men vit fingu tó eitthvørt av skafti. Umframt at arbeiða í lesiringum, høvdu vit nógvar fundir. Eg minnist serliga [...] brævi til SUF, at hann dugdi ikki at lesa føroyskt, og visti sostatt ikki hvat Dimmalætting merkti, men helt, at tað var best hóskandi ið merkti dimmelim. Til »Krossin« svaraði hann, at um allir kundu
saman, soleiðis, at tey fungeraðu sum ein eind. Eg valdi eisini at tekna húsini trídimensionelt á telduni, hóast hetta ikki var partur av uppgávuni. So eg hevði úr at gera. Virgar sigur, at hann fekk 10 fyri [...] Intelligent House Control ella teldustýrt húsatamarhald. Tað vil siga, at tú koblar bæði hita og streym til eina telduskipan, soleiðis, at tú kanst tendra og sløkkja radiatorar og el-lutir via internetið [...] eisini tíðarinstilla tað. T.d. kanst tú programmera hitan at fara frá kl 07.00 og at slókna aftur kl 22.00, greiðir Virgar Poulsen frá. Hann sigur, at um tú ivast í, um tú hevur sløkt kaffimaskinuna, tá tú
heilt ung og minnist ikki, um hon eisini var á Viðareiði tá. Arbeiða við hugskotum Sjálvt tað at arbeiða við leiri tekur ikki so langa tíð, meta tær tríggjar listakvinnurnar. Mest tíð fer við at fáa fram hugskot [...] nýskapandi. ? Her er tað sjálvt tilfarið, leirið, og tað, sum ber til at skapa burturúr hesum, sum er miðpunktið. Tað er keramikk, sum er at síggja á hesari framsýningini. Á framsýningum, sum hava verið áður [...] fleiri, ið hava sagt, at arbeiðið, sum eg geri, er so føroyskt. Tað er serliga liturin og tónin, eg nýti. Sjálv havi eg ongantíð hugsað um hetta, men eg haldi, tað er stuttligt at hoyra. Slóða fyri og aftur
heima at gera heimaarbeiðið. Tað vanliga var tá, at dreingirnir fóru til skips 14 ára gamlir. Men so var tað genturnar. Summar av teimum fóru burtur at læra. Nakrar fóru at læra at seyma, aðrar at tæna [...] onkran túr at taka hellufugl, og stongin var eisini við. Tá var farið vestur um Skorðarnar. Her var so at sleppa sær uppá land, har tað bar til, og so ráddi um at fáa fuglin í netið. Eg minnist serliga ein [...] høvdu tann skikk at ganga í húsini at siga farvæl. Tá so farið var oman á hellu, tóku teir eisini í hondina á øllum, áðrenn teir fóru í bátin. Tá teir so róðu umborð, høvdu teir tann skikk, at teir veittraðu
vaktleiðarin ikki heilt at siga, Hetta var ikki tað einasta 112-uppkallið í gjár. Tí stutt aftaná hendingina á bleiv tað fráboðað, at roykur sást úr plantasjuni í Havn. Fráboðarin segði, at hann hevði sæð eitt [...] men tað vísti seg, at tað ikki var eitt innbrot, men bara nakrir fullir menn, sum ikki vistu, at handilin var stongdur, fortelur vaktleiðarin. Klokkan 05:45 ringdi ein at boða frá, at onkur hevði rent á [...] bleiv staðfest, at har var eitt lítið bál. Tað bleiv so sløkt við teirri sløkkiútgerð, sum var í bilinum. Tað var tí ikki neyðugt at senda sløkkiliðið á staðið. Seinni ringdi ein annar fyri at fráboða eitt
froðbingunum, men teir tóku til tey ráð at fara yvir á sjómansheimið, sum enn stóð har úti í Føroyingahavnini, og Jens Christian fór niðan at biðja um hús. »Eg minnist, at kona trúboðaran Johannes Bæk, Agda [...] komið til at seta seg niður har, og teir fóru tí norður í Føroyingahavnina at kanna møguleikarnar har. Tilfar og útgerð lótu teir liggja eftir í Grátufjørðinum. Anton Petersen greiðir frá, at teir vistu [...] . Har blakaðu teir fiskin upp og fóru at gera reint. »Tá liðugt var at flekja, varð farið aftur á sjómansheimið. Tá leið væl út á morgunin. Har fingu vit okkum at eta og ein lítlan blund, og so varð farið
uppvaksin við at signa meg og at biðja. Nú mátti bara niður á knæ at takka Honum fyri bjargingina. Eg tútbrølaði. - Ja, eg havi nógv at takka Honum fyri. Men – eg gloymi alt ov ofta at siga Jesusi takk, [...] langt niður, at dekkið fyltist við sjógvi. - Eg stóð soleiðis, at eg hevði ongan møguleika at síggja sjógvin sum kom inn á dekkið. Onkur rópti at eitt brot kom, men alt hendi bara so skjótt, at eingin fekk [...] sum tað, at Fríði fær fatur á trolinum aftur. Slíkt er so ósannlíkt, at hetta kann ikki metast øðrvísi enn eitt satt undur. Tað eigur rætt og slætt ikki at henda. - Tað var greitt fyri mær, at trolið var
næstu tólv mánaðarnar. Fólk, sum eru ímóti avgerðini hjá stjórnini, siga, at í veruleikanum er Vanuno politiskur fangi í Ísrael, og at avgerðin hjá stjórnini er í stríð við altjóða reglur um politisk og [...] varð Vanuno dømdur átjan ára fongsul fyri at hava avdúkað ísraelsk hernaðarloyndarmál í einari samrøðu við bretska blaðið Sunday Times. Av teimum átjan árunum sat hann samfull tólv ár fyri seg sjálvan. Síðani [...] vi í fleiri londum. Herfyri bað hann um at sleppa til Noregs, men norska stjórnin segði seg ikki kunna veita honum uppihaldsloyvi. Ísraelska stjórnin sigur, at Vanuno má ikki tosa við útlendsk tíðindafólk
stóð at kalla still í gjár. Ikki tí at fólk ikki høvdu skund, men tí at tey sluppu ongan veg. Bilrøðirnar vóru upp í 150 kilometrar langar, og nógvastaðni sóust bilar, sum fólk høvdu verið noydd at seta [...] mikið verri í eitt nú Port O'Connor í Texas og í Morgan City í grannastatinum Louisiana. -Satt at siga haldi eg ikki, at nakar her kann kenna seg tryggan, segði leiðarin fyri tilbúgvingini í Texas, David Paulison [...] seta frá sær, tí einki bensin var at fáa nakrastaðni. -Myndugleikarnir vilja ikki senda okkum tok við brennievni, so eg kvíði fyri, at fólk fara at doyggja í bilum sínum, segði Bob Herbert, sum er dómari