Myndugleikarnir í Ísrael hava gjørt av, at kjarnorkuverkfrøðingurin Mordechai Vanuno skal halda seg innan fyri ísraelska landamarkið í minst tólv mánaðir afturat, tí sambært myndugleikunum er hann ein hóttan ímóti landsins trygd.
Í 1986 varð Vanuno dømdur átjan ára fongsul fyri at hava avdúkað ísraelsk hernaðarloyndarmál í einari samrøðu við bretska blaðið Sunday Times. Av teimum átjan árunum sat hann samfull tólv ár fyri seg sjálvan.
Síðani hann slapp úr fongslinum í fjør, hevur Vanuno søkt um uppihaldsloyvi í fleiri londum. Herfyri bað hann um at sleppa til Noregs, men norska stjórnin segði seg ikki kunna veita honum uppihaldsloyvi.
Ísraelska stjórnin sigur, at Vanuno má ikki tosa við útlendsk tíðindafólk teir næstu tólv mánaðarnar. Fólk, sum eru ímóti avgerðini hjá stjórnini, siga, at í veruleikanum er Vanuno politiskur fangi í Ísrael, og at avgerðin hjá stjórnini er í stríð við altjóða reglur um politisk og sivil rættindi.









