so hart í hann, at hann skræddi buksurnar av Peturi frá ovast til niðast. Tá signaði Petur seg, og beinanvegin vendi huldumaðurin við og hvarv. Lønin fyri at vera treisk Eg minnist, at eg var nokk so [...] teirri einu kulluni. Og her var tað, at tey bardu børkurnar, sum vóru nýttar til barking av roðum. Eg minnist at tað var langomma, sum leitaði eftir børkuvísum. Eg plagdi at vera við henni og ríva bark, sum [...] sera hált, tí var tað so óarbeiðsligt. Eg minnist eina ferð, abbi skuldi skera ein hval á háls. Hvalurin fór at sláa og sláa. Tá var abbi bangin fyri, at tað fór at vera hvalurin, sum gjørdi enda á honum
ítróttarsendingini í sjónvarpinum fyri nýggjár, at tað hevði verið satt bragd, um tað eydnaðist hjá Pál at kvalifisera seg til sjálva finaluna. Nú er tað greitt, at tað verður kappast í innleiðandi riðlunum [...] fyrrapartin fríggjadagin 3. august. Heimasíðan hjá Svimjisambandinum veit at siga, at teir fyrstu kava í hylin klokkan 10.27, og at innleiðandi umfarið verður liðugt á middegi henda sama dagin ella heilt [...] svimjingini. Klokkan 19.36 fara bestu svimjararnir á 1500 metra teininum at taka støðu, og so er stóri spurningurin, um tað tá fer at standa ein føroyingur millum úrmælingarnar!
prísur at gjalda tí valdu tey at halda uppat at verða virkin í orðaskiftinum, hetta má sigast at verða stórt spell, at so er blivið. Eitt annað, sum hevur undrað meg er, tá fólk verða biðin um at koma til [...] spell at síggja, at nógv av teimum, sum kundu blandað seg í orðaskiftið, fyrr eru ikki meir at finna í tí almenna orðaskiftinum i dag. Havi tosað við onkran teirra, orsøkin er, at tey upplivdu, at teirras [...] á landið, og las hvat bløðini skrivaðu. Eg minnist frá tí tíðini eg var til skips, tá blivu nógv evnir havd á loftið í logarinum ella í messuni, satt at siga var ikki orðavalið altíð tað mest vælvalda
Jóhan Heri Joensen ------- Satt at siga so trúði eg, at vit livdu í einum fríðum landi, har loyvi varð at úttala seg og standa til svars fyri tí talaða ella skrivaða orðinum - men tað er vist ikki so. [...] aftur á síðuni, men eg haldi, at tað er ov langt úti, at tú skalt verða noyddur at taka boksihandskar uppá fyri at vinna sjálvsøgd borgarlig rættindi. Eg helt tað verða ov lætt, at Vágaportalurin bara kundi [...] avrit av viðmerkingini, men eg kann tó siga, at hon var: siðilig, saklig og kontant. Skulu vit bara góðtaka, at okkara fjølmiðlamentan skal ríða so niðarlaga?? At enda vil eg ynskja øllum Føroya fólki.
greitt, at koma + navnháttur verður brúkt at siga frá framtíð, og soleiðis at nýta koma + navnhátt fyri at siga frá framtíð, tað livir sítt fríska lív undir liðini á: fara + navnhátt, sbr.: vit fara at nokta [...] døgum. Av tí at mann kann, meti eg, siga at staðar- og fólkanøvn eru, sum málslig tekn at meta, indeks, skal mann rokna við, at tey hátta sær annarleiðis, og tað gera tey. Hetta er grundin til, at mann hevur [...] vert er at siga nakað um hetta. Í Orðafari nr. 48, 1998, 12. árg. verður spurningurin um kyn tikin upp. Tey mæla til at nýta kynsómarkað starvsheiti, og víðari siga tey, at “vilja vit partú vísa á, at talan
standa og hyggja at, hvussu landsins myndugleikar eru miðvíst farnir undir at ríva føroyska vælferðarsamfelagið niður. Sum Kristin Vestergaard, má eg eisini siga, at tað er ræðandi at koma í landið og [...] , hvørjar aðrar flokkar teir fóru at samstarvast við. Tískil varð einki sagt veljaranum, hvat teir, sum seinni fóru at ganga saman, fóru at royna at stríðast fyri at fáa ígjøgnum. Hetta er ógvuliga margháttlig [...] privatum hondum fyri at kunna halda jól við børnum sínum? At enda, antin vit altíð hava livað her, nústani eru flutt, ella hugsa um at koma heim, eru tey flestu so mikið at sær komin, at nakrir heimspekiligir
onki skemtiligt at flenna at, tað er enn minni at flenna at, tá ein fær at vita, at sendingin hevur kostað kr. 300.000. Hatta man vera eitt frálíkt spælipláss hjá amatørsjónleikarum at búleikast uttan [...] um og rákinum. Satt at siga bleiv eg sera kløkkur, tá eg sá, at gjøldur bleiv gjørt av okkara politikkarum. Eg hugsi her um klippið, tá politiskur fundur var sendur í Kringvarpinum, at Kringvarpsstarvsfólkið [...] urtagarðin. Orðabókin sigur hetta um moldvarpuarbeiði: Moldvarpuarbeiði er spillandi arbeiði. Nú er at siga, at hendan trupulleikan hava føroyskir urtagarðseigarar ikki. Vit hava ikki hetta djórið her heima
veruliga út til, at hørðu atfinningarnar móti Bank Nordik fyri at hækka ómaksgjøldini fyrilitaleyst, hava hjálpt. Eik-leiðslan hveppir seg við at gera tað sama. Ella rættari torir at fara beint øvugtan [...] liggur mær somuleiðis fjart at romantisera avgerðina hjá nýggju leiðsluni í Eik um ikki at hækka ómaksgjøldini, og ístaðin at lækka tey. Í fíggjarheiminum snýr tað seg um at vinna pening til sín sjálvs [...] orsøk til eina slíka gerð, enn at leiðslan vónar at vinna “tað mista” inn aftur í vælvild hjá kundunum, ið onkursvegna kann vera við til at økja um inntøkurnar á annan hátt. At broytingarnar í rentuni so gongur
til Føroyar at vitja við Linn fyri fyrstu ferð – tú helt tað verða so fantastiskt at tú skuldi uppliva at verða blivin abbi aftur aftaná so nógv ár. Og eg haldi at tú vart nokkso glaður yvir at verða blivin [...] hevði tú sjálvur funnið uppá. Björn dámdi altíð so sera væl at koma til Føroyar at vitja og sleppa at práta við teg. Hann føldi tað ofta sum at tit vóru javngamlir, tí tú vart so ungur í sinninum. Abbabørnini [...] sigur hon, at har uppi er abbi. Tá tú fekst at vita at tú skuldi blíva abbi aftur fyri 13. ferð og eisini næstan samstundis langabbi fyri fyrstu ferð, segði tú: Jamen, so havi eg slett ikki tíð at doyggja
“Lauru”, tá ið hon fór at sigla heim. Teir hoyrdu tá veðurvánirnar, sum søgdu frá hesum ræðuliga illveðrinum, sum var væntandi. Teir fóru beinanvegin at sigla aftaná “Lauru” at siga teimum frá, men teir [...] kom pápi heim við “Eysturoynni” aftaná, at “Laura” var saknað. Vit samlaðust inni hjá okkum og tosaðu um, at pápi hevði sæð “Lauru” dagin fyri, at teir fóru at sigla heim. Fía kom inn til okkara og segði [...] hósvíkingar við. Eg minnist teir allar. Fleiri teirra plagdu at koma til Hvalvíkar at halda møtir á missiónsvikum. Tá komu teir brøðurnir Magnus Pauli, Hans David og Vilhelm, sum vóru sera ídnir at bera boðskapin