Pál í olympiska eldin ein fríggjadag

Størsta altjóða avbjóðingin nakrantíð hjá føroyskum ítróttar­fólki verður í hesum árinum, tá ið Pál Joensen skal luttaka í olympisku svimji­kapp­ingini, sum verður í London um mánaðarskiftið juli/august
Føroyska heimsstjørnan skal luttaka í 1500 metra kappingini í frísvimjing. Formaðurin í Svimji­sambandinum, Jon Hestoy, hevur fleiri ferðir sagt, og hann endurtók tað í ítróttar­sendingini í sjón­varp­inum fyri nýggjár, at tað hevði verið satt bragd, um tað eydnaðist hjá Pál at kvalifisera seg til sjálva finaluna.
Nú er tað greitt, at tað verður kappast í innleiðandi riðl­unum í 1500 metra kapp­ingini í frísvimjing fyrra­partin fríggjadagin 3. august. Heimasíðan hjá Svimjisam­band­inum veit at siga, at teir fyrstu kava í hylin klokkan 10.27, og at innleiðandi umfarið verður liðugt á middegi henda sama dagin ella heilt neyvt klokkan 12.01.
Finalan í 1500 metra kapp­ingini verður leygarkvøldið 4. august, sum er síðsta kvøldið í OL svimjingini. Klokkan 19.36 fara bestu svimjararnir á 1500 metra teininum at taka støðu, og so er stóri spurn­ingurin, um tað tá fer at standa ein føroyingur millum úr­mæl­ingarnar!