Thomas J. Askham
--------
Ikki kan sigast annað enn heitið á hesum sendingum er væl valt og bera navnið á tí uppkallaða við sannari æru.Til tíðir kann tað verða torført fyri Marsannu og Palleba at vita, hvat hesi ymisku orðini merkja, sum hesir ymisku mentanarbólkarnir arbeiða útfrá
Moldvarpa er eitt lítið dýr, sum teir flestu urtagarðseigarar ikki eru glaðir at fáa í urtagarðin. Hon oyðileggur allan urtagarðin. Orðabókin sigur hetta um moldvarpuarbeiði: Moldvarpuarbeiði er spillandi arbeiði. Nú er at siga, at hendan trupulleikan hava føroyskir urtagarðseigarar ikki. Vit hava ikki hetta djórið her heima.
Eitt annað orð, sum verður nýtt um sendingarnar, sum verða sendar fríggjakvøld, er orðið satira. Eg var sjálvur í iva um, hvat hettar orði innibar eftir, at eg hevði sæð tær fyrstu sendingarnar. Orðabókin sigur hetta orðið: Satira, spott, háð, speisemi, spei(ar)orð glós. Ilt er at skilja, hví Kringvarpsleiðslan heldur hetta verða gott familjuundirhald at byrja eitt vikuskifti við.
Tolsemisrákið
Eins og taktføst herróp hevur ljóðað, at vit skulu hava eitt tolsamt samfelag, og vit skulu verða tolsom. Tann, sum dittaði sær at hava aðra meining enn tann hópurin, sum vildi taka patent uppá at hava ta røttu uppfatan og útleggjan av hugtakinum tolsemi, bleiv happaður. Bert við at hava sæð tríggjar av seks sendingum, ber hetta frá ófrættarákið frá okkara almenna sjónvarpið um tolsemis hugtakið. At eg seti hetta á prent hevur onki við erkvisni ella smásárheit at gera, tá talan er um málbrúkið í hesum sendingum, tá ein hevur verið siglandi nøkur ár, so skuldi ein leggja oyru til nógvar illa valdar málnýtslur.
Væl vitandi um, at pláss skal verða fyri løttum skemtiligum sendingum í sjónvarpinum og útvarpinum, so eru hesar sendingar alt annað enn skemtiligar. Her er málnýtslan primitiv og vánalig,nógv bannarí, innihaldið er niðrandi. Her á landið hevur verið ein ávís virðing og respekt fyri okkara andaliga mentanararvið og trúarlívið bæði innan kirkju og samkomulív yvirhøvur. At kringvarpið skal ganga á odda at niðurbróta hendan okkara mentanararv tykist undarligt.Trúarlívið fær sum ikki einaferð stóra negativa rúmd sendingunum, happing og niðurgerðan av trúarlívinum.Tað er gamalt fordómsgóðs, ið verður borðreitt við viðvíkjandi trúarlívinum í Føroyum. Hetta hevur ikki nakað sum helst hald við veruleikan at gera. Onki, sum vit menniskju hava við at gera, er fullkomið,heldur ikki teir persónar, sum vit møta, menn og kvinnur í Bíbliuni, sum blivu brúkt og knýtt til arbeiði Jesusar her á jørð. At SvF skal ganga á odda at niðurbróta hesar varðar, henda arv, sum okkara forfedrar góvu okkum, er ikki til at skilja. Kringvarpið hevur gjørt seg til málgagn fyri tolsemisrákinum. Hesar sendingar fremja ikki eitt betur klima í tolsemis orðaskiftinum og rákinum. Satt at siga bleiv eg sera kløkkur, tá eg sá, at gjøldur bleiv gjørt av okkara politikkarum. Eg hugsi her um klippið, tá politiskur fundur var sendur í Kringvarpinum, at Kringvarpsstarvsfólkið brúkar ein almennan politiskan fund til moldvarpasendingina. Tað var týðiligt, at politikkarnir tóku spurningin, sum kom úr salinum um tey samkyndu, seriøst og í fullum álvara. Tað, sum politikkarnir ikki vistu, var, at tað var eitt samanspæl millum tey sum leiddu politiska fundin og tey, sum gera hesar moldvarpusendingarnar og harvið vildu draga tey samkyndu enn meir inn í valstríðið. Hetta sigur ikki so lítið um, hvat vald í kringvarpsmanningin hevur. Hettar avdúkar ein ávísan journalistiskan óseriøsitet.
Álvaratos, her er onki skemtiligt at flenna at, tað er enn minni at flenna at, tá ein fær at vita, at sendingin hevur kostað kr. 300.000. Hatta man vera eitt frálíkt spælipláss hjá amatørsjónleikarum at búleikast uttan eftirlit og eftirkannan, hvat teir senda út til almennu Føroyar.
Settir á portrið?
Síðan Útvarp Føroya bleiv sett á stovn, hevur Kristiligt Lurtarafelag og Síggjarafelag havt umboðan í Kringvarpsnevndini. Hetta er broytt til onga umboðan í nevndini. Hvør tað er, sum hevur viðtikið hettar, veit eg ikki. Mín spurningur er tí til Kringvarpsnevndina og Mentamálaráðið við Bjørn Kalsø: Hvør er orsøkin, at Kristiligt Lurtara og Síggjarafelag er sett á portrið? Hetta er eitt stórt afturstig fyri trúarlívið í Føroyum,at ongin rødd er at hoyra í Kringvarpsnevndini, sum setur spurnartekin til slíkar ivasamar sendingar við vánaligum mentanarligum virði og innihaldi, og har orðavalið er á so lágum støði.
Nú skal ongin halda, at undirritaði ikki dámar skemt ella sendingar í løttu sjangruni. Teimum heilsa vit vælkomnum uttan eiðir og forbannilsir. Var tað neyðugt hjá sjónvarpsvertinum at ávara okkum, sum sóu Dag og Viku fyri eini tíð síðan,tí nú skuldi eitt brot vísast úr einum sjónleiki, sum var leiktur í sjónleikarhúsinum við ógvusligum orðum. Tað sama kundi verði gjørt í samband við moldvørpusendingarnar. Hóskandi kundi verði sagt: Vegna málbrúkið er hetta ikki ein familjuvinarlig sending. Vit, sum upplivdu V4sendingarnar við skemti og tættum, upplivdu nøkur stuttlig kvøld saman við Fossadun og Palliba við fleiri.Tá nú alt hettar er sagt, so skal eisini ljóða ein tøkk til Kringvarpsnevndina og starvsfólkið í Kringvarpinum fyri mangar góðar upplýsandi sendingarar bæði í útvarpi og sjónvarpi. Eg eri ikki limur í Kristiligum Lurtara og Síggjarafelag. Um nakar heldur, at eg gangi ørindi fyri hendan felagsskap, fer viðkomandi skeivur. Hetta hevur mín áhuga, hví hesin felagsskapur bleiv settur á portrið? Hvat er komið í staðin,og hví er hetta broytt? Eg vil vóna, at Kringvarpið verður hepnari við teim næstu undirhaldssendingunum.Góða eydnu.










