so er neyðugt at fara undir at smíða eitt skip, sum kann setast inn í rutuna. Tvey ára bíðitíð - Av tí at tað tekur minst tvey ár at fáa skipið liðugt, er neyðugt at umhugsa støðuna nú, sigur landsstýrismaðurin [...] Øll vita at útskifting av skipunum er neyðug, men vit vistu ikki, at tað fór at vera so átrokandi, sum tað nú er, sigur Samal Petur í Grund. Nú verður farið undir arbeiðið at skaffa pening og at gera ætlanir [...] fíggjarlógina, sigur landsstýrismaðurin, at tað var orsakað av, at teir ikki væntaðu at málið hevði bráðfeingis skund. Funnu einki hóskiligt skip - Vit væntaðu at fáa eitt hóskiligt skip, sum kundi avloysa
so er neyðugt at fara undir at smíða eitt skip, sum kann setast inn í rutuna. Tvey ára bíðitíð - Av tí at tað tekur minst tvey ár at fáa skipið liðugt, er neyðugt at umhugsa støðuna nú, sigur landsstýrismaðurin [...] Øll vita at útskifting av skipunum er neyðug, men vit vistu ikki, at tað fór at vera so átrokandi, sum tað nú er, sigur Samal Petur í Grund. Nú verður farið undir arbeiðið at skaffa pening og at gera ætlanir [...] fíggjarlógina, sigur landsstýrismaðurin, at tað var orsakað av, at teir ikki væntaðu at málið hevði bráðfeingis skund. Funnu einki hóskiligt skip - Vit væntaðu at fáa eitt hóskiligt skip, sum kundi avloysa
Nú ber ikki til longur, at fara kaitúr í Havn - í øllum førum ikki við bili. Nógv økta virksemi har seinnu árini førir við sær, at pláss ikki er fyri óviðkomandi fólki longur. Havnarlagið er eitt vandamikið [...] verður sagt av havnarskrivstovuni. Tey, sum ikki eru í arbeiðsørindum, men ynskja at fara út á molan, hava møguleika at ganga út, og tey kunnu seta bilin á parkeringsøki sunnan fyri skrivstovubygningin [...] vandamikið arbeiðsøki, har ferðslan við stórum og tungum arbeiðsamboðum er nógv økt seinastu árini. Fyri at betra arbeiðsumstøðurnar og trygdina hjá teimum, sum virka og brúka havnarøkið, verður bert arbeiðskoyring
vil Symfoniorkestrið gjarna eggja ungum tónleikarum sum Gúðny til at halda á fram at venja og menna seg við at bjóða teimum at spæla við. Nógv venjing Gúðny venur tvær ferðir um vikuna hjá Sámali Petersen [...] Tað byrjaði alt, tá ið hon var sjey ára gomul og bað pápa sín um at loyva sær at spæla upp á eitt ljóðføri. At sleppa upp í part á Musikkskúlanum tá, var líka ringt, sum tað er nú - bara eitt pláss sum [...] sum vit kenna tað aðrastaðni, segði hann. Tað er sjálvandi gott, at vit ikki leggja trýst á blaðung fólk, men vansin er, at vit ikki klára at menna støðið og skapa eina elitu av ungum spælarum. Í staðin vil
til, at tað ávirkaði bensinprísin. Haraftrat er tað ikki bara sum at siga tað at átaka sær uppgávuna at selja bensin og fáa søluna at bera seg. Fær Oljufelagið stóra sølu av bensini, er neyðugt at byggja [...] oljufelag aftrat fer at selja bensin í Føroyum, væntar Hjarnar ikki, at prísirnir fara niður. Hann nevnir, at fyri nøkrum árum síðan royndi Oljufelag Føroya, sum tað æt tá, seg við at selja bensin á Tvøroyri [...] oljutangar, og tað kostar, umframt at neyðugt eisini er at rokna við ávísum tapi, tí bensin dampar. Marknaðurin er eisini øktaður, so toført verður hjá Oljufelagnum beinanvegin at fáa stóran part av marknaðinum
útvarpið nú um dagarnar, at nevndin hevur áhuga í at vita, hvussu oljan ávirkar samfelagið, hvussu lóggávan er og hvussu lóggávubýtið er. Og ikki minst vil Vinnunevndin hava at vita, hvørji mistøk Noreg [...] komandi oljuøki tók seg upp fyri nøkrum árum síðani. Tað vit vita um, at føroyskir politikarar fyrr hava verið á vitjan í útlandinum at kunna seg við hesa vinnu, var m.a. í 1991, tá eitt ferðalag úr Føroyum [...] til útgerðarhavnir ol. saman við vinnulívsfólki og kommunalum umboðum. Men hetta er so fyrstu ferð, at ein heil nevnd úr løgtinginum fer avstað. Sambart tíðindum í Útvarpi Føroya nú um dagarnar skal vi
Málnevndin eigur at geva ráð og vísa á gongda leið, og ikki at tillátursgera fólk og kanska eisini ræða tey frá at skriva. Á fyrstu síðu í nevnda faldara verður í stuttum greitt frá, at norðurlendsku m [...] hevur setursleiðslan valt at niðurleggja, meðan undirvísingin í enskum máli stendur við. Við hesum hevur setursleiðslan boðað frá, at hon heldur tað vera av størri týdningi, at ríkmansfrúur, pensionistar [...] møguleikan at tosa annað enn fingra- og kropsmál mótvegis útlendingum, og geva ágrýtnum starvsfólkum loyvi til at droyma seg inn longur inn í oljuhimmalin. Setursleiðslan tykist ikki hava ampa av, at so ómetaliga
ætlar at taka frá teimum ríku at geva teimum fætæku. So stutt kann orsøkin sigast til, at hann ætlar at skerja fólkapensjónina hjá teimum, sum hava sínar egnu pensjónir. Í hvussu so er sigur hann, at hetta [...] øðrum inntøkum. Hann segði, at grundin til, at hann ætlaði at skerja pensjónirnar nú, var at hann hevði brúk fyri 12 miljónum á øðrum økjum í almannaverkinum. M.a. ætlaði hann at stovna eitt heim í Havn fyri [...] einaferð fara at gera, spurdi hann 2) Hann varð eisini spurdur um hann kundi tryggja, at fólk altíð fóru at hava helvtina av fólkapensjónini eftir. Men tað kundi hann heldur ikki. ? Eg havi hildið, at fólk altíð
Okkara trupulleiki er, at tað er dýrt at lata skipi sigla tómt heimaftur úr Skotlandi og fyri at fáa betri rakstur í skipi, hava vit roynt at funnið útvegir fyri at fáa farm at flyta til Føroyar eisini [...] ørðum fiski. ? Av tí, at hann er so bíligur, hava vit hugsað, at tað ber kanska til at keypa hann higar at arbeiða, sigur Johan Páll Joensen. ? Tí er tað slett ikki óhugsandi, at tann upsi, føroysk skip [...] fluttur aftur til Føroyar at arbeiða. Hinvegin er ikki sannlíkt, at tað loysir seg at føra tosk, ella annan fisk, higar at arbeiða. Verður ikki álitið Símun Gullaksen heldur, at tað kann blíva eitt gott
Todi Jónsson sigur, at tá liðfelagarnir eru komnir aftur úr Spania, ætla teir í Danmark at tosa við teir, sum búgva og spæla í Føroyum. Hann heldur, at tað hevur sera stóran týdning, at tað, landsliðsspælararnir [...] serliga stórar broytingar, og tær kosta ikki serliga nógvar pengar. Eitt er at vit halda, at vit áttu at fingið fleiri pengar fyri at vinna á teimum liðunum, sum eru á hædd við okkum ella kanska eru eitt lítið [...] seg til avtaluna Todi Jónsson hevur áður sagt, at hann heldur ikki, at avtalan, sum spælararnir nú hava, hevur verið nóg góð. Hann var so misnøgdur í fjør, at hann spældi ikki við, tá Slovakia var á Svangaskarði