Allar royndir at finna eina fyribilsloysn, fyri Trónda, sum hevur siglingarloyvi til ár 2000, eru nú royndar.
Sámal Petur í Grund kann bert staðfesta, at tá einki hóskiligt skip fæst til siglingina, so er neyðugt at fara undir at smíða eitt skip, sum kann setast inn í rutuna.
Tvey ára bíðitíð
- Av tí at tað tekur minst tvey ár at fáa skipið liðugt, er neyðugt at umhugsa støðuna nú, sigur landsstýrismaðurin.
- Er tað ein treyt, at skipið skal smíðast í Føroyum?
- Sjálvandi verður projektið útbjóðað, so sum vanligt er, og so fæst meir at vita um prísleguna, væntandi kostar skipið einar 40 - 50 mió. krónur at smíða.
Vanliga hava reglurnar á Strandferðsluni verið, at har prísmunurin bert var 20 pst., loysir tað seg at byggja í Føroyum.
- Eg haldi sjálvsagt, at um tað ber til, so skal skipið smíðast í Føroyum, sigur Sámal Petur í Grund.
Spurdur, hví hann var ov seinur á sjóðarfallinum og ikki fekk byggipeningin við á fíggjarlógina, sigur landsstýrismaðurin, at tað var orsakað av, at teir ikki væntaðu at málið hevði bráðfeingis skund.
Funnu einki hóskiligt skip
- Vit væntaðu at fáa eitt hóskiligt skip, sum kundi avloysa Trónda, tá hesin skuldi takast úr sigling, sigur Sámal Petur í Grund.
- Tá vit vóru greiðir yvir, at tað ikki kundi bíða, var fíggjarlógin longu samtykt í Landsstýrinum og løgd niðan í tingið.
- Vit vóru annars í góðari trúgv, at Tróndur kundi sigla til ár 2000. Tí kom hetta so óvart á okkum.
Virksemið í
andoynni økist
- Hví hevur tað bráðfeingis skund at fáa avloysara fyri Trónda?
- Skipið er ov lítið. Tað megnar ikki at flyta fólk og farm, eftir ferðaætlanini. Eisini eru trygdarkrøvini ógvuliga stór. Vit vita, at virkemið økist í oynni. Eitt nú eru tvey virkir latin upp aftur. Tað er ein orsøk til, at vit serliga geva hesi rutuni gætur. Tróndur kann t.d. ikki taka ein trailara umborð, tá hann siglir við ferðafólkum
Tað verður tí ógvuliga kostnaðarkrevjandi at hava Trónda siglandi fleiri ferðir uttan fyri ferðaætlanina, sigur landsstýrismaðurin.
Trupulleikin er eisini,at eingin raðfesting hevur verið gjørd, nær og hvussu skipini hjá Strandferðsluni skulu skiftast út.
Skuldu skift skip út annað hvørt ár
- Vit hava 12 - 13 eindir. Um vit t.d. siga, at skipini í miðal skulu verða 24 ára gomul, so skuldi eitt skip verið skift úr annað hvørt ár. Henda raðfesting hevur ongantíð verið gjørd, sigur landsstýrismaðurin, sum nú hevur sett eina nevnd at gera eina heildarætlan fyri infrastrukturin í Føroyum, t.e. øll ferðsla á landi, sjógvi og í luftini.
Eisini skal uttanlandssigling og flúgving við í hesi heildarætlan.
- Hví hava tit so ikki sett pening av til nýíløgur longu nú?
Á fígggjarlógini er sum sagt einki sett av til íløgur, men vit hava fingið at vita, at broytingar á fíggjarlógini kunnu gerast við umprioriteringum.
Umprioriteringar eru loyvdar
-Tó hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sagt, at høvuðstalið á fíggjarlógini skal haldast.
- Tað er tó einki nýtt í hesum. Øll vita at útskifting av skipunum er neyðug, men vit vistu ikki, at tað fór at vera so átrokandi, sum tað nú er, sigur Samal Petur í Grund.
Nú verður farið undir arbeiðið at skaffa pening og at gera ætlanir fyri at fara undir nýbygning til sandoyarsiglingina.
Tað verður m.a. gjørt í samstarvi við Landsstýrið og Vinnumálastýrið, við at finna sparingar o.a., sigur Sámal Petur í Grund.