frá mær, sigur Marjun Joensen. Nýtt navn men sama úrval Um nakar skuldi ivast, so kunnu vit ugga tey við, at úrvalið í handlinum hjá Marjun fer at vera tað sama, sum tað var áðrenn handilin brann. Eg havi [...] einaferð - og tað eri eg sera fegin um, sigur hon. Tryggingarfelagið Føroyar, sum tað eitur í dag, hevur staðið fyri øllum umvælingararbeiðinum og teir eru farnir ótrúliga væl um uppgávun, heldur Marjun. Teir [...] havi havt eitt tað størsta úrvalið av gardintoyi og tað fari eg framhaldandi at hava. Um nakað, so verður tað enn størri enn tað var frammanundan, sigur Marjun Harafturat fari eg at hava eitt stórt úrval
AIDS sjúklingum. Bókurin hoyrir undir Sjúkrasystrafelag Føroya) at skipa fyri upplýsing um bróstkrabbamein og um fyribyrging av hesum. Tað verður gjørt á tann hátt, at allar kvinnur hava her høvi at koma [...] bólkinum Bót til Bata, hvørji tilboð bólkurin hevur. Eisini verður upplýsandi tilfar at fáa um krabbamein í brósti og um fyribyrging sum heild. Í Føroyum eru uml. 20 tilburðir av bróstkrabba árliga, og talið [...] Tær hildu, at aftan á skurðviðgerðina var stórur tørvur á at tosa við aðrar, sum høvdu upplivað tað sama, og sum kanska kundu svara teimum nógvu spurningunum, sum hópaðu seg upp. Fyri 10 árum síðan varð
hesum. Hugsa ikki um møguleikan Til spurningin, um Jenis av Rana fær fyrispurningar gjøgnum Netið, sigur hann, at tað fær hann ikki, og orsøkin er helst, metir kommunulæknin, at fá hugsa um møguleikan ella [...] á Netinum. Og um sjúklingur, sum vanliga fær heilivág, og hann skrivar kommunulæknanum eitt E-mail um at fáa meiri heilivág ? vanliga ringja fólk millum 8?9 ? sigur Jenis av Rana at, um tað er heilivágur [...] fekst tú svar aftur sama veg, har tú vart biðin at koma tá og tá í viðtalu, so kommunulæknin kundi staðfest, um neyðugt var við heilivági. Spurdur at enda, hvat kommunulæknin heldur um henda nýggja miðil
spældu móti KÍF. Tað vóru bert tvey mál á muni í hálvleikssteðginum, men tað var kortini ongantíð ivi um, at VÍF fór at vinna. Teir vóru betra liðið allan dystin, og hevði KÍF-málverjin Óla Kristian Djurhuus [...] trupult við at sleppa framvið verjuni hjá hoyvíkingum, men tað var greitt, at KÍF-verjan ikki var á sama støði sum tann hjá H71. Vestmenningar brendu nógv í byrjanini, men tá kanónirnar blivu rætt innstillaðar [...] vikuskifti, men teir hava eisini fingið eina góða byrjan upp á kappingina, og spennandi verður at síggja, um teir fara at megna at gera hoyvíkingum bragdið eftir og vinna á føroyameistarunum seinastu tvey árini
heilur riðil út á molan í kuldanum sunnukvøldið. Men molin er ikki tað sama, sum hann var í fimti og sekstiárunum, so tá komið var út um pakkhúsið hjá Skipafelagnum vendi riðilin. ? Tí nú ganga vit á sjónum [...] Eirikur Lindenskov Jens Kristian Vang Tað var gott lív í Sjónleikarhúsinum í Havn um vikuskifitð, har leitað varð aftur í fimtiárini - og enntá longur aftur. Tað var B36 sum skipaði fyri tiltakinum, sum [...] - nógv lættari, enn ungdómurin ger á larmandi diskutekunum í dag. Goggudansin hava vit mangan hoyrt um. Tá Goggan varð stovnað í 1926, so vóru upprunaligu goggurnar sjálvandi ikki við. Hetta orkestrið spældi
50-unum var ein túrur um dagin millum Havnina og Klaksvík og millum Havnina og Vágarnar. »Pride« kom til Havnar um morgunin, og fór norður aftur seinnapartin. »Vesturleið« kom til Havnar um morgunin, og fór [...] Norðoyar, og millum meginøkið og Vágoynna eru fleirfaldaðar, - og tað sama kann sigast um Sandoynna. Hetta eiga vit at gleðast um - men samferðslan til Suðuroynna hevur ikki ment seg við somu ferð sum [...] at keypa ella byggja, - og hvat hon kostar í rakstri. At ferðast um Sandoynna Av og á eru uppskot frammi um at ferðast til Suðuroyar um Sandoynna, og á kortinum sær tað so sjálvsagt út. Tað seinasta er
at sigla enn at flúgva, letur ikki til at hava ávirkað flúgvingina millum londini stórvegis. Tað er um hesa tíðina, at fólk, serliga útisetar, bíleggja sær ferðaseðil til jólafrítíðina, men hóast ein sjóvegis [...] pláss eftir. Jólaaftan, Jóladag og Nýggjársdag flýgur Atlants Flog ikki. - Myndin er nøkulunda tann sama sum í fjør. At fólk í ár hava møguleikan at ferðast sjóvegis merkja vit ikki beinleiðis til. Tað er [...] Niclasen. Vøkstur Eisini hjá Maersk er so at siga fult á Danmarkar-rutuni beint upp undir jól. Talan er um somu dagar sum hjá Atlants Flog, ið eru við at verða útseldir. Eisini Maersk ger eykatúrar undan jólum
var ikki fyrrenn um mánaðarskiftið september-oktober, at fiskiskapurin kom uppá nøkunlunda sama støði, sum í fjør,sigur Jákup Reinert. Hann sigur, at tað er vónleyst at siga nakað um, hvat tað merkir, [...] at siga, um talið á loyvum er hóskiligt. Nú er tunfiskur at fáa niðri við Rokkin og skipini, sum nú eru givin undir Føroyum, umhugsa at fara tann vegin. Onkur umhugsar eisini at fara vestur um hav til Kanada [...] seg, at tað nyttaði ikki at koma afturum aftur og seta í sama stað, har vit høvdu sett einaferð, sigur hann. - Hemarin vísti seg at hava nógv ár um at koma fyri seg. Líkist tunfiskurin hemaranum, eiga vit
Kallsberg, løgmann og formann í fólkaflokkinum, um tað er rætt, at hesir flokkarnir als ikki eru so samdir í fullveldismálinum, og um tað er nakað í gitingunum um, at ein stórur partur av baklandinum hjá f [...] tað er ikki júst ein spurningur , um vit vilja, men meira ein spurningur um, hvat man vil frá danskari síðu. Tjóðveldið og javnaðarflokkur ósamdir Nógv hevur verið tosað um, hví fólkaflokkurin og tjóðvel [...] Nú um dagarnar upplýsti Hoydal Hoydal, landsstýrismaður, at málið um eina føroyska grundlóg verður lagt fyri tingið í næstum. Anfinn Kallsberg, løgmaður váttar, at málið er farið út til politisku flokkarnar
Havnarvág á veg til USA. Umfram at geva eina frálíka brotakenda tíðarmynd, er bókin fyrst og fremst søgan um eina viðkvæma gentu, ið veksur upp og búnast við teimum spurningum, gleðum og sorgum, sum ungdómar [...] sum hon ikki hevur dugað at sett orð á. Og eins og hon munnu nógv onnur ung hava upplivað nakað tað sama - og gera tað enn. Hesar avbera væl skrivaðu endurminningarnar hava givið afturljóð hjá nógvum lesarum [...] Frásøgnin er sonn og sterk, men hóast trupul viðurskifti verða umrødd, eru nógv leikandi løtt brot um eydnuríkar løtur saman við familju og vinfólkum. Marianna hevur lætt til láturs, og kæti stingur seg