í eini oljuvinnu, tí talan er um leiðir, har dýpið er stórt, streymurin harður og bylgjurnar til tíðir høgar. Oljuvinna undir slíkum umstøðum er ikki vandaleys, og neyðugt er tí, at myndugleikarnir seta [...] tryggleikin og arbeiðsumhvørvið er á høgum stigi. Somuleiðis at neyðugt, at verkafólkið er væl útbúgvið, bæði tá ræður um teirra starv, men sanniliga eisini tá talan er um trygd og tilbúgving. Tíðindi [...] tíð gera kanningar. *tlanin er seinni at stovna eitt samstarvsforum fyri fiski- og oljuvinnu, og eisini skal skaðabótanevndin mannast, tá tíðin er búgvin. Vitanargrundarlagið er somuleiðis fingið til vegar
mótadrotningin Eileen Ford. Hvør er Lív ?Vit høvdu avtalað, at eg skuldi koma eftir Lív heima hjá henni. Vit fóru at ganga okkum gjøgnum miðbýðin í tí góða veðrinum. Lív er einans 15 ára gomul, og ger ikki [...] ikki serliga nógv um seg, hon er still, lítilætin og svarar róligt uppá alt tað sum eg spyrji hana um. Við hennara 176 sentrimetrum, langum ljósum hári og vøkru bláu eygum er hon tó rættiliga løtt at leggja [...] og tí væntar hon ikki at hon fer at gera tað heilt stóra við modellarbeiði. Í hvussu so er ikki enn. Sum nú er gleðir hon seg bara at byrja uppá ein vanligan gerandisdag aftur, eftir hennara stóru løtu
Haraftrat er eisini møguleiki fyri at finna ymsar upplýsingar fram inni á skipanini. Her verður hugsað eitt nú um fremmant gjaldoyra. Eitt annað, sum er ein stórur fyrimunur við skipanini, er, at um ein [...] flestu føroysku børn hava. Til dømis er tað ikki óvanligt í skúlahøpi, at næmingarnir hava størri kunnleika til teldur, enn hvat lærarin í teldulæru hevur. Í hesum sambandi er tað eisini undrunarvert, at la [...] ein er staddur uttanlanda, so er framvegis gjørligt at nýta skipanina. Umleið 1.000 brúkarar Føroysku peningastovnarnir hava higartil gjørt nærum 1.000 avtalur við brúkarar, sum hava fingið sær antin Heimabankan
á undanfarnu stevnum er eisini góð luttøka til hesa stevnu - umleið 200. Aglow er eitt net av kvinnum við umsorgan á tvørkirkjuligum grundarlag og er fyri allar kvinnur. - Í dag er Aglow í 135 londum. Ein [...] Hon talar runt um í Europa sum bíbliulærari, og hon er eisini profetisk. Umframt at undirvísa hevur hon eisini skrivað bøkur. Hetta er tann 8. stevnan av sínum slag. Ein fittur partur av luttakarunum býr [...] Aglow-stevna er: Samvera, bíbliu-undirvísing, lovprísan, at fáa nýggjar vinir, at hjálpa hvørja aðra, at styðja hvørja aðra, at elska hvørja aðra, at biðja saman og at fáa lut í visiónini um hvat Harrin vil
ikki við í Sarajevo. Teir eru Jens Martin Knudsen, sum er leikbannaður, Todi Jónsson, sum er skaddur, Jan Dam, sum er givin ? fyribils í hvussu so er ? og Øssur Hansen og Jan Allan Müller, sum hava givið [...] Tað er ikki rætt at siga, at tað er eitt óroynt føroyskt landslið, sum fer á vøllin í Sarajevo í kvøld. Av teimum seytjan spælarunum, sum eru í ferðalagnum, eru tað tríggir, sum ongantíð hava verið á [...] Arge (16) og John Petersen (15) vita, hvat tað snýr seg um. 171 royndir eru burtur Men tað skerst kortini ikki burtur, at sammett við so nógvar aðrar ferðirnar, so er samantalda talið á landsdystum hjá teimum
samfelagið er ikki vorðið meira búskaparliga og fíggjarliga sjálvbjargið undir heimastýrisskipanini, men hinvegin meira heft at fíggjarligum stuðli úr Danmark. * At Føroya støða í einum heimi í broyting er ógreið [...] Heimastýrislógini verður hildið, at tað er ein gongd leið at gera ein samstarvssáttmála við Danmark. Heimastýrislógin tilskilar, at ávíst lóggávuvald og útinnandi vald er flutt frá ríkismyndugleikunum til føroyska [...] føroyskan búskap. Í avtaluni millum donsku stjórnina og landsstýrið frá 10. juni í 1998 er ásett í grein 9, at danska stjórnin er til reiðar at samráðast um eina nýggja skipan á tí grundarlagi, at Føroyar gerast
fyri hesum er helst ein meiriluti í fólkinum. Men eitt má landsstýrissamgongan gera sær greitt, og tað er, at meiriluti er hvørki fyri loysing á løgtingi ella millum føroyskar veljarar. Og tí er týðningarmikið [...] ásanna, at neyðugt er við grundleggjandi broytingum. Spurningur um, hvat spjaldur verður sett á, skuldi ikki verið so týdningarmikil. Nú stendur Tjóðveldisflokkurin fyri arbeiðnum, og tí er natúrligt, at ætlanin [...] sjálvstýrislóg. Men væntandi er, at júst hesin spurningurin kann gerast avgerandi, tí tjóðskaparspurningurin hevur altíð verið ein kensluspurningur. MEIRI grundleggjandi er spurningurin afturímóti, hvussu
einum hálvum til fýra ár. Tað sást týðuliga, at fleiri av hesum næmingum vóru eitt sindur ivasom um, hvat tað var fyri eitt løgið stað og løgið fólkaslag, ið tey nú høvdu knýtt seg at. Tað hjálpti tó nokk [...] sindur betur at kenna. Tá ið tey koma aftur til Havnar fríggjamorgunin fáa tey vikuskiftisfrí, og tað er óivað hart tiltrongt eftir eina heldur óvanliga byrjan upp á nýggju útbúgvingina hjá sær.
sostatt gera hvat tað vil. Eisini stýra landinum. Familjan er tað lítla samfelagið, sum eksistentielt er ávirkað av tí stóra samfelagnum. Um tað stóra samfelagið útinnar líkasalu millum manna, so er familjan [...] bert tí kvinna er hon kyn. Fyrr var handilsskipan av arbeiðarum, men í dag er skipanin broytt til handil av kvinnum og gentum uttan at nakar ger nakað alvorligt við tað. Hesin handil er so útpregaður, [...] Samfelagið er karmurin um lívið hjá okkum menniskjum. Tað avger hvørji livikor eitt menniskja hevur og skal hava, fyri alla tíð. Eisini livikor hjá kvinnum og børnum. Tað er nevniliga upp til samfelagið
søgu er sum eitt træ uttan rót. Søguna hava ogur elsta á landi frá Fróða Kongi, og lívstræ ogra frá 1915 stendur enn. Fræið kom úr øllum ættum, úr hvørji bygd í Føroyum, úr mongum londum. Væl er tað sveisað [...] fingu kvinnurnar lut í hesum vælsignilsi og føldu seg meira fríar og frælsar til at keypa, hvar og hvat tær vildu. Jú, P. M. Dam fekk tað stóru vælsigningina fyri hetta stórverk sítt. Og stoltir vóru ogur [...] sveisað saman, og væl er tað røkt. Væl við næstingum, F.P.F., hava ogur leikt, og í Javnaðarfelagnum funnið tann felags stríðsanda, ið borið hevur ogum fram til at set ogra egnu spor í Tvøroyrar søgu. Stig