48 næmingar á flog á Læraraskúlanum

Mikumorgunin var fyrsti skúladagur hjá 48 nýggjum næmingum á Føroya Læraraskúla. Tey fingu eina flúgvandi skúlabyrjan

Hesar seinastu dagarnar eru teir flestu skúlarnir kring landið farnir í holt við tað nýggja skúlaárið. Eisini á Føroya Læraraskúla eru tey farin í gongd, og í ár høvdu teir "gomlu" næmingarnir fyrireikað eini øðrvísi móttøku av nýggju skúlafeløgunum. Tey, sum byrjaðu á skúlanum seinasta skúlaár, høvdu brúkt mánadagin og týsdagin til at skipa so fyri, at teir 24 nýggju læraranæmingarnir og teir 24 nýggju pedagognæmingarnir fingu eina flúgvandi byrjan.


Check-In klokkan 11

Klokkan 11 í gjáramorgunin møttu nýggju næmingarnir á skúlanum. Tey vóru, sum vera man, eitt sindur smæðin, nú tey skuldu byrja á einum nýggjum skúla við nógvum nýggjum andlitum. Tað gjørdi tað heldur ikki lættari, at tey, áðrenn tey sluppu inn í sjálva læraraskúlahøllina, vóru noydd til at checka inn, og stutt eftir hetta blivu tey eisini koyrd gjøgnum trygdareftirlit. Fleiri teirra vóru eisini noydd til at fara fleiri ferðir gjøgnum eftirliti, áðrenn tey sluppu gjøgnum nálareyga.


Pedagogar í stýrborð - lærarar í bakborð

Komin innar í sjálva høllina, vóru tey sett í ein bás, ið líktist einum flogfari innan. Har vóru næmingarnir skildir sundur, so at tey, sum skuldu læra til pedagog, vóru sett í stýrborð, meðan læraranæmingarnir vóru settir í bakborð. Síðani fingu nýggju næmingarnir boð um at spenna seg fastan, tí at tey kundu vænta ein til tíðir heldur baldrutan túr, ið kundi vara frá trimum og einum hálvum til fýra ár.

Tað sást týðuliga, at fleiri av hesum næmingum vóru eitt sindur ivasom um, hvat tað var fyri eitt løgið stað og løgið fólkaslag, ið tey nú høvdu knýtt seg at.

Tað hjálpti tó nokk so fitt, at fyrikomandi flogternurnar komu runt við leskidrykkum, ið kundu doyva nervarnar og fáa ferðafólkini at verða eitt sindur meiri rólig, nú tey skuldu út á longu ferðina.


Skiparin bjóðaði vælkomin

Eftir at ferðin var byrjað, kom flogskipirin, Pauli Nielsen, fram, og hann bjóðaði nýggju næmingunum vælkomnum, og hann segði seg vóna, at tey fóru at fáa ein góða ferð hesi árini, tey skuldu verða á Læraraskúlanum.

Pauli greiddi næmingunum frá, at tey kundu vænta sær eina ferð, har tey fóru at ferðast líka frá Platon til Tórodd Poulsen, og at tað til tíðir kundi gerast heldur baldrut á ferðini.


Til Nólsoyar at samansjóðast

Eftir at næmingarnir høvdu fingið ein góðan døgurðabita í gjár, var farið í eina stovu, har ætlanin var, at tey øll skuldu læra nøvnini hjá hvørjum øðrum.

Í morgun gongur leiðin so til Nólsoyar, har næmingarnir skulu verða í eitt knapt døgn, og har tey skulu læra hvønn annan eitt sindur betur at kenna.

Tá ið tey koma aftur til Havnar fríggjamorgunin fáa tey vikuskiftisfrí, og tað er óivað hart tiltrongt eftir eina heldur óvanliga byrjan upp á nýggju útbúgvingina hjá sær.