vitandi er Zacharias limur í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag. Er Zacharias ónøgdur við eitthvørt í flokkinum, so er at møta á fundi og fáa hetta broytt, Føroyum til frama. At spæla fornermaður er eingin [...] r at stilla upp til eitt fólkatingsval. Er tað fyri at reypa sær av, at einir 1000 føroyingar halda nógv um hann. Er Zacharias Wang so góður tjóðskaparmaður, sum hann gevur til kennar, so skal Zacharias [...] n leggur mál fyri tingið, so atkvøður Fólkaflokkurin ímóti. Hetta er sum at vera til fótbóltsdyst í Gundadali millum HB og B36. Tað er eingin vón fyri framman, uttan at tjóðskaparfólkini finna saman. Las
sjónum. Dalagrynnan er gamalt útróðrarpláss hjá Suðuroyingum. Og er tað nakar, sum er kendur har á leiðini, er tað Pauli Lassen. Hann greiðir okkum frá, at tað, sum Stapanum var fyri, er hent fleiri ferðir [...] ferðir fyrr. Tað er Dalagrynnan, teir eru komnir tvørturum Tað er akkurát har, Dalagrynnan er grynst, at hetta kann taka seg upp. Tað er har ið tað stendur sum ein fingur upp úr Dalagrynnuni, umleið [...] Eg skal ikki siga, at tað er beinleiðis vandamikið at sigla har, tá ið eitt sindur av sjóvarilsku er, og tað er harður streymur. Men Tað kann tað verða rættiliga ótespuligt, og tað krevst størsta varsemi
hava hoyrt frá monnum, sum hava betri skil á flúgving, siga tað mótsatta. Einasti bági er, at vøllurin er í styttra lagi, hóast hann kann brúkast til flogførini, sum flúgva upp á Føroyar í dag. Tað hevði verið [...] verður gjørdur. Nú valár er, eru Finnbogi og Bjarni aftur farnir at tosa um framtíðar flogvøll og sjálvandi er tað besta plássið í Føroyum Glyvursnes! Men hetta er ikki so, tað vita teir báðir væl, tí sambært [...] fyri at tosa um nýggjan flogvøll, sum vit sjálvir skulu gjalda, ? og tað hava vit ikki ráð til, tí landið er nóg skuldarbundið sum er ? ístaðin leggja alla orku í at fáa niðurgoldið verandi skuld, og ikki
vísa oljuvinnuni áhuga. -Skal oljuvinnan festa røtur í Føroyum, so er tað sanniliga eisini brúk fyri føroyingum í hesi vinnu. Tað er m.a. við hesum fyri eygað, at feløgini í samtakinum hava gjørt av at [...] Falklandsoyggjarnar! Operatørfelagið í føroyska samtakinum er Amerada Hess. Hetta felagið hevur sum er sett ein føroying í fast arbeiði. Tað er Ben Arabo. Haraftrat hava tvær kvinnur, onnur útbúgvir seg [...] samtakið er farið at bjóða føroyingum ?trainees-arbeiði? er ikki óhugsandi heldur, at teir koma at fáa tilknýti til oljuleiting í øðrum økjum av heiminum heldur eins og dømi við Dong og Grønlandi er tað. -Tað
hvar er logikkurin? Spurningurin er so, hví stillar Tjóðveldisflokkurin upp til Fólkatingsvalið. Tá ið Tjóðveldisflokkurin metir, at tað er meiningsleyst at stilla upp til Fólkatingsval, kann tað bert [...] lógir mugu haldast, sjálvsagt, men tað stendur ongastaðni, at flokkar eru noyddir at stilla upp til fólkatingsval. Hevur Tjóðveldisflokkurin ikki eina stevnuskrá, sum er so greið, at teir vita, um teir skulu [...] stilla upp. Eftir seinasta Fólkatingsval kundi Tjóðveldisflokkurin móttaka gott kr. 35.000,- um árið frá danska skattaborgaranum til politiskt virksemi. Tjóðveldisflokkurin vil so gjarna leggja størri fí
miðskeiðis í 1999. Tað merkir so aftur, at oljufeløgini kunnu fara undir at bora longu í 99 men meira sannlíkt er, at tað ikki verður fyrr enn í ár 2000. Nýggja oljulógin verður karmurin um tað virksemi, sum [...] 26 atkvøðum fyri og ongari ímóti kolvetnislógina. Hon kemur í gildi so skjótt hon er kunngjørd í kunngerðarblaðnum. Og tað verður helst ein av komandi døgunum. Við nýggju oljulógini verður skjøtil av álvara [...] sambandi við 1. útbjóðing á føroyska landgrunninum. Tað var landsstýrið, sum í november í fjør legði uppskot fyri tingið um kolvetnislóg sambært einum uppleggi frá Oljuráðleggingarnevndini. Eftir 1. viðgerð fór
spæla. Tað kann gerast væl. Eitt gott dømi er røðin Magic Tales frá Davidson, har vit m.a. kenna ævintýrið um Hin Lítla Samurain. Ein ógvuliga vøkur søga, sum børn frá trý ára aldri njóta. Men tað kann eisini [...] eisini gerast illa. Eitt syrgiligt dømi um hetta er Livandi ævintýr frá skúlaforlagnum Orfeus. Pínliga fjákut Livandi ævintýr er ein røð um ævintýrini hjá H. C. Andersen. Tvær CD-rom?ir við í alt 5 ævintýrum [...] øllum multimedia, um tað ikki skal gera søgurnar meiri spennandi enn tær upprunaligu. Ger tað ikki upplivilsi stuttligari og meiri avbjóðandi enn at flyta millum sv-rásirnar, so er ein góð bók og ein lenistólur
teimum av. Tað eydnast tó ikki. Pro Pilot er langt frá eitt vánaligt spæl, men á avgerandi økjum stóð tað ikki mát. Ógvuliga veruleikakent Flúgvieftirgerðarspøl eru tað slag av spølum, har tað ikki røður [...] inn og út, og til ber somuleiðis at flyta flúgvaran frá einum stað til annað bert við at hála hann higar. Tað er snilt og lætt. Fyri tey royndu Tað er hinvegin ikki lætt at flúgva við flogførunum hjá Sierra [...] fýrakantar. Og tíverri er spælið gjørt til eina skíggjaupploysn uppá 640x480 punkt og 256 litir, og tað undirstuðlar heldur ikki 3D korti. Pro Pilot setur ikki stór krøv til telduna. Tað er nóg mikið við einum
sjálvt design?ið er framtíðarkent. Við fyrsta eygnabrá líkist hetta einumhvørjum framkomnum ljóðtóli frá B&O. Stóri skíggin avdúkar tó skjótt, at her er talan um eina teldu. Teldan er fløt, undir 10 sm [...] aftanfyri áðurnevndu anlegg. Harðdiskurin er 2GB og teldan hevur rúm fyri upp til 128 MB ram. Her er veruliga talan um eina teldu, ið má roynast. Og tað ber til, tí myndin er tikin uppi hjá Farodane, ið umboðar [...] Tað finnast tvey sløg av teldum. Teir vanligu PC?arnir ? og so Macintosh. Apple Macintosh hevur heilt frá byrjan skilt seg út frá hinum PC?arunum við sínum lætta og brúkaravinarliga uppbygningi. Har tú
Liðkappingin í talvi líður nú móti endanum, og bert eitt umfar er eftir, áðrenn føroyameistari verður kosin. Og sum støðan er nú, liggur Kollafjørður best fyri at taka FM-heitið. Kollfirðingar hava 25 [...] upp á sama stigatal sum oddaliðið. Men tað krevur so, at klaksvíkingar vinna øll fýra talvini móti júst kollfirðingum, sum teir telva ímóti komandi leygardag. Tað frættist, at Rani Nolsøe, sum hevur verið [...] ikki fær verið við leygardagin, og tað má so metast at vera ein smeitur fyri bæði klaksvíkingar og ikki minst havnarmenn, sum vóna, at Klaksvík 1 kann taka stig frá kollfirðingum. Hinvegin frættist eisini