Teir hildu at okkurt løgið var í sjónum

Stapin boðaði Vaktartænastuni frá einum løgnum fyribrigdi í sjónum, men tað vísti seg, at hetta var púra nátúrligt

Tá ið línuskipið Stapin av Toftum ein dagin herfyri kom á eina leið stutt eysturúr Sumbiarenda, komu teir brádliga í sera ringan sjógv og ekkoloddið fór at bera seg løgið at.

Teir vistu ikki, hvat tað var, men tað tóktist, sum var tað blivið so merkiliga grunt undir bátinum.

Teir gjørdu tí av at boðað Vaktartænastuni frá. Og fleiri ferðir síðani varð ávarað ímóti at sigla har á leiðini.

Síðani hevur Vaktartænastan kannað málið.

Men táið teir spurdu Paula Lassen, skipara í Vági, sissaðust teir, tí hann visti at siga, at talan var um eitt púra náttúrligt fyribrigdi, sum tók seg upp av og á.

Pauli Lassen sigur, at sunnanmenn vita væl um hetta fyribrigdi.

­ Men tað er ikki so løgið um hetta kemur óvart á menn, sum ikki eru so kendir har á leiðini, leggur hann afturat.


Knokkurin rísin

Tað var á Dalagrynnuni, beint eystur úr Sumbiarenda, at teir á Stapanum høvdu varnast hetta ³løgna3 fyribrigdi í sjónum.

Dalagrynnan er gamalt útróðrarpláss hjá Suðuroyingum.

Og er tað nakar, sum er kendur har á leiðini, er tað Pauli Lassen.

Hann greiðir okkum frá, at tað, sum Stapanum var fyri, er hent fleiri ferðir fyrr.

­ Tað er Dalagrynnan, teir eru komnir tvørturum

­ Tað er akkurát har, Dalagrynnan er grynst, at hetta kann taka seg upp.

­ Tað er har ið tað stendur sum ein fingur upp úr Dalagrynnuni, umleið 1,7, ella 1,8 fjórðing beint eystur úr Sumbiarenda.

Suðuroyingar nevna hetta ³Knokkurin3.

Men tað er kortini ikki so grunt, sum teir á Stapanum fingu varhugan av, eftirsum ekkoloddið skrivaði.

Pauli Lassen sigur, at tað eru 27 favnar, har Knokkurin er grynstur.

Hetta er eitt so lítið strekkið, at tú skalt vera ³heppin3 fyri at raka akkurát á.

Tað strekkir 12 stykkir, tí tað er tað, vágbingar plaga at seta av línu har.

Eitt stykki er 60 favnar.

Pauli Lassen sigur, at Stapin er komin tvørturum har meðan tað hevur verið nakað at í sjónum og streymurin hevur verið harður.

­ Eg skal ikki siga, at tað er beinleiðis vandamikið at sigla har, tá ið eitt sindur av sjóvarilsku er, og tað er harður streymur. Men Tað kann tað verða rættiliga ótespuligt, og tað krevst størsta varsemi

Skiparin í Vági sigur, at hann hevur mangan vitað, at menn hava verið noyddir at kappa línuna fyri bara at sleppa sær burtur.

Sjálvur er hann einaferð komin undir brot á Knokkinum og tað varð ein skitin ferð, sigur hann

Pauli Lassen sigur, at tá ið tað rekur har, verður sjóvarilska. Tað ger eina ³friktión3 í sjónum og tað verður ein streymur sum ávirkar ekkoloddið, so tað loypir saman.

­ Fyri menn, sum eru so kunnugir við hetta, kann tað síggja heilt sindur løgið út.

­ Men eg sigi onki um, at teir boðaðu frá. Tað haldi eg var góður sjómansskapur, tí teir kunnu ikki kenna hvønn stein undir Suðuroynni

Pauli Lassen heldur, at tað var einki forgjørt um Vaktar og Bjargingartænastan setti ein ring rundanum og ráddi bátum og skipum frá at sigla har, uttan í allarbestu líkindum, tí tað er øgiliga keðiligt farvatn

Hann nevnir t.d. at henda dagin Stapin sigldi yvir Knokkinum, var fínasta veður, men bara tað at steymurin var harður, var nog mikið til at ørkymla teir so mikið, at boðaðu frá.