Hoyrdi í útvarpi og sjónvarpi garparnar Finnboga Ísakson og Bjarna Djurholm so avgjørdar siga íløgur í verandi flogvøll vera eina lappaloysn, tí verandi vøllur ongantíð fer at blíva nóg góður, sjálvt um vit fleiri ferðir hava hoyrt frá monnum, sum hava betri skil á flúgving, siga tað mótsatta. Einasti bági er, at vøllurin er í styttra lagi, hóast hann kann brúkast til flogførini, sum flúgva upp á Føroyar í dag. Tað hevði verið ynskiligt, at vøllurin bleiv longdur við 200-250 metrum, samstundis sum ein glíðivinkul verður gjørdur.
Nú valár er, eru Finnbogi og Bjarni aftur farnir at tosa um framtíðar flogvøll og sjálvandi er tað besta plássið í Føroyum Glyvursnes! Men hetta er ikki so, tað vita teir báðir væl, tí sambært kanningum sum hava verið, er hetta ikki best egnaða plássið í Føroyum, men alt skal liggja so nær Havnini, so hjá teimum er ongin ivi, framtíðar flogvøllurin skal liggja á Glyvursnesi.
Sjálvt um teir eru fullgreiðir yvir, at vit í Føroyum í dag nóg illa hava ráð at hugsa um ein nýggjan flogvøll, blíva teir við at sjabba um flogvøll á Glyvursnesi og royna við øllum snildum at forkoma eini útbyggjan av verandi flogvølli, sum vit saman við dønum hava møguleika at gera.
Míni ráð til Bjarna og Finnboga skulu vera, at teir ístaðin fyri at tosa um nýggjan flogvøll, sum vit sjálvir skulu gjalda, ? og tað hava vit ikki ráð til, tí landið er nóg skuldarbundið sum er ? ístaðin leggja alla orku í at fáa niðurgoldið verandi skuld, og ikki bert hugsað um, at alt skal liggja so nær Havnini sum møguligt. Tað er ov stuttskygt at hugsa soleiðis.
Mín vón skal tí vera, at løgmaður roynir at skunda undir loftferðslumyndugleikarnar, soleiðis at ein útbygging av verandi vølli kann verða sett í verk skjótast tilber.
Til seinast fari eg at spyrja Bjarna Djurholm, hvat hann meinar við, tá hann sigur at ein nýggjur flogvøllur á Glyvursnesi kemur at kosta 500 milliónir og um hann kann siga kkum, hvør hevur gjørt hesa meting.
Eru hetta bert tøl, sum eru tikin úr leysari luft? Tí tað kann ikki bera til, at ein løgtingsmaður bara skal koma við nøkrum tølum, sum allarhelst eru á heilt skeivari leið, tí niðanfyri 2,5 milliardir sleppa vit neyvan undan at gjalda fyri ein nýggjan vøll, við øllum, ið hartil hoyrir, sjálvt um hann verður bygdur á Glyvursnesi.
ed.