hvørs tað so var til útsølu, fyri Kirkju Missiónshús ella annað hon var góð við. Eg trúgvi tað, at Helma ígjøgnum øll hesi mongu ár, hon varð nívd av hesi herviligu sjúku, hevur kent hetta orðið frá Hebr [...] hugstoytt at fáa deyðsboð av einum av okkara nærmastu, og hetta hendi mær, eftir at vera innlagdur á Hospitalinum, tá konan ringdi, og segði at nú var Helma deyð. Vit sum vóru farin at gleðast yvir at nú hevði [...] tað betur, vit sum livdu henni nær og vistu hvussu sjúk hon var undraðust yvir hennara lívsvilja og hvat hon kundi fáa frá hondini, Helma var hjálpsom, og komu tit børn og barnabørn at kenna tað við teimum
at fáa illgruna um, at hetta í fyrsta lagi er ein miðvís ætlan um at máa støðið undan Strandferðsluni fyri at tvinga hana á privatar hendur. ? Og í øðrum lagi er hetta sostatt ein miðvís ætlan at máa støðið [...] hevur verið á privatum hondum fyrr og tað var Hergeir Nielsen sigur, at hetta er beint tvørturímóti tí, sum er avtalað í samgonguni. ?Avtalan í samgonguskjalinum var, at umstøðurnar hjá útjaðaranum skuldi [...] ? Hetta er ein sera óheppin gongd. ? Og hon kann ikki sleppa at halda fram. Hergeir Nielsen, einasti tingmaður úr Suðuroynni í samgongini, er ógvuliga misnøgdur við tann mátan, sum Strandferðslan røkir
ruddaðar av vegnum, og partarnir tosa nú væl saman. ? Hetta var ikki ein fundur millum meg og danska forsætisráðharran Hetta var ein fundur millum formannin í føroyska Javnaðarflokkin og formannin í danska [...] formaður Javnaðarfloksins fegnaðist um hetta høvið at tosa við formannin í danska Javnaðarflokkinum. Sum øllum kunnugt hava viðurskiftini teirra millum ikki altíð verið so góð, men ósemjurnar tykjast nú ruddaðar [...] Eirikur Lindenskov Tað var forsætisráðharrin sjálvur, sum hevði biðið um at sæð blaðhúsinum hjá Sosialinum - og biðið lovað sær at havt fundin við Jóannes Eidesgaard í blaðhúsunum. Poul Nyrup Rasmussen
vælkomin at lesa bløðini, spæla kort og keypa sær ein kaffimunn. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark veitir ráð og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum [...] Kalsoynna. Farið verður av Farstøðini kl. 6.35, og vit verða aftur í Havn kl. 19.15. Havið heit og góð gonguklæðir og matpakka við. Tilmelding. Vinarliga Kunningarstovan. Gongufelagið Eysturoy: Gongufelagið [...] 00-18.00. Býarsavnið hevur myndaframsýning av gomlum myndum í Tilhaldinum í Tórsgøtu 21. Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum - um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomnin
tørv, sigur skotski menningarstjórin í Aberdeen. Harra McIntosh hevur verið í Føroyum áður. Og tað var ein drúgvur túrur. Eg fór úr Aberdeen til Amsterdam tíðliga á morgni. Síðani úr Amsterdam til Keyp [...] menningarstjórin í Aberdeen, Gordon McIntosh, verið og vitjað Tórshavnar Kommunu í vikuni. Vitjanin var kunnandi í sambandi við ætlanir um samstarvsavtalu millum Tórshavn og Aberdeen, sum væntandi verður [...] við Nýfundland, og skotarnir hava harumframt samstarvað við norska oljubýin, Stavanger, síðan 1966. Hetta samstarvið hevur ment seg munandi, og í 1996 fóru býirnir uppí felagsskapin, Heimsins Orkubýir. Aðrir
kostaði honum sessin. Nixon, sum var forseti nummar 37 í USA, doyði í apríl mánaði í 1993. ? Nixon var ein av teimum mest misskiltu monnunum, og hann var í grundini ein av teimum størstu persónunum í hesi [...] á blaðnum, sum vildi hava hann at skriva um innbrotið. Woodward hugsaði, at hetta var enn ein av teimum keðiligu søgunum ? ein av teimum, sum hann hevði skrivað so nógvar av í teimum 9 mánaðunum, hann hevði [...] ynskti at Woodward og Bernstein skrivaðu ein persónliga og spennandi bók. Her var Deep Throat funnin fressur, og Obst sigur, at í fyrstu skitsuni til bókina var eingin Deep Throat við. Hann kom ikki við
sunnudag var á Svangaskarði, skuldi sambært yvirlitið frá FSF Petur Erhard Kjærbo vera 23. maðurin inni á vøllinum. Men einki sást til sumbingin, og í staðin var tað Jens Petur Brattalíð úr Vági, sum var dómari [...] í bestu deildini síðani tá. Eg haldi, at tað er ein stórur fyrimunur at spæla og døma samstundis og at døma skjótt eftir at tú ert givin at spæla. Hetta ger, at tú skilir spælararnar nógv betri. Og um [...] gingið væl, so hava vit verið við hús aftur klokkan hálvgum tólv. Men eg havi ikki kært meg, tí mær hevur dámt hetta sera væl, og sjálvt um eg ikki fari at døma meiri, so kann tað væl vera, at eg fari norður
Nyrup Rasmussen var sera hugtikin av tí, hann sá. »Hetta er nógv, nógv vakrari, enn eg hevði ímyndað mær,« segði hann, tá hann var komin niðaná. »Eisini nógv vakrari enn á myndunum«. Og tað var sum í Brókatátti: [...] vit nú sigla. Ein døpur søga, sum líkasum tekur eitt sindur av tí stórbæra frá oynni. Tignarlig móttøka Jú, vit koma inn at lendingini. Eina løtu kundi ein ivast í, um hetta veruliga var útoyggin Mykines [...] flestir føroyingar kenna, varð Harra Pál ( Poul) ein túr í Mykinesi. Ein lagnutúrur kann av sonnum sigast, at hann gjørdist. Barbara var ikki við. Í dag var tað Barbara, sum førdi pressuna út í Mykines, og
at byggja framtíðina á ein løtustemning , sum ráddi á vári 1998, partvís skaptur av einari subjektivari sjónvarpssending. Í samband við sjálvstýrismál , havi eg ein spurning til ein setning niðast á síðu [...] tillaging í tí førinum, at vit taka loysingina. Hetta mann vera ynskihugsan , eins og tá Høgni Hoydal skal skerja blokkin í 20 ár eftir loysingina. Mær vitandi hava danskir politikarar bara tosa um 3 til [...] sum fram um aðrar setur seg yvir løgtingið, kundi hugsa sær ein part av Als-fæðnum til at fíggja barnsburðargrunn. Eg vóni at hetta er ein líka stórur fusari, sum allir hinir fusararnir, hesin ráðaríki
hesar gitingar eru eins skeivar og aðrar. ? Mær hevur dámt væl at verið prestur. Stóran part av lívinum havi eg lisið guðfrøði, við tí fyri eyga at sleppa at boða Guðs Orð sum prestur. Hetta er kanska ikki [...] er fimta av sjey systkum. Barnaskúlin var á Toftum í árunum 1970 - 1977, og av Toftum fór hann til Runavíkar at ganga í realskúla. Eftir lokna skúlagongd í 1980, var hann 2 ár til skips, men fór síðani á [...] í kirkjuni, og heldur ikki við vánaligu umstøðurnar her í Leirum. Einastu fólk, ið hava vitað um hetta, eru konan og familja mín annars, sigur Andreas Andreasen, sum onki annað starv hevur í væntu. ? Eg