? Hetta er ein sera óheppin gongd.
? Og hon kann ikki sleppa at halda fram.
Hergeir Nielsen, einasti tingmaður úr Suðuroynni í samgongini, er ógvuliga misnøgdur við tann mátan, sum Strandferðslan røkir sambandið við valdømi hansara uppá.
Og hann er púra avgjørdur í, at broyting skal koma í .
Hann er so mikið avgjørdur, at hann sigur, at megnar landsstýrismaðurin í samferðslumálum ikki at fremja tær neyðugu broytingarnar, ivast hann hann ikki í, at tingið fer at taka hann av ræði og at gera tað, sum skal gerast, fyri hann
? Spælireglarnar í okkara fólkaræðiliga samfelag eru tær, at tað er eitt løgting omanyvir umistingini í Landsstýrinum.
? Og velur landsstýrismaðurin ikki at broyta kós, giti eg mær til, at løgtingið ferð at taka málið upp til viðgerðar og at stinga landsstýrismanninum út í kortið, hvat hann skal gera, sigur Hergeir Nielsen.
Ætlar tú tær sjálvur í tingið við hesum?
? Tað veit eg ikki. Men tá ið gjørdar avtalur ikki verða hildnar, kann alt henda
Hetta er annar suðuroyartingmaðurin sum í hesi vikuni hóttir við at taka sambandið hjá Strandferðsluni við Suðuroynna upp í tinginum.Tí í Sosialinum týsdagin blaðnum gjørdi javnaðarmaðurin Hendrik Old eisini púra greitt, at hann fór at reisa málið um suðuroyarsiglingina í tinginum.
Og Hergeir Nielsen ger púra greitt, at verður málið reist í tinginum, skal hansara partur ikki liggja eftir, um tað kemur hartil, at tingið noyðist at tvinga landsstýrismannin at halda tann politiska viljan. Kann umsitingin ikki fremja tann avtalaða politikkin, noyðist tingið at gera taðm sigur hann.
Hvat akkurát skal leggjast í hetta, vil hann ikki útgreina nærri enn.
Men vit spurdu hann um hetta skuldi tulkast so, at hansara partur ikki skuldi liggja eftir, hóast tað merkti, at hann fór í parti við andstøðuni í hesum málið.
? Tað fari eg onki at siga um enn, svarar hann stutt.
Men hann leggur dent á, at hann fer ikki at gera hetta til nakað rumbulsmál og hann ætlar avgjørt at geva landsstýrismanninum høvi til at loysa málið sjálvur.
Men hendir onki, heldur hann fast við, at okkurt má henda. Tí gongdin, sum nú er, er so óheppin, at hon kann ikki halda fram.
Men hvussu langa tíð, hann fer at geva landsstýrinum, vil hann ikki siga.
Tó heldur hann, at tað er nógv fyri, at lóggevandi tingið skal brúka annaðhvørt orðaskiftið til mál av hesum slagnum. ? Tað er ótrúliga harmiligt og oyðileggjandi fyri okkara parlamentarismu.
? Men orsøkin er einfalt tann, at umsitingin er ikki før fyri at loysa tær uppgávur, sum hon er sett til at loysa.
Beint ímóti samgonguskjalinum
Tjóðveldismaðurin í Suðuroynni heldur nevniliga, at gongdin, sum nú er, er beint ímóti orðunum í samgonguni um økismenning og at menna útjaðaran.
? Soleiðis sum gongdin hevur verið, er tað heilt nátúrligt at fáa illgruna um, at hetta í fyrsta lagi er ein miðvís ætlan um at máa støðið undan Strandferðsluni fyri at tvinga hana á privatar hendur.
? Og í øðrum lagi er hetta sostatt ein miðvís ætlan at máa støðið undan útjaðaranum í Føroyum.
Tí uttan Strandferðsluna, er løgtingsmaðurin sannførdur um, at útjaðarin í Føroyum og smábygdirnar eru illa staddar.
Hergeir Nielsen sigur, at Strandferðslan og hennara skip og farmadeild hava verið bygdamenning so tað munar, tí hon kemur í hvørja smábygd í landinum eisini við smáum vørunøgdum.
? Men nú verður hesin flutningurin gjørdur dýrari og dýrari inntil at tað loysir seg betri hjá einum privatum at taka yvir.
? Men hendir tað, vita vit, at tað verður væl dýrari hjá brúkaranum.
? Tí tað fer onki privat flutningsfelag út til Fugloyar við einum sementsekki, uttan at taka seg væl betalt fyri tað.
? Flutningurin hevur verið á privatum hondum fyrr og tað var
Hergeir Nielsen sigur, at hetta er beint tvørturímóti tí, sum er avtalað í samgonguni.
?Avtalan í samgonguskjalinum var, at umstøðurnar hjá útjaðaranum skuldi gerast betri og betri.
? Men eg haldi, at gongdin er tann beint øvugta, tí nú verður útjaðarin bundin niður í flutningskostnaði.
? T.d. veit hann eitt dømi um at tað var bíligari seg betri hjá eini fyritøku at flyta eina sending av farmi við Skipafelagnum úr Suðuroynni til Danmarkar og so til Klaksvíkar, enn at flyta hana beinleiðis við Strandferðsluni.