Minningarorð um Helmu Joensen

Minningarorð

Minningarorð um Helmu Joensen

Nøkur fá orð til minnis um svigarindu okkara Helmu.

Tað er altíð hugstoytt at fáa deyðsboð av einum av okkara nærmastu, og hetta hendi mær, eftir at vera innlagdur á Hospitalinum, tá konan ringdi, og segði at nú var Helma deyð. Vit sum vóru farin at gleðast yvir at nú hevði hon tað betur, vit sum livdu henni nær og vistu hvussu sjúk hon var undraðust yvir hennara lívsvilja og hvat hon kundi fáa frá hondini, Helma var hjálpsom, og komu tit børn og barnabørn at kenna tað við teimum pløggum, hon bant við sínum sjúku hondum, eisini vóru tað onnur ið komu at kenna hennara gávumildi, hvørs tað so var til útsølu, fyri Kirkju Missiónshús ella annað hon var góð við.

Eg trúgvi tað, at Helma ígjøgnum øll hesi mongu ár, hon varð nívd av hesi herviligu sjúku, hevur kent hetta orðið frá Hebr. 13,14, «Tí at vit hava her ikki verðandi stað, men vit søkja tann komandi. Kæri bróðir, og tit børn og barnabørn, og øll tit sum stóðu henni nær, lat hetta verða tykkara troyst, at tá ið vit ikki kunna ella orka meira, at tað er ein Jesus Kristus sum kann hjálpa tykkum í sorg tykkara, leitið til hansara.

Poul Martin